dróg longra stráið í einum dramatiskum dysti móti ÍF í Fuglafirði mikukvøldið. Tvey brotsspørk og ein rúgva av kortum umframt seks mál. Nógv fyri pengarnar til áskoðararnar, har av í øllum førum helvtin [...] og Tomislav Sivic fekk bóltin inni í brotsteiginum, nakað úti í høgru síðu. Hann lyfti fyrst upp um ein verjuleikara og síðani upp um málverjan, so bólturin legði seg pent niður í vinstra málhorn. Eitt sera [...] teirra dagur. Høvdu teir spælt ellivu móti tíggju seinasta hálva tíman av dystinum, hevði úrslitið kanska verið øðrvísi ? tað hevði tað í roynd og veru uttan iva verið ? men soleiðis skuldi tað ikki ganga
bókina. ? Bókin er bygd upp í partar og kann eisini lesast sum so. ? Har er ein søga um íslending, sum sendir ómannað flogfar úr Íslandi til Føroya, og um Master Poul, sum kemur út á bygd við tveimum thai-gentum [...] beinleiðis hvat tað er fyri ein bók, eg meini, um talan er um eitt stuttsøgusavn ella eina skaldsøgu. Byrjanin til eitt nýtt verk Hóast bókin er bygd upp í pørtum, so er ein høvuðssøga. Tað er tann sum
lívsdygd er annað enn materiellir ágóðar. Eisini sigur Kristiligi Fólkaflokkurin, at ein atkvøða fyri flokkinum er ein atkvøða fyri lívinum. Hetta byggja teir á, at flokkurin leggur stóran dent á, at tryggja [...] Nato. Hetta samsvarar ikki við viðtøkur tingsins um, at Føroyar skulu verða uttanveltaðar, men tað er ein annar spurningur. Umframt faldarin, so hevur KrF eisini latið gera postkort við ymsum motivum og á [...] er, at tey skulu sendast kring landið, soleiðis at skilja, at talan er um »rekingarkort«. Tað er kanska eisini neyðugt, tí sambært veljarakanningum fær flokkurin ikki umboð valt á ting hesaferð. Til seinasta
verjuleys. Kanska tað lættir um neyðina hjá onkrum at fáa eina leiku, eina bamsu ella ein bil. Ting kunnu vera ein erstatningur hjá børnum, sum ikki fáa kærleika, tíverri. Tað er lættari at gráta við ein bamsu [...] Hvør veit, hvussu stóra eydnu ein bóltur kann gera, kanska onkur fær eitt lív, eitt innihald og sleppur burtur úr neyðini við at læra at spæla bólt. At savna leikur inn er ein háttur at hjálpa, sigur Elin [...] er eisini gleðin við at geva, tí eg trúgvi hon virkar báðar vegir, sigur Elin. Íblásturin Tað var ein sending í TV3 um hættisligu støðuna í Rwanda nakað herfyri, sum íbirti hugskotið hjá Elini at fara
er tað ein ábending til reiðarar og manningafeløgini um at taka uppaftur samráðingar um hýrur og hýruprosentini, sigur hann Og hann skoytir uppí, at hýrurnar og hýruprosentini í Føroyum eru kanska eindømi [...] Allur vanligur stuðul skal burtur, eisini íløgustuðulin, sum nú er, og ístaðin skal ein nýggjur íløgustuðul setast í verk, sum skal gera tað møguligt at umbyggja bátar Fiskaarbeiðið skal flytast av [...] nógvir politikarar og fakfelagsfólk, sum ávaraðu ímóti hesum, tí tey søgdu hetta varð ikki annað enn ein fjaldur stuðul til reiðararnar, tí prísurin fyri skattalættan bleiv uttan nakran sum helst iva tann
