Innara megin í fólkinum bjargaði samfelagnum

­ Nógv hava sett mær spurningin, hvussu tað ber til, at føroyska samfelagið ikki kollsigldi. Mítt svar er, at tað er ein innari megi í samfelagnum. Tað er tann samábyrgd, ið er millum fólk, sum bjargaði okkum, sigur Hans Pauli Strøm

Hans Pauli Strøm hevur ongantíð áður stilla upp, men nú hann er 50 ára gamal, og hevur sitið sum áskoðari síðani 1988, hevur hann hug at fara út á vøllin.

Hann er giftur og hjúnini eiga tríggjar døtur, sum eru seks, 11 og 21 ára gamlar. Familjan býr í Vestmanna.

Um tað hevur ávirkað hansarahugsunarhátt at verða umgirdur av konufólki í gerandisdegnum, sigur hann:

­ Eg virðismeti kvinnuligu dygdirnar, ikki bert heima við hús, men eisini í kommununi, har kvinnur hava sitið við stýrið í 10 ár. Tær hava arbeitt so væl, at eingin torir at sleppa øðrum framat, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann er útbúgvin samfelagsfrøðingur, og hevur arbeitt á Hagstovuni síðani 1988. Har arbeiðir hann við hagtølum, sum bera boð um, hvussu gongst í samfelagnum, og tað hevur givið honum stórt samfelagsligt innlit.


Á fyrstu parkett

­ Eg havi síðani 1988, tá tey fyrstu nosini komu, eygleitt gongdina í samfelagnum. Tá tað byrjaði at bróta, minnist eg hvussu vit øtaðust, tá harðast leikaði á, óttaðust vit fyri, at samfelagið fór fyri bakka.

­ Líka so óttafult tað var í fyrstuni, eins gleðiligt var tað,tá virðurskiftini byrjaði at broytast til tað betra, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann var tann, sum segði tíðindafólkum frá gongdini í samfelagnum, og út frá tølum metti um, hvussu kreppan ávirkaði land og fólk.

Av hesum hann annaðhvørt ákærdur fyri at vera dómadagsprofetur og ljósasløkkjari, ella optimistur og grunnskygdur, alt eftir um tað gekk aftur ella fram. Tí noyddist hann altíð at vanda sær um orðini, tá hann var spurdur um stóra hóttafallið.

Hans Pauli Strøm er sannførdur um, at einki samfelag, tað veri seg danska ella svenska, sum komu fyri so stórum bakkasti sum tað føroyska, hevði hórað undan, uttan at kollsigla.

­ Tað hendi so knappliga, men kortini megnaðu vit at varðveita samfelagsskipanina. Hon virkaði alla tíðina.

­ Tað hava verið nógvir journalistar her og spurt - bæði úr Norðurlondum, Fraklandi, Bretlandi Italia og aðrastaðni, hvussu tað bar til at samfelagið ikki skrædnaði.

­ Mítt svar er, at tað er ein innari megi í okkara samfelag. Tað er tann samábyrgd, sum er millum fólk í Føroyum. Eg dugi ikki at finna aðra frágreiðing, sigur Hans Pauli.


Sosiala skipanin

og meginreglan

Hann heldur, at samsvar er millum solidarisku meginregluna í teimum sosialu skipanunum og í samlívinum millum fólk..

­ Tað er júst hetta, sum teir borgarligu flokkarnir nú vilja sindra, við at skifta meginregluna um samábyrgd út við borgarligu meginregluni, at hvør skal sæta sær.

­ Hví fer ein 50 ára gamal maður upp í politikk?

­ Eg havi verið eygleiðari í nøkur ár, men nú fari eg at berjast fyri solidarisku hugsjónini.Tað haldi eg best kann gerast í Javnaðarflokkinum, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur, at hansara náttúra ikki er at vera neutralur og óvirkin, og sum er uppvaksin í heimi í Vági, har foreldrini vóru ógvuliga sosial og virkin fólk.

­ Í mínum uppvøkstri fekk eg ósvitaliga instinktið, sum allar mínar lívsroyndir hava ment til sosialt og politiskt medvit, sigur Hans Pauli.


Situr í sínum fílabeinstorni

Hann sigur frá beiggja sínum, ið er sjómaður, og sum hevur havt ómetaliga nógv at týða fyri hann, sum situr í sínum fílabeinstorni, og lesur í tølum. ­ Vit báðir tosa nógv um politik, og eg nýti hesar samrøður til at rætta mínar fatanir, hvussu alt hongur saman.

­ Tað er jú soleiðis, at vit menniskju kunnu hava hvør sín veruleika, og tí er altíð gagnligt at hoyra, hvat onnur hugsa og meina, sigur Hans Pauli Strøm.

­ Hvat er týdningarmesta málið hjá tær í valstríðum?

­ Tað er eitt sindur møtumikið at málið um ríkisfelagsskapin altíð verður tikið fram og pískað upp í skúm. Tað haldi eg vera burturvið, tá so nógv onnur týðandi stórmál krevja at fáa viðgerð.

­ Eitt mál er, at tað er neyðugt at skipa fiskivinnuna og fiskaarbeiðiði á landi, sum nú hongur í leysum lofti.

­ Føroyska samfelagið stendur og fellur ikki við at gera broytingar í ríkisfelagsskapinum. Tað stendur og felllur við, um vit fáa skipað tey viðurskifti, sum eru grundarlag undir tilveru okkara, sigur hann.

­ Annað týðandi mál er at endurskoða okkara sosialu skipanir, sum eru afturúrsigldar. Tað gerst bert um vit byggja á solidarisku sjónarmiðini og umsorgan fyri hvør øðrum, sigur Hans Pauli Strøm.

­ Hvussu metir tú um framtíðina í hesum landi?

­ Vit hava ongantíð havt so nógvar møguleikar sum nú. Samfelagið er komið fyri seg, og vit noyðast ikki longur at berjast, fyri lívinum. Nú skulu vit brúka orku til nýskapandi menningarmøguleikar.

­ Neyvan er nakar ivi um, at oljan verður ein týðandi framtíðarvinna, og møguleikarnir við hesi vinnu eru nógvir - tó at eg neyvan haldi, at tað bert verður til gagns fyri okkum.

­ Spurningurin er, um vit veruliga lærdu nakað av tí sum hendi í 80 árunum, tá vit blástu okkum upp, til vit skrædnaðu.


Politikarar og borgarar ikki somu atferð

Ein av hesum vandum heldur Hans Pauli Strøm er neyðugt at gera nakað við, og fyribyrgja, so at somu skeivleikar, sum vóru gjørdir í 80 árunum, ikki verða endurtiknir.

­ Annað mál er at broyta politiska atferðina. Vit hava sæð í seinastuni, at allar semjur og felags niður-støður verða álaðar sundur av flokkunum og politikararunum.

­ So hvørt sum ein semja er fingin í lag, leggja politikararnir á og petta hana sundur. Av hesum fáa vit eitt eljustríð, sum fólk vamlast við, sigur Hans Pauli og sammetir við hini í samfelagnum.

­ Har er júst tað øvugta galdandi. Tað er kanska størsti politiski trupulleikin, sum vit hava i dag, sigur Hans Pauli Strøm.