Missa vit ungdómin?

Valstríðið hesaferð er merkt av hugtøkunum samband ella loysing, ríkisfelagsskapi ella tjóðveldi. Sambandsflokkurin meylar í sínum lagi um ?eviga deiliga sambandið? og tjóveldisflokkurin brynjar seg til at fara undir aftur eitt nýtt 50ára herróp um loysing her og nú - ella vil hann nú tað?

Í øllum førum siga teir seg vera farnir at skipa hana, soleiðis í allari spakuligheit. Tolin trívst!

Javnaðarflokkurin hevur langt síðani gjørt púra greitt hvussu vit skulu loysa viðurskiftuni millum Føroyar og Danmark. Amboðið eitur Sjálvstýrislógin, eitt amboð, ið letur dyrnar upp fyri samstarvi og semju flokkana millum.Tí hon er neyðug, skal nøkur broyting verða.

Fyri javnaðarflokkin er tí ikki neyðugt at brúka ovurhonds orku at sannføra fólk um sína støðu í ríkisfelagsskapinum.

Men javnaðarflokkurin ásannar, kanska sum tann einasti av flokkunum, at tað eru mál, sum krevja at vera tikin í álvara her og nú. Eitt av hesum er arbeiðsloysið.

Sambært Hagtíðindum nr. 4 fyri -97 eru umleið 2.000 arbeiðsleys í Føroyum. Sløk 1.300 í ALS, 550 á Almannastovuni og umleið 250 fingu ískoytisstuðul frá ALS. Hagtølini vísa ikki, tíverri, hvussu mangir føroyingar eru í arbeiðloysisskipanum uttanlands. Vit vita, at teir eru nógvir, helst ung fólk. Summi teirra hava lisið og eru væl útbúgvin. Tey vóna, at okkurt fer at vera fyri teimum heima. Onnur eru tey, ið fluttu, tá harðast leikaði á.

Hvørji eru so hesi arbeiðsleysu? Umleið 650, tvs helvtin av teim ALS skrásettu, eru millum 16 og 34 ár. Heili 338 eru millum 16 og 24 ár. Hvussu býtið er hjá teimum ið fáa veiting frá Almannastovuni, vita vit ikki - hugsandi er, at ikki eru so nógv ung teirra millum.

Vit í Javnaðarflokkinum taka hetta í sera stórum álvara. Vit góðtaka rætt og slætt ikki, at eitt vælferðarsamfelag ger ikki alt, sum gerast kann, at forða fyri, at ung verða uppdrigin til arbeiðsloysi.

Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at serligar skipanir verða gjørdar, sum tryggja ungum arbeiði. Teimum, sum ikki halda fram í miðnámsútbúgvingum. Hetta skal gerast í samstarvi við fakfeløg, almenna og privata arbeiðsmarknaðin og ALS. Eg ivist onga løtu, at allir hesir nevndu partar vilja gera sítt til. Hetta er felags ábyrgd , um nakað er tað! Ein miðvísur politikkur og góður vilji, hevði borið fram. Danir hava næstan bast sínum ungdómsarbeiðsoysi, eftir líknandi leisti.

Sum nevnt, eru óivað nógv væl útbúgvin ung í útlegd í dag, tí at føroyska samfelgið ikki kann bjóða teimum arbeiði, hvørki viðkomandi arbeiði ella nakað fyrifallandi. Ikki tí, ofta hoyra vit vinnufólk og aðrar ?vælvitarar? siga, at føroysku vinnuni tørvar hægri kunnleikastøði. Er tað so ikki ein andsøgn, at kanska fleiri hundrað ungfólk við hægri útbúgvingum, vilja ikki koma heim til Føroyar aftur, tí onki er fyri teimum her?

Her átti tað almenna at fingið eyguni upp fyri tí fongi, tað er, at hava væl útbúgvið fólk arbeiðandi. Ein skipan, sum t.d. letur arbeiðsgevarum tíðaravmarkað ískoyti, um hann setur fólk við útbúgving í starv, hevði fingið ungdóm okkara aftur til lands, samstundis sum kunnleikastøðið í vinnuni hevði hækkað. Skipanin er roynd í grannalondum okkara við sera góðum úrslitum og ivaleyst hevði vinnulívið kunnað gagnnýtt slíka skipan.

Arbeiðsloysið má minkast um fyri allar bólkar. Omanfyri havi eg nevnt ein bólk, sum eg haldi vit øll serstakliga eiga at hava í huganum. Hetta eru jú børn/ungdómur okkara. Tað er okkara skilda at bera so í bandi, at tey sjálvi hava møguleika at skapa sær eina framtíð.

Javnaðarflokkurin heldur og hevur altíð hildið, at arbeiðsloysi er ein búskaparlig spilla og ein menniskjansligur sorgarleikur. Vit hava ongantíð, sum ávísir aðrir politikarar, hildið, at eitt ávíst arbeiðsloysi er trygd fyri búskaparligari menning. Tvørturímóti. Hav hetta í huganum, tá ið tú setir tín kross valdagin!


Katrin Dahl Jakobsen,

valevni Javnaðar-

floksins í Suðurstreymi