leikaði á, óttaðust vit fyri, at samfelagið fór fyri bakka. Líka so óttafult tað var í fyrstuni, eins gleðiligt var tað,tá virðurskiftini byrjaði at broytast til tað betra, sigur Hans Pauli Strøm. Hann [...] Bretlandi Italia og aðrastaðni, hvussu tað bar til at samfelagið ikki skrædnaði. Mítt svar er, at tað er ein innari megi í okkara samfelag. Tað er tann samábyrgd, sum er millum fólk í Føroyum. Eg dugi ikki at [...] skifta meginregluna um samábyrgd út við borgarligu meginregluni, at hvør skal sæta sær. Hví fer ein 50 ára gamal maður upp í politikk? Eg havi verið eygleiðari í nøkur ár, men nú fari eg at berjast
hjá listarfólki og fólki, sum á ein ella annan hátt fáast við mentanarlig avrik, við tí grundgeving, at hesi bara er ein útreiðsla fyri samfelagið. Hinumegin býðir mær eins nógv ímóti, tá hesi somu fólk [...] húsi hevur spreitt kring alt Føroya land. Ein tjóð, sum megnar at byggja brýr millum síni dugandi vinnulívsfólk og skapandi listafólk, - og sum megnar at vera ein livandi og virkin partur av altjóða samfelagnum [...] síðani, tá Norðurlandahúsið varð tikið í brúk. Nettup Norðurlandahúsið er eitt talandi dømi um, hvussu ein stovnur megnar at byggja brýr millum fleiri samfelagsstættir og -tættir. Vit hava sæð, hvussu vinnulívsfólk
aðrar ?vælvitarar? siga, at føroysku vinnuni tørvar hægri kunnleikastøði. Er tað so ikki ein andsøgn, at kanska fleiri hundrað ungfólk við hægri útbúgvingum, vilja ikki koma heim til Føroyar aftur, tí [...] sær eina framtíð. Javnaðarflokkurin heldur og hevur altíð hildið, at arbeiðsloysi er ein búskaparlig spilla og ein menniskjansligur sorgarleikur. Vit hava ongantíð, sum ávísir aðrir politikarar, hildið [...] ovurhonds orku at sannføra fólk um sína støðu í ríkisfelagsskapinum. Men javnaðarflokkurin ásannar, kanska sum tann einasti av flokkunum, at tað eru mál, sum krevja at vera tikin í álvara her og nú. Eitt
at um tað við tógvið stríð eydnast útróðrarmanninum einstakar mánaðir at fáa ein fiskipart uppá 16.000 kr., fær hann ein minstaforvinning uppá 200 kr., skrivar tvey hundrað krónur. At sekta teir menn [...] sletta vatn á gás. Hví tað er ein so negvativur politiskur óvilji ímóti útróðrarflotanum í teimum borgarligu flokkunum, tað skilji eg einfalt ikki. Men hvør veit, kanska niðpíningin av útróðrarflotanum [...] formanninum í vinnunevndini á odda, gjørdir til syndabukk. Forðingar av alskyns slag við fiskidøgum, eins og stórur niðurskurður av minstaforvinninginum eru týðulig tekin um, at útróðrarflotin ongan góðan
so flaksaði hann við ørmunum, sum ein veingjaskotin fuglur. Hetta dámdi áhoyrarunum. ? Tað er alt ov lítið av hesum, segði síðumaðurin, áðrenn hann fór út at fáa sær ein royk. Eingin umvendur Fundurin fór [...] fyri at hoyra? ? Bara fyri at lurta. Eg rokni ikki við, at tey hava nakað nýtt at bera fram, sigur ein av áhoyrarunum, sum situr undir liðini á mær. Tað skuldi annars verði gott mið at fiska í hjá einum [...] úr Tjørnuvík. Hvussu er vegasambandi annars? ? Tað eru fimm kilometrar hiðani til Tjørnuvíkar. Varð ein tunnil gjørdur, so var farleiðin til Tjørnuvíkar bara umleið tríggjar kilometrar. Men tað eru óivað