Tjóðveldisflokkurin vann kanska valið, men Fólkaflokkurin vinnur politikkin

13. nov. í fjør setti Óli Breckmann, løgtingsmaður Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu fyrispurning um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði á pensjónsøkinum. Vanliga skulu slíkir fyrispurningar svarast innan 20 dagar, men ikki fyrr enn fyrradagin varð hesin svaraður. Men spyrjarin tók sær ikki tykni av tí seina svarinum, tvørturímóti hann strálaði sum ein sól um svarið, og hevði neyvan verið glaðari, um hann sjálvur hevði skrivað tað.

Og tað kundu Óli Breckmann og Fólkaflokkurin saktans vera. Teir høvdu enn einaferð vunnið eitt slag í samgonguni. Hesaferð stríðið um ?Fólkatryggingina?.

Og neyvan hevur Óli Breckmann havt stoltari dag á Løgtingi øll hansara mongu ár sum løgtingsmaður. Og hetta gevur honum sjálvsagt vónir um eisini at vinna slagið um lønarlagið og kostnaðarstøðið.

Og neyvan hava nakrir politikkarar áður mist politiska trúvirði so skjótt sum tjóðveldismenn og tað serliga stavnamaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal. Ei undur í, at Óli Breckmann á fundi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn aftaná langt innlegg frá Høgna Hoydal um almannapolitikk ásannaði, at við hetta lag fór Høgni at gera Óla arbeiðsleysan sum politikkara.

Prísurin, sum Tjóðveldisflokkurin longu nú hevur goldið fyri at sleppa at spæla víðari við fullveldisprojektinum, er so høgur, at man næstan hevur hug at taka synd í teimum, um fullveldisætlanini heldur ikki eydnast. Men aftur her verður tað Fólkaflokkurin, sum kemur at sita við avgerandi orðinum í samgonguni.

Og meðan alt hetta hendur, situr Óli saman við restini av fólkafloksmanningini og sólar sær í ómegdini hjá Tjóðveldisflokkinum, sum er vorðin reinur ?prügelknabend? hjá Fólkaflokkinum.

Fólkatryggingin setur egoismuna í hásætið og kastar allan solidaritet yvir borð. Lønmóttakarar skulu sjálvir tryggja sær pensjón gjøgnum uppsparing, meðan tey sum ikki megna tað, tey skal tað almenna taka sær av. Jú, meira tú vinnur í vinnuførum aldri, tess meira fært tú í pensjón.

Hetta er og hevur gjøgnum allar tíðir verið góður fólkaflokspolitikkur, men at teir skuldu fáa so lætt spæl við Tjóðveldisflokkinum, tað hevði eingin rætthugsandi trúð. Ikki meir enn hálvtalað orð, so høvdu loysingarmenninir eisini slúkt henda kamelin saman við tí stóra fylgi av kamelum, sum teir longu higartil hava slúkt.

Annars hevði Javnaðarflokkurin saman við Tjóðveldisflokkinum funnið eitt columbus-egg á pensjónsøkinum, tá Samhaldsfasti í seinnu helvt av áttatiárunum varð samtyktur. Tað var talan um nýhugsan, sum onnur enntá hava roynt at brúkt sum fyrimynd. Ein pensjónsskipan, sum fult út er solidarisk, og sum fult út liggur uttan fyri landskassan. Ein solidaritetur, har tey, sum vinna nógv, geva mest til felagsskapin. Ein skipan, sum eisini fevnir um tey, sum av eini ella aðrari orsøk, ongantíð komu út á arbeiðsmarknaðin.

Ein skipan, sum er figgjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. av bæði løntakarum og arbeiðsgevarum, meðan fólkatryggingina gjalda arbeiðsgevararnir einki av.

Samhaldsfasti er ein genial skipan, so um politiskur vilji var til at styrkt hana, so var hon besta alternativið. Samhaldsfasti hevur tíverri havt eins svára lagnu, partvís av borgarligum ágangi og partvís orsakað av búskaparkreppunu, men er tó enn ein veruleiki í dag.

Men nú leyp so Tjóðsveldisflokkurin frá og kastaði eisini á pensjónsøkinum saman við Fólkaflokkinum.

Og tað løgnasta av øllum, sum hendi á tingi í fyrradagin var, at teir ídnastu til at verja hesa nýggju kapitalistapensjónina, tað vóru ikki fólkafloksmenn, men tjóðveldismenn. Um tað so var av samvitskubiti, ella tí teir veruliga meina, at henda skipan er so góð, tað kunnu onnur meta um.

Men hvat fer arbeiðsmarknaðurin at siga til hesa skipan? Hesi hava so enn ikki havt høvi at úttala seg.

Men hin vegin, vit eiga kanska at takka Tjóðveldisflokkinum fyri, at hann longu nú so týðiliga avdúkaði seg sum ein reindyrkaðan borgarligan flokk. Tað var kanska gott, at hetta hendi, áðrenn teir komu longur við fullveldisætlanini.

Hetta er so ein forsmakkur!!!!


Jóannes Eidesgaard