Manning frá Logos Hope tekur lut í stóra tiltakinum, sum verður í Kelduni í kvøld Hóast Logos Hope - Gamla Norrøna - liggur við bryggju á vestaru vág (Bacalao-bryggjan) í Havn, so er ikki ætlanin, at alt, sum er á skránni í samband við vitjanina í Føroyum, skal fara fram umborð á sjálvum skipinum.
Í kvøld verður skipað fyri einum stórum ungdómstiltaki í Kelduni í Skálabotni. Tiltakið byrjar klokkan 20.30, og verður tað manning frá Logos Hope, sum kemur at taka lut við talu og sangi.
Tiltakið í Kelduni, sum kemur at hava ein rættiliga stóran altjóða dám, byrjar klokkan 20.30 í kvøld.