Framsýning í Fútastovu

Fløguhandilin Tutl er farin undir nýtt tiltak. Nú ber til hjá myndlistafólki at sýna verk sýni fram í handlinum á Kongabrúnni

Í handilshølunum hjá Tutl á Kongabrúnni, sýnir Philippe Carré í hesum døgum fram pappísrklipp. Samstarvið er komið í lag eftir hugskoti frá listamanninum sjálvum.

Tutl metir hetta vera gott hugskot og ætlandi verður tað fastur táttur framyvir, at listafólk hava møguleika at sýna fram síni verk í handlinum. Men eina tíð framyvir verða tað myndirnar hjá Philippe Carré, ið einamest eru av Havnini, ið eru at síggja í Fútastovu á Kongabrúnni.