krónur og hóast tað er nakað minni enn tað var um ársskiftið í 1997, so er gjaldføri bankans stak gott. Framgongd í rakstrinum Hóast talan er um stórar afturføringar av burturleggingum, so er tað ikki øll orsøkin [...] enn vit, sigur hann. Tað er nú ikki bara úrslitið sum er gott. Bankin hevur eitt solvensprosent uppá 34,4 prosent, og tað er tað hægsta tað hevur verið síðani bankin varð samanlagdur. Samstundis hevur bankin [...] hevur verið til, hevur hann havt eitt samantalt úrslit uppá 1.269 mió. krónur. Ikki so illa farið um, tá ein hugsar um hvørjum standi bankin var í, tá byrjað var. Seinasta roknskaparár gav eitt avlop uppá uml
at tendra sjónvarpið fyri at vissa okkum um, at tað tykist meira aktuelt nú enn nakrantíð áður. Sæð úr hesum sjónarmiði er framsýningin, sum Jehova Vitni júst nú vísa í Norðurlandahúsinum í Havn, bæði týðandi [...] læruríkt »case study«, eitt nú tí hon setur heilt vanlig menniskju í fokus og sostatt setur Holocaust-skelkin í perspektiv. Og tað er eftir míni hugsan avgerandi neyðugt, at vit langt um leingi viðurkenna, at [...] byrjaðu um útlandið at almennakunngera frágreiðingar um yvirgangsframferðina í ríkinum, herímillum kz-legur. Grundleggjandi hugburðurin millum bíbliugranskararnar var framhaldandi eitt ynski um at sleppa
hennara kæru vóru um hana og tað vóru mong, sum stukku inn á gólvið at vitja. At siga heiminum farvæl, um fátt sum fult er áratal, er líka tungt at fata. Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um ommu mína Kitty [...] seinastu tíðina vart tú ógvuliga sjúk og vit vistu, at nú var ikki nógv eftir av tínari tíð. Hóast alt er tað svárt at viðurkenna, at omma er burtur. Um eg hugsi aftur í tíðina, so hevur omma næstan verið [...] binda og brodera, men tað hevði eg ikki tol til. Tá ið barnaskúlin var liðugur og farið var til Oyrarbakka var eg glað, tí at nú slapp eg at húsast einsamøll hjá okkum, men hóast alt, so fór eg hvønn dag, tá
Berkhellá. Onkur vil kanska undrast yvir, hví SEV nú alment upplýsir, at Eiði-1 gevur 21-22 GWh, meðan tað í útbyggingarloyvinum bert er talan um 14,7 GWh. Orsøkin er heilt einfalt hon, at SEV heimildarleyst [...] ov nógv, og byrjar at tala um tekningar av »fundamentinum«, ið ikki eru liðugar enn og um trupulleikarnar at finna »góð vindstøð« í Føroyum ? ja, tað er næstan so, at tað er ikki pláss fyri fleiri størri [...] kr. ger somu nyttu. Men fram um alt stendur tað nú til umboðsnevnd SEVs at syrgja fyri, at neyðuga og sjálvsagda av-leiðingin fyri stýri og stjóra av tí, her er greitt frá um, verður tikin beinanvegin. Tormóður
sjálvsálit til at tora at spæla bóltin í staðin fyri at sparka hann. Tað er ikki minst á sovorðnum ferðum sum tí, sum landsliðið nú er á, at hetta sjálvsálitið skal byggjast upp. Tað eru nítjan spælarar á [...] teimum á hesi ferðini ræður tað meiri um at fáa spælið at hanga saman ? bæði í verjupartinum og í álopsspælinum ? heldur enn at røkka úrslitum. Venjarin sigur, at tað er týdningarmikið, at góðu úrslitini koma [...] sær inn, at venjarin er nøgdur, tá hansara lið tapir, og serliga ikki tá liðið hevur upplagdar málmøguleikar, sum verða misnýttir. Í undankappingardystunum í fjør var í fleiri førum um reppið, at føroyska
