Nýtt Føroya Sjósavn verður nú til veruleika

Tá landsstýrið nú setti nýggja sjósavnið á fíggjarlógina 2026, tryggjar tað samlaðu fíggingina til verkætlanina

– Prosjekteringin er longu byrjað, og ætlandi skal arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2027.

Tað skrivar Sjósavnið í morgun, sum fegnast um avgerðina hjá landsstýrinum:

 

– Sum ein sjóvinnutjóð mitt í Norðuratlantshavi er eitt sjósavn mest upplagda savnið í Føroyum. 99,5% av Føroyum er hav og mestsum allur okkara útflutningur er fiskur. Hóast hetta eru vit ikki von at kunna eygleiða lívið í sjónum beinleiðis, og kanningar vísa, at børn okkara í alstóran mun missa sambandið við havið.

Nýggja sjósavnið fer at liggja á sama stað sum núverandi sjósavn, við vakra Sandagerði og innsiglingina til Havnina. Bygningurin, ið Arkitektar99 og LOFTI Arkitektar hava teknað, fellur væl inn í landslagið og ger einki nýtt inntriv í lendi ella náttúru.

 

– Ikoniski bygningurin verður eitt eyðkenni fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Savnið verður sera orkuvinarligt og nýskapandi í mun til akvariutøkni. Harumframt fáa mongu frítíðarfelagsskapirnir í økinum atgongd til høli og hentleikar.

Sjósavnið fer at hýsa nógvum av tí, sum livir í sjónum kring okkum og fer tí at geva vitjandi eitt heilt serstakt innlit í lívfrøðina í norðuratlantiska/arktiska havumhvørvinum. Eisini skal sjósavnið, ið ber altjóða heitið “Artic Aquarium – Center for Sustainable Marine Environment” verða ein miðdepil fyri vitan um hetta umhvørvi og skipa fyri framsýningum, ráðstevnum, tiltøkum og kunning til almenningin.

– Vit takka landsstýrinum fyri avgerandi stuðulin, umframt hinum stuðulsveitarunum og øðrum, ið hava hjálpt til at gera hetta til veruleika, sigur nevndarformaðurin Dánial Hoydal.

 

Hesi hava latið fíggjarligan stuðul: Tórshavnar Kommuna, Føroya Løgting, Betri Stuðul, A.P. Møller Mærsk, Fólkatingið, Augustinus Fonden, Louis Hansen Fonden, umframt 6 føroyskar sjóvinnufyritøkur. 

Fakta um nýggja sjósavnið:

 

  • Savnað vídd: 2300 m2 
  • 29 akvarium og 19 rúm
  • Biomassi: uml. 4 tons
  • 840 tons av sjógvi tilsamans 
  • Stórt 700 tons kar til stóran fisk sum kalva, skøtu o.t

 

Føroya Sjósavn