Kyndil í botni

Í botninum hevur spenningurin í bestu kvinnudeildini í hondbólti snúð seg um tvídystin millum StÍF og Kyndil.

Við sigri í Havn fyrr í heyst hevði StÍF vunnið sær fyrimun í hesum stríðnum, og í gjár var so als eingin ivi, tá Kyndil vitjaði á Skála. Úrslitið gjørdist ikki minni enn 28-18 sigur til heimaliðið, sum soleiðis ruddiliga staðfesti, at tær als ikki vilja blandast ov nógv í botnstríðið. Um tær so megna at toga seg longur uppeftir, er ein annar spurningur, og higar til hevur gingið striltið við at fáa nakað burtur úr móti Tjaldri og Neistanum, sum liggja á næstu plássunum.