Síðani eftir midnátt hóskvøldið hava Allan Simonsen og hjálparmenninir hjá honum verið í Cádiz í Spania saman við nítjan evnum til landsliðið.
Leygardagin royndu teir seg fyri fyrstu ferð í dysti. Teir spældu aftur seinnapartin í gjár (um ta tíðina tá hetta blaðið fór til prentingar), og í morgin verður almennur landsdystur móti Andorra.
Undan fyrsta dystinum undirstrikaði Allan Simonsen, at í sovorðnum venjingardystum sum teimum á hesi ferðini ræður tað meiri um at fáa spælið at hanga saman ? bæði í verjupartinum og í álopsspælinum ? heldur enn at røkka úrslitum. Venjarin sigur, at tað er týdningarmikið, at góðu úrslitini koma, tá landsliðið skal spæla í EM undankappingini seinni í ár.
Men hóast hesa útsøgnina, so skal eingin billa sær inn, at venjarin er nøgdur, tá hansara lið tapir, og serliga ikki tá liðið hevur upplagdar málmøguleikar, sum verða misnýttir.
Í undankappingardystunum í fjør var í fleiri førum um reppið, at føroyska liðið helt tætt og á tann hátt fekk stig, men so taptu teir alíkavæl við einum máli. Vit minnast 0-1 tapini á útivølli móti Bosnia-Hersegovina og á heimavølli móti Kekkia og 2-1 tapið á útivølli móti Skotlandi.
Hampuligari russarar
Leygardagin seinnapartin æt mótstøðuliðið Sarskov úr næstbestu deildini í Russlandi, og dysturin varð spældur í Deportotivo.
Fótbóltsárið hjá russarum er tað sama sum tað er hjá føroyingum. Hesa tíðina á árinum fyrireika teir seg til eitt nýtt kappingarár, og í tí sambandinum eru fleiri russisk feløg niðri við Miðalhavið, har tað eru heilt øðrvísi umstøður, enn tað eru heima í Russlandi.
Føroyingarnir spældu í fjør móti einum russiskum liði, sum vísti óstortligt og rátt spæl. Teir úr Sarskov spældu eisini kontant, men tað var als ikki at sammeta við tað, sum føroyingarnir upplivdu í fjør, tá teir kendu tað sum um teir settu førleikan uppá spæl.
Søgan endurtekur seg
Vit hava frætt úr Spania, at dysturin var javnur, og at tað vóru fleiri málmøguleikar báðar vegir. Allan Simonsen er væl nøgdur við venjingarstøðuna, sum føroysku spælararnir eru í, men bóltførleikin er sjálvandi ikki komin í hæddina enn.
Eftir ein javnan dyst tapti føroyska liðið 1-0, og úrslitið minnir akkurát um tepru tapini í fjør, sum eru nevnd omanfyri.
Okkara menn løgdu bragdliga fyri, og longu tá tríggir minuttir vóru farnir, høvdu teir møguleika at fáa mál. B36 átti uppspælið í vinstru og royndina móti málinum. Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, spældi í vinstru fram til systkinabarnið Øssur Hansen, hann spældi víðari til John Petersen, sum sneiddi ein av og stakk fram til Jákup á Borg, sum royndi seg við skoti, ið fór dygst framvið málinum.
Sjey minuttir seinni gjørdist tað vandamikið frammanfyri føroyska málinum, eftir at okkara menn høvdu mist í uppspælinum, men Jens Martin bjargaði.
Eftir tólv minuttir var um reppið, at føroyskt uppspæl í høgru hevði mál við sær. HB menninir Jóhannes Joensen og Allan Mørkøre spældu fram, Jákup á Borg, sum var langt úti í borðinum, legði innfyri, og John Petersen stútaði móti málinum, men málverjin megnaði at bjarga til horna.
18 minuttir vóru farnir, tá einasta málið kom. Eftir trunkaspæl frammanfyri føroyska málinum fingu teir skot á, bólturin tók í ein av føroysku spælarunum og snýtti Jens Martin Knudsen. Hetta ljóðar sum ein støða, ið minnir ikki so lítið um avrættingarnar í fjør, tá Bosnia skoraði til 1-0, og tá Skotland økti til 2-0.
Tá ein hálvur tími var farin, var um reppið, at russiska liðið økti, men Jens Martin Knudsen hevði góða bjarging.
Tveir minuttir undan steðginum lyfti Jóhannes Joensen, sum var staddur langt inni á vøllinum, fram til John Petersen, ið hevði skrætt seg leysan av verjuni, men ólukkutíð, so tók heilfluktarin hjá John í skeivu síðuna av stólpanum og fór út av vøllinum.
Í 2. hálvleiki vóru nógvir nærdystir, og kanska lækkaði dygdin í spælinum eitt sindur. Bara tveir minuttir vóru farnir, tá Jákup á Borg ? eftir uppspæl frá Allani Mørkøre og Øssur Hansen ? sendi dygst framvið málinum.
Fimm minuttir seinni var aftur um reppið, at okkara menn vórðu sektaðir, tí teir mistu í uppspælinum, men russarin heilkiksaði, tá hann skuldi royna móti málinum.
Og tá eitt lítið korter var farið kom besti møguleikin hjá føroyingum at fáa mál: Øssur Hansen og John Petersen stóðu fyri uppspælinum, Henning Jarnskor gjørdist púra leysur fyri málinum, men tíverri sendi GÍ maðurin í krovið á russiska málverjanum, og so hendi ikki so nógv afturat. Bæði liðini skiftu nógv út, og møguleikarnir vóru fáir ella eingir.
Nýtt ættarlið
Tað er sætta árið sum venjari hjá føroyska landsliðnum, at Allan Simonsen fyrireikar seg til. Vit hava onkuntíð áður víst á, at hesi árini hevur talan verið um eitt ættarliðsskifti. Av teimum, sum vóru við í Landskrona í 1990 og 1991, eru bara tríggir eftir á venjingarleguni í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre og Jan Dam.
Allan Simonsen hevur ofta sagt, at hann vil hava spælarar á liðið, sum hava góðan bóltførleika, og teir, sum koma á liðið, skulu hava sjálvsálit til at tora at spæla bóltin í staðin fyri at sparka hann. Tað er ikki minst á sovorðnum ferðum sum tí, sum landsliðið nú er á, at hetta sjálvsálitið skal byggjast upp. Tað eru nítjan spælarar á ferðini, og teir sleppa allir at royna seg í dysti.
Liðið
Móti russiska liðnum var føroyska liðið í 4-4-2 uppstilling. Hetta hevur ikki verið tann vanliga uppstillingin hjá Allani Simonsen, men sjálvt um hetta var útgangsstøðan, so tykist tað sum spælistílurin hevur verið rættuliga líkur tí, hann hevur verið undanfarin ár.
Liðið sá soleiðis út: Jens Martin Knudsen ? Jóhannes Joensen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Jens Kristian Hansen ? Henning Jarnskor, Allan Mørkøre, Símun Eliasen, Øssur Hansen ? John Petersen, Jákup á Borg.
Tá 58 minuttir vóru farnir fóru Jóhannes Joensen og Jákup á Borg út, og Pól Thorsteinsson og Heðin á Lakjuni komu inn. Tveir minuttir seinni fór Símun Eliasen út, og Jákup Eli Olsen kom inn.
Eftir 75 minuttir fekk Allan Mørkøre gult kort.
Teir, sum ikki spældu leygardagin, vóru Sunvard Joensen, Óli Johannesen, John Hansen, Julian Johnsson og Uni Arge.