Myndin er av vinnarunum 2024

Fiskikapping í Norðoyggjum leygardagin

- Inntøkan av søluni fyri fiskin fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum, Dragin, siga fyrireikararnir av fiskikappingini

 

 

Myndin er av vinnarunum 2024

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 18. oktober.

 

- Veðurforsøgn frá Veðurstovu Føroya sigur í løtuni: Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt. Streymurin tekur til, men verður tó ikki av tí harðasta, so fortreytirnar fyri einari góðari fiskikapping áttu avgjørt at verið til staðar.

 

Soleiðis siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.

 

- Bátarnir loysa um 08-tíðina og skulu verða aftur at landi klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá avreitt er, og síðani verður steypahandan til vinnararnar.

 

Fyrireikararnir vísa eisini á, hvørjar treytirnar eru fyri fiskikappingini: 

 

* Tað einki aldursmark.

 

* Í minsta tveir persónar skulu verða við hvørjum báti.

 

* Tað er ókeypis at luttaka.

 

* Seiður og kongafiskur telja ikki við í kappingini.

 

* Tað er ikki loyvt at fiska framvið aliringum.

 

* Mynstring til kappingina fer fram á Varpabrúnni frá klokkan 7.30. 

 

* Bátarnir skulu verða aftur at landi klokkan 17.

 

* Veiðan løgd upp við NFCS.

 

* Vinnarar eru teir bátar, ið hava fiskað flest kg. fyri hvønn persón.

 

* Størsti fiskur er longsti fiskur í cm.

 

Aftur í ár verða sera góðir vinningar latnir:

 

Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

 

Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

 

Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

 

Størsti fiskur (í longd): Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS )

 

- Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK/GADUS )

 

Fyrireikararnir siga, at inntøkan av søluni fyri fiskin fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum, Dragin.

 

Myndin er av vinnarunum 2024