liðið. Saman við Rúnu Hentze og Onnu Dalsgaard er Súsanna ein gomul rotta í fakinum og tað hevur liðið havt stóran fyrmun av eftir at Súsanna byrjaði aftur. Hon er sterk í álopinum og dugir væl at berjast á [...] til at koyra settið heim. Fleyr vann annað sett 15-13. Einki eftir Støðan var nú 2-0 og TB hevði so gott sum givið skarvin yvir. Líka mikið hvat tær gjørdu, so var Fleyr tað betri og kundi alla tíðina seta [...] Fleyr a-TB a 3-0 (15-11, 15-13, 15-11) Tað er rættiliga komið ferð á spælið hjá Fleyr í seinastuni. Tær høvdu ilt við at fóta sær móti sterkaru liðunum, hóast dystirnir vóru javnir til tíðir. Men brádliga
seg í finaluna um Prix Føroyar við tveimum bólkum, er kanska eitt sindur óheppið. Hesin trupulleikin er ikki bert galdandi fyri Visible Fish og Clickhaze, tí eisini er bassleikarin í MC Hár, Heri Reynheim [...] av Clickhaze í Prix Føroyar finaluni, er ilt at siga, men havandi i huga, at bólkurin bert er tveir mánaðar gamal, so verður tað sera spennandi at hoyra, hvussu langt tey eru komin, tá ið hann eru nærum [...] sum blásti øll tey, sum vóru í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, um koll við sínum frálíka og intensa tónleiki, sum neyvan er hoyrdur áður undir somu lon. At bólkurin haraftrat einans hevur tveir
javnt 29-29 í høllini á Skála. Sostatt økti Kyndil um leiðsluna, sum nú er trý stig, og harumframt hava Kyndilsmenn spælt ein dyst færri enn H71, sum er á øðrum plássi. Tað vóru annars kollfirðingar, sum [...] tað týdning at vinna, eftirsum tað kundi roknast við, at Kyndil vann í Havn, og kappingin er nú komin so langt, at hvørt mist stig kann gerast dýrt. Dysturin endaði við javnleiki, og aftan á bar til at [...] 40-22 (16-13) Vit hava skrivað tað fyrr, og mikukvøldið hendi tað aftur. Mansliðið hjá Kyndli er so smátt farið at líkjast einum greiðum favoritti til at vinna føroyameistaraheitið, ikki minst tí hini úrslitini
Eftir at skitsuprojektið nú er upprættað og kravfestingarnar skrivaðar, verður farið undir at ?detailprojektera? skipið. Sum høvuðskrøv kunnu nevnast, at skipið verður 155 metrar langt og 27 metrar breitt, [...] Pakkhúsið, sum Smyril Line hevur ognað sær á havnarlagnum í Hanstolm, fær nú ábøtur samstundis sum bygt verður til. Talan er um ein skrivstovubygning á 300 fermetrar og eina kuldagoymslu á 400 fermetrar [...] har ein kann velja ymiskar samansetingar. Eru bert vanligir persónbilar umborð, er rúm fyri umleið 1.000 bilum. Er talan um trailarar á 40 føtur, rúmast umleið 140 trailarar, ella t.d. 500 persónbilar og
stríðið um ?Fólkatryggingina?. Og neyvan hevur Óli Breckmann havt stoltari dag á Løgtingi øll hansara mongu ár sum løgtingsmaður. Og hetta gevur honum sjálvsagt vónir um eisini at vinna slagið um lønarlagið [...] Keypmannahavn aftaná langt innlegg frá Høgna Hoydal um almannapolitikk ásannaði, at við hetta lag fór Høgni at gera Óla arbeiðsleysan sum politikkara. Prísurin, sum Tjóðveldisflokkurin longu nú hevur goldið fyri [...] vóru ikki fólkafloksmenn, men tjóðveldismenn. Um tað so var av samvitskubiti, ella tí teir veruliga meina, at henda skipan er so góð, tað kunnu onnur meta um. Men hvat fer arbeiðsmarknaðurin at siga til