Nýggja sjónleikarhúsið á Meiarínum hevur ikki ligið lamið síðani tað varð tikið í nýtslu í mai í ár. Á ólavsøku varð barnaleikurin Rumbul í Húsi frumsýndur og varð spældur fyri fullum húsum. Í august og september hava børn í skúlum og dagstovnum í Havn sæð leikin á Meiarínum.
Leikurin hevur verið sera væl móttikn, so væl at nú eru jassarnir báðir frá Rumbli í Húsi farnir at ferðast kring landið at vitja skúla- og dagrøktarbørn. Higartil hava teir vitjað í Norðstreymoy og Suðuroynni og í komandi viku vitja teir í Eysturoynni. Teir ætla sær í Norðoyggjar eisini, Vágarnar, Sandoynna og Sundalagið.
Higartil hava uml. 2600 børn í øllum aldri sæð sjónleikin.