Í botninum hevur spenningurin í bestu kvinnudeildini í hondbólti snúð seg um tvídystin millum StÍF og Kyndil. Við sigri í Havn fyrr í heyst hevði StÍF vunnið sær fyrimun í hesum stríðnum, og í gjár var [...] 28-18 sigur til heimaliðið, sum soleiðis ruddiliga staðfesti, at tær als ikki vilja blandast ov nógv í botnstríðið. Um tær so megna at toga seg longur uppeftir, er ein annar spurningur, og higar til hevur
Fríggjadagin letur upp nýggj listaframsýning í Listaglugganum í Niels Finsensgøtu í Havn. Tey ið sýna fram eru: Halldis Olsen, Jóhan Martin Christiansen og Jóannes Lamhauge. Halldis Olsen (f. 1983) sýnir [...] videoinstallatión. Jóhan Martin er undir útbúgving í Danmark á Listahøjskolen á Ærø. Jóhan Martin er í løtuni við á várframsýning á Charlottenborg í Keypmannahavn. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl [...] fram grafisk verk. Halldis er undir útbúgving í London á Middlesex University. Jóannes Lamhauge (f. 1985) sýnir fram málningar og er eisini undir útbúgving í London á Univesity of Kent. Jóannes lesur re
tekur lut í stóra tiltakinum, sum verður í Kelduni í kvøld Hóast Logos Hope - Gamla Norrøna - liggur við bryggju á vestaru vág (Bacalao-bryggjan) í Havn, so er ikki ætlanin, at alt, sum er á skránni í samband [...] samband við vitjanina í Føroyum, skal fara fram umborð á sjálvum skipinum. Í kvøld verður skipað fyri einum stórum ungdómstiltaki í Kelduni í Skálabotni. Tiltakið byrjar klokkan 20.30, og verður tað manning [...] Logos Hope, sum kemur at taka lut við talu og sangi. Tiltakið í Kelduni, sum kemur at hava ein rættiliga stóran altjóða dám, byrjar klokkan 20.30 í kvøld.
lokkurin hevur valt at stilla Eileen Sandá í Vági upp vegna Suðuroynna. Eileen er ættað úr Suðuroy, men hevur útbúgvið seg niðiri og eina tíð arbeitt í Havn. Nú eru hon og maðurin flutt suður aftur, tí [...] fólk í útjaðaranum. Fyrr hevði Sjálvstýrisflokkurin truplar møguleikar undir gomlu valskipanini at fáa umboð í smáu valdømunum, men nú er framgongd væntandi undir broyttu skipanini, verður sagt í tíðindaskrivi [...] tíðindaskrivi. Sjálvstýri hevur tó valt bert at stilla Eileen upp í Suðuroy til tess at savna atkvøðurnar um eittans valevni, so møguleikin at verða vald ella koma inn sum varaumboð á tingi verður betri.
hjá Astri Luihn upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Astri Luihn er útbúgvin MA á universitetinum í Olso. Bæði tónleikurin og grafikkurin hava fylgt henni frá barnsbeini. Í dag er tað grafiski [...] miðilin hon í høvuðsheitum brúkar í listini. Tøknið er træ og linoliumsskurður. Tað er sjálvt tann útskorna og málaða plátan sum er listaverkið, ikki eitt prent av plátuni. Ein sjálvstøðug rytma er í myndunum
valt Eik Banka ársins banka í Føroyum Altjóða tíðarritið fyri peningastovnar, The Banker, hevur valt Eik Banka til Ársins Banka í Føroyum 2007. Umboð fyri Eik vóru fyrradagin í London og tóku ímóti heiðurinum [...] Saman við heiðurinum fylgdi ein lítil standmynd, sum nú hevur fingið sítt pláss í Eik-høvuðssætinum Yviri við Strond í Havn. -Tað er positivt við einari viðurkenning av hesum slag. Hon ber vónandi við sær [...] sær, at Eik gerst eitt sindur sjónligari uttan fyri Føroyar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik. The Banker er sertíðarrit um og fyri peningastovnar, og útgevari er kenda bretska blaðið Financial Times
tað varð tikið í nýtslu í mai í ár. Á ólavsøku varð barnaleikurin Rumbul í Húsi frumsýndur og varð spældur fyri fullum húsum. Í august og september hava børn í skúlum og dagstovnum í Havn sæð leikin á Meiarínum [...] Rumbli í Húsi farnir at ferðast kring landið at vitja skúla- og dagrøktarbørn. Higartil hava teir vitjað í Norðstreymoy og Suðuroynni og í komandi viku vitja teir í Eysturoynni. Teir ætla sær í Norðoyggjar [...] Norðoyggjar eisini, Vágarnar, Sandoynna og Sundalagið. Higartil hava uml. 2600 børn í øllum aldri sæð sjónleikin.
Fólk, sum búgva í miðbýnum í Havn, gremja seg illa um, at tað er so ófriðarligt í býnum um náttina. Tey fáa ikki blund í eyguni, orsakað av bilinum, sum koyra aftur og fram, skiftivís bremsa og speeda [...] Nógvir hava eisini til fragd áhaldandi at halda á trýsta á floytuna, so tað er sum ein konsert at hoyra. Í miðbýnum búgva nógv eldir fólk, og ófriðurin er til stóan ampa fyri tey. Ein kona, sum býr nærindis [...] Steinatúni, mælir til at steingja miðbýin um náttina. Onnur ráð veit hon ikki. Hon sigur, at fleiri teirra í miðbýnum javnan ringja til politiið at klaga um gangin, men lítið hjálpir.
rekur fløguhandil í Gongini í Havn, í Fútastovu. Felagið er farið undir at hava myndaframsýningar í handilshølunum og longu nú hava Astrid Andreasen, Ova og Philippe Carré sýnt fram. Í oktober sýnir Jens [...] frumsøgum hava beinleiðis og óbeinleiðis verið drívmegin í ymsum myndarøðum. Fernisering er í dag klokkan 16:30 í Fútastovu. [...] fyribrigdið "myndin í myndini". Landafrøðiliga og sálarliga fevna myndirnar víða og fevna um nútímans fjølmiðla- og frumsøgur. T.d. er íblástur frá Costner filminum Waterworld. Ferðing í tíð og frumsøgum
FM kappingina, tær eru Leynavatn, Várkappríðingin í Vágum, Ólavsøka, Heystkappríðingin í Vágum og Heystkappríðingin í Havn. Paringin til kappingina í dag sæst her. http://kappingar.ross.fo/PublicResults [...] ðingin er á skrá í dag. Vanliga eru nógv fólk og hyggja og nú veðurvánirnar eru so góðar, kann væntast at tað vera heilt fitt av fólkið á Flúgvarabedingini í dag. Kappingin er liður í FM kappingini sum