Astri Luihn í Galerie Focus

Fríggjadagin 5. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Astri Luihn upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Astri Luihn er útbúgvin MA á universitetinum í Olso. Bæði tónleikurin og grafikkurin hava fylgt henni frá barnsbeini. Í dag er tað grafiski miðilin hon í høvuðsheitum brúkar í listini.


Tøknið er træ og linoliumsskurður. Tað er sjálvt tann útskorna og málaða plátan sum er listaverkið, ikki eitt prent av plátuni. Ein sjálvstøðug rytma er í myndunum og myndevnið er sum oftast fuglar, fuglarøkur og aðrir figurar


Framsýningin verður opin til 17. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.