Inntøkan hjá fiskimonnum skal lækkast

Samstundis skal fiskaarbeiðið flytast av flakavirkjunum á landi umborð á skipini so at fiskurin verður virkaður umborð. Tað fer at føra stórt arbeiðsloysi við sær á landi

­ Allur vanligur stuðul skal burtur, eisini íløgustuðulin, sum nú er, og ístaðin skal ein nýggjur íløgustuðul setast í verk, sum skal gera tað møguligt at umbyggja bátar

­ Fiskaarbeiðið skal flytast av flakavirkjunum á landi, umborð á skipini.

­ Fiskidarnir skulu fækkast og verða fult umsetiligir, eisini ímillum øll skipa- og bátasløg.

­ Og hýrurnar hjá manningini skulu lækkast.

Hetta er í stuttum ætlanin hjá fólkaflokkinum við okkara fiskivinnupolitikki komandi árini.

Í stóra, norska fiskivinnublaðnum, Fiskaren, avdúkar fiskimálaráðharri Fólkafloksins, John Petersen, hvørjar ætlanir flokkurin hevur á fiskivinnuøkinum tey komandi árini.

John Petersen sker út í papp, at fólkaflokkurin ætlar stórbroytingar í fiskivinnuni komandi árini, báði a sjógvi og landi.

Og hetta verða broytingar, sum fara at merkjast báði hjá flakafólkinum á landi, og hjá fiskimonnunum umborð.

Og felags niðurstøðan er, at tað verða færri arbeiðspláss í fiskivinnuni, báði sjógvi og landi.


Hýrurnar hjá fiskimonnum skulu lækka

Og samrøðan, sum Fiskaren við føroyska fiskimálaráðharran, prógvar eisini, at tey, sum høvdu skálkin aftanfyri oyrað, táið sjómenn fingu skattalættan, fingu rætt.

Táið fiskimenn fingu skattalættan, vóru tað nógvir politikarar og fakfelagsfólk, sum ávaraðu ímóti hesum, tí tey søgdu hetta varð ikki annað enn ein fjaldur stuðul til reiðararnar, tí prísurin fyri skattalættan bleiv uttan nakran sum helst iva tann, at hýrurnar hjá fiskimonnum skuldu lækka afturfyri.

Skattalættin skuldi gera tað lættari hjá manningafeløgunum at slúka ein lønarniðurskurð.

Hetta avsannaðu báði fólkafloksmenn og aðrir samgongumenn tá.

Men í Fiskaren herfyri avdúkar John Petersen, at tað júst er ætlanin, at reiðarar og manningarfeløg skulu taka uppaftur samráðingarnar um hýrurnar, hóast hann ikki nevnir skattalættan

John Petersen sigur við norska blaðið, at ætlanin við at taka allan stuðul burtur, er at tvinga reiðarar fáa skipini at bera seg.

­ Samstundis er tað ein ábending til reiðarar og manningafeløgini um at taka uppaftur samráðingar um hýrur og hýruprosentini, sigur hann

Og hann skoytir uppí, at hýrurnar og hýruprosentini í Føroyum eru kanska eindømi í øllum heiminum.

Hetta merkir á góðum, gomlum, føroyskum, sjómannamáli, at ætlanin er at hýrurnar hjá føroyskum fiskimonnum skulu lækka tey komandi árini.

Hann nevnir sum dømi í Fiskaranum, at hýruprosentið á einum partrolara er 27%.

Men ískoytini til yvirmenninar ger, at tilsamans verður hýruprosentið til manningina er 43%. Og tað er altso ov nógv eftir fólkafloksins tykki


Arbeiðið flytast av landi, umborð á skipini

Fólkafloksmaðurin avdúkar eisini í Fiskaranum, at ætlanin er at broyta samansetingina av flotanum munandi.

­ Vit skulu hava fleiri frystilínubátar.

­ Teir 19 línubátarnir skulu skiftast út við størri og meiri nýmótans skip.

­ Eisini teir 14 djúpvatnstrolararnir og teir 33 partrolararnir verða nógv broyttir.

­Tann nýggi íløgustuðulin skal gera tað møguligt umbyggja skipini so at tað fer at bera t il at virka fiskin umborð.


Fiskidagarnir á færri hendur

John Petersen sigur eisini, at ætlanin er at miðsavna fiskidagarnar á færri hendur.

Hann ætlar at skapa grundarlag fyri at bátar verða lagdir saman, so at t.d. tvey skip verða seld av landinum og at reiðarin keypir eitt størri skip afturfyri, sum so fær fiskidagarnar hjá hinum báðum.

Á henda hátt ætlar hann at miðsavna fiskidagarnar.

Hann sigur, at eisini fiskidagarnir skulu fækkast í tali og at teir skulu verða fult umsetiligir ímillum øll skipa - og bátasløg.


Stórt arbeiðsloysi á landi

Ætlanin hjá Fólkaflokkinum fekk eitt sindur av umrøðu á tí fyrsta, politiska fundinum í Suðuroynni uppundir hetta løgtingsvalið.

M.a. funnust valevni úr fleiri flokkum fram, at verður ætlan fólkafloksins sett í verk, fer tað at elva til stórt arbeiðsloysi við sær, ikki minst í Suðuroynni, sum at kalla er fiskivinnupláss burturav.

Valevnini vístu eisini á vandan við at miðsavna fiskidagarnar á færri hondum og at gera teir fult umsetiligar ímillum skipa- og bátasløgini.

­ Tað fer at føra við sær, at tað verður kapitalurin, sum fer at stýra allari fiskivinnuni. Og kapitalurin, hann er ikki í Suðuroynni.