Fólk, sum búgva í miðbýnum í Havn, gremja seg illa um, at tað er so ófriðarligt í býnum um náttina. Tey fáa ikki blund í eyguni, orsakað av bilinum, sum koyra aftur og fram, skiftivís bremsa og speeda upp. Nógvir hava eisini til fragd áhaldandi at halda á trýsta á floytuna, so tað er sum ein konsert at hoyra.
Í miðbýnum búgva nógv eldir fólk, og ófriðurin er til stóan ampa fyri tey.
Ein kona, sum býr nærindis Steinatúni, mælir til at steingja miðbýin um náttina. Onnur ráð veit hon ikki. Hon sigur, at fleiri teirra í miðbýnum javnan ringja til politiið at klaga um gangin, men lítið hjálpir.










