Tvey føroyingalið spældu í dag undankappingardystir í EHF European League, har samlaði vinnarin í tveimum dystum vinnur seg í bólkaspælið.
Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin (myndin) á liðnum royndu seg á útivølli móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare.
Stjarnan megnaði flottan javnleik 26-26. Í steðginum var rumenska liðið á odda 15-14.
Jóhannes var við fýra málum upp á fimm málroyndir millum næstbestu málskjúttarnar hjá Stjörnuni.
Komandi leygardag klokkan 14 tekur Stjarnan móti Minaur Baia Mare á heimavølli.
Venjari hjá Minaur Baia Mare er portugisiski Nuno Farelo, ið var venjari hjá VÍF, tá Jóhannes spældi við VÍF.
Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir á svenska liðnum fingu eisini eitt gott útgangsstøðið á útivølli móti pólska liðnum, Chrobry Glogow.
Tað eydnaðist HF Karlskrona at vinna 33-30, og fáa eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin. Í steðginum var Karlskrona á odda 16-12.
Tróndur skoraði fýra mál fyri Karlskrona.
Komandi leygardag klokkan 17 verður returdysturin móti Chrobry Glogow leiktur í Karlskrona.
Í morgin klokkan 15.15 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti Malmö. Klokkan 16 spæla Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fyrra dystin móti norðurmakedonska liðnum, Alkaloid. Dysturin verður leiktur í ZAG Arena í Hannover.











