Ein atkvøða fyri lívinum

Eins og aðrir flokkar kallaði Kristiligi Fólkaflokkurin til tíðindafund, har teir greiddu frá sínum sjónarmiðjum, valskrá og valtilfari

Teir politisku flokkarnir í Føroyum hava fatað, at tað ræður um at veljararnir fáa kunnleika um hvørjir teir eru.

Kristiligi Fólkaflokkurin hevur hildið tíðindafund og har greiddu teir m.a. frá valskránni og valtilfarinum.

Flokkurin leggur stóran dent á tann menninskjaliga partin, heldur enn at rópa hart um tann búksaparliga og tann rikisrættarliga partin av politikkinum.

Kristiligi Fólkaflokkurin hevur latið gera litríka valskrá, har vart verður gjørt við evnir sum lívsdygd, har m. a. verður sagt, at lívsdygd er annað enn materiellir ágóðar.

Eisini sigur Kristiligi Fólkaflokkurin, at ein atkvøða fyri flokkinum er ein atkvøða fyri lívinum.

Hetta byggja teir á, at flokkurin leggur stóran dent á, at tryggja familjunum góðar umstøður, soleiðis at tað eru stundir til hvønn annan familjuni.

Um tað alheims lívið sigur KrF, at føroyskur trygdarpolitikkur má hava sum endamál at forða fyri kríggi, og tað verður best gjørt sum partur av Nato.

Hetta samsvarar ikki við viðtøkur tingsins um, at Føroyar skulu verða uttanveltaðar, men tað er ein annar spurningur.

Umframt faldarin, so hevur KrF eisini latið gera postkort við ymsum motivum og á baksíðuni á hesum kortum er trygt slagorð.

Ætlanin við hesum kortum er, at tey skulu sendast kring landið, soleiðis at skilja, at talan er um »rekingarkort«.

Tað er kanska eisini neyðugt, tí sambært veljarakanningum fær flokkurin ikki umboð valt á ting hesaferð.

Til seinasta val fingu teir tvey umboð vald, hóast bert eitt er eftir nú, eftir at Jákup Olsen skifti flokk.