33 ross dystast við Flúgvarabedingini í dag

Árliga heystkappríðingin hjá Vága Ríðingarfelag er kl 15 í dag.

Tað vera ikki færri enn 33 ross ið fara renna kapp, nú árliga heystkappríðingin er á skrá í dag. Vanliga eru nógv fólk og hyggja og nú veðurvánirnar eru so góðar, kann væntast at tað vera heilt fitt av fólkið á Flúgvarabedingini í dag.

 

Kappingin er liður í FM kappingini sum ríðisamband Føroya skipar fyri, har eru 5 kappingar við sum geva stig til FM kappingina, tær eru Leynavatn, Várkappríðingin í Vágum, Ólavsøka, Heystkappríðingin í Vágum og Heystkappríðingin í Havn.

 

Paringin til kappingina í dag sæst her. http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=79646283-363b-4b3c-a56f-ecced04c5347