Nýggja Norröna klár í 2002

Gongst sum ætlað kemur ein nýggj Norröna ár 2002

P/F Smyril Line hevði ársaðalfund hósdagin. Í tíðindaskrivi verður sagt, at avlopið aftaná rakstur, rntur og avskrivingar var 17 mio. krónur í 1998 móti einum avlopi á 15,5 mió. kr. í 1997. 3 mió. eru í skatti, so nettoavlopið er 14 mió. kr.

Í 1998 hevði Norröna 2 vetrarleigumál. Harumframt varð eisini ein páskatúrur gjørdur til London og ein páskatúrur til Abredeen í oktober.

Summarsiglingin í 1998 var væl betur enn í 1997. Metingar í dag vísa, at summarið í 1999 verður heldur betri enn í 1998. Eisini hevur Norröna sum kunnugt verið í vinnu í vetur.

Norröna lýkur øll altjóða trygdarkrøv út um ár 2000.

Nevndin varð øll afturvald á ársaðalfundinum.


Fíggjarstøðan góð

Fíggjarstøðan í felagnum er rímuliga góð. Norröna verður so at siga útgoldin við komandi ársskifti, og onnur skuld í felagnum er lutfalsliga lítil.

Vallaraheimið, ið Smyril Line letur byggja vestan fyri Hotel Föroyar, verður klárt at taka ímóti gestum nú til páskir. 98 seingjarpláss eru í húsinum umframt allar hentleikar, ið hoyra einum nútímans vallaraheimi til. Eitt hevur vallaraheimið myntvaskarí, trygdarboksir, sjónvarp o.a.

Pakkhúsið, sum Smyril Line hevur ognað sær á havnarlagnum í Hanstolm, fær nú ábøtur samstundis sum bygt verður til. Talan er um ein skrivstovubygning á 300 fermetrar og eina kuldagoymslu á 400 fermetrar. Hetta arbeiðið skal standa liðugt til hálvan mei.


Nýtt skip

Leiðslan í Smyril Line sigur seg vera greiða yvir, at Norröna er vorðin ov lítil til tørvin í summarhálvuni. Í tí sambandi hevur felagið latið gera eitt skitsuprojekt til nýbygning, ið kann loysa Norrönu av á vári 2002.

Eftir at skitsuprojektið nú er upprættað og kravfestingarnar skrivaðar, verður farið undir at ?detailprojektera? skipið. Sum høvuðskrøv kunnu nevnast, at skipið verður 155 metrar langt og 27 metrar breitt, umleið 30.000 bruttotons og 5.000 tons deyðvekt við eini miðalferð á í minsta lagi 22 sm/t. Skipið skal kunna føra 1.500 ferðafólk umframt manning.

Skipið kemur at hava 2 dupult bilkdekk, har ein kann velja ymiskar samansetingar. Eru bert vanligir persónbilar umborð, er rúm fyri umleið 1.000 bilum. Er talan um trailarar á 40 føtur, rúmast umleið 140 trailarar, ella t.d. 500 persónbilar og 70 trailarar.

Skipið verður annars smíðað og útgjørt til tann tørv, ið tíðin krevur, og ikki minst til tær royndir, reiðaríðið hevur av at føra fólk og farm í Norðuratlantshavi alt árið, har viðskiftafólk nú og óivað meira í framtíðini seta stór krøv til vælveru, virkisføri og neyvleika.


Leiga annað skip

Smyril Line samráðist í løtuni um at leiga eitt sokallað ro-ro skip, ið skal sigla við farmi ta tíðina, ið Norröna er í summarsigling, frá hálvum mei til hálvan september.

Væntandi verður sáttmáli undirskrivaður fyrsta dagin, sigur leiðslan í Smyril Line í tíðindaskrivinum.