StÍF-H71 29-29 (18-17)
Kyndil-KÍF 40-22 (16-13)
Vit hava skrivað tað fyrr, og mikukvøldið hendi tað aftur. Mansliðið hjá Kyndli er so smátt farið at líkjast einum greiðum favoritti til at vinna føroyameistaraheitið, ikki minst tí hini úrslitini í kappingini eisini laga seg til FM-ætlanirnar hjá Kyndli.
Í bestu sjónvarpstíð mikukvøldið (Champions League-fótbóltsdystur var í sjónvarpinum, og tað helt ivaleyst ein part av vanligu áskoðarunum heima við hús, í øllum førum í Havnini) vórðu tveir av dystunum, sum eru framskundaðir vegna altjóða luttøkuna hjá U18 landsliðnum, avgreiddir, og meðan Kyndil gjørdi av við KÍF í Havn, løgdu StÍF og H71 fót fyri hvønn annan við at spæla javnt 29-29 í høllini á Skála.
Sostatt økti Kyndil um leiðsluna, sum nú er trý stig, og harumframt hava Kyndilsmenn spælt ein dyst færri enn H71, sum er á øðrum plássi.
Tað vóru annars kollfirðingar, sum løgdu best út og vóru á odda 6-3, tá átta minuttir vóru spældir. Men síðani tók oddaliðið dik á seg og kom framum 8-6, og KÍF fekk ongantíð veruliga sambandið aftur.
Fyrri hálvleikur endaði 16-13 til Kyndil, og seinni hálvleikur bleiv ein rættilig málveitsla. Kyndil skeyt 24 mál, meðan KÍF fekk 9. Tilsamans komu ellivu mans hjá Kyndli á málskjúttaralistan, og tað man vera tað mesta hjá nøkrum liði í kappingini higartil. Millum hesar vóru fleiri nýggj nøvn, eitt nú Niels V. Niclasen og Jóhan R. Nielsen umframt ungi málmaðurin Bjarni Arnason, sum skeyt tvey mál ? eitt upp á brotskast og eitt í seinasta sekundinum.
Annars vóru Regin Petersen og Hannis Wardum bestu málskjúttar við 9 í part. Hjá KÍF fekk Vagnur Johannesen eisini níggju mál.
Bæði liðini
mistu eitt stig
Meðan Kyndil vann stórsigur á KÍF í Havn, kempaðu StÍF og H71 sítt egna slag í høllini á Skála. Fyri bæði liðini hevði tað týdning at vinna, eftirsum tað kundi roknast við, at Kyndil vann í Havn, og kappingin er nú komin so langt, at hvørt mist stig kann gerast dýrt.
Dysturin endaði við javnleiki, og aftan á bar til at siga, at liðini høvdu mist eitt stig heldur enn vunnið eitt stig. StÍF og H71 vóru og eru framvegis nummar tvey og trý, men munurin upp til oddaliðið vaks.
Tað var javnt so at siga allatíðina, og í seinna hálvleiki var munurin ongantíð størri enn tvey mál. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði H71 eina leiðslu uppá 10-6, og tað var størsti munur, sum var í dystinum.
Móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdu strandingar ein vørr og komu upp á 17-15. Hálvleiksstøðan var 18-17 til heimaliðið.
Í seinna hálvleiki var StÍF eitt skifti á odda 24-22, men H71 kom upp á 24-24, tá hálvleikurin var hálvrunnin. Seinasta korterið av dystinum skiftust liðini um at skora, so javna støðan helt sær fram til 29-29, sum gjørdist endaliga úrslitið. Eitt úrslit, sum hvørki strandingar ella hoyvíkingar kundu brúka til nakað serligt, men kortini frægari enn at tapa.
Bæði StÍF og H71 hava ein dyst eftir móti Kyndli, men felags er, at bæði skulu hava hjálp frá øðrum fyri at taka fremsta plássið frá Kyndli, sum í løtuni hevur hægstu trumfarnar á hondini.
Kyndil hevur nú 23 stig. H71 og VÍF hava møguleika fyri at koma upp á 26, meðan StÍF kann røkka 25 stigum.
StÍF-H71 29-29 (18-17)
StÍF: Jónleif Sólsker 9, Artur Johansen 7 (1), Pauli Hansen 6, Alexandur Johansen 3, Sveinbjørn Poulsen 2, Elias Hansen 1, Marius Joensen 1.
H71: Hans Guðmundsson 8 (1), Finnur Hansson 7, Halgir Dal Olesen 7, Anfinn N. Debes 3, Hallur Danielsen 2, Svend Poulsen 2.
Ávaringar: StÍF 1, H71 2.
Útvísingar: StÍF 2, H71 2.
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen
Kyndil-KÍF 40-22 (16-13)
Kyndil: Regin Petersen 9, Hannis Wardum 9, Jacob Jónsson 6, Rúni Poulsen 6, Bjarni Arnason 2 (1), Nicolai Balle 2, Uni Wardum 2, Hans-Áki Dahl-Christiansen 1, Hans Andreas Dahl 1, Niels V. Niclasen 1, Jóhan R. Nielsen 1.
KÍF: Vagnur Johannesen 9, Eddi Joensen 7, Petur M. Johansen 3 (1), Ragnar P. Joensen 2, Jákup Dam 1.
Ávaringar: Kyndil 2, KÍF 2.
Útvísingar: Kyndil 1, KÍF 3.
Dómarar úr H71: Petur S. Dahl & Gunnar Djurhuus.