Fleyr a koppaði TB a

Flogbóltur, kvinnur: TB a var í Havn leygardagin og vitjaði Fleyr, men tí fingu tær ikki nóg burturúr. Fleyr a vann dystin 3-0 og tað var heilt greitt tí, at tær vóru betir enn gestandi liðið

Fleyr a-TB a 3-0

(15-11, 15-13, 15-11)


Tað er rættiliga komið ferð á spælið hjá Fleyr í seinastuni. Tær høvdu ilt við at fóta sær móti sterkaru liðunum, hóast dystirnir vóru javnir til tíðir. Men brádliga vendi og Fleyr fór at vinna teir dystirnar, sum tær áður høvdu tapt. Útidystirnir móti Drátti og TB góvu knappliga stig til havnaