Umráðandi at lata seg kanna

Tað verður staðiliga heitt á kvinnur um at taka av tilboðnum um at lata seg kanna fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi.

 

Landssjúkrahúsið spyr nú allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár, um tær taka av tilboðnum um reguliga kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum.

 

Kyknubroytingar kunnu verða forstig til lívmóðurhálskrabba, sum til ber at síggja langt frammanundan, og sum tí kann fyribyrgjast.

 

- Tí verður staðiliga heitt á teg, um at taka av tilboðnum næstu ferð, tú fært innbjóðingarbræv sendandi, sigur Landssjúkrahúsið, sum hevur neyvari kunning á síni heimasíðu um kyknubroytingar í lívmóðurhálsi.

 

Lagt verður aftrat, at innbjóðingarbræv verður sent 3. hvørt ár, men um tú sjálvboðin gongur til reguligar kanningar, fært tú ikki innbjóðing.

 

- Ivast tú í, nær tú seinast hevur verið til kanning, ber til at ringja á Landssjúkrahúsið og spyrja teg fyri. Tú biðir um patologisku deild, lokal. nr. 5604.

 

Landssjúkrahúsið vísir á, at kvinnur uttan fyri nevnda aldursmark - 25-60 ár - kunnu altíð sjálvar biðja kommunulæknan um at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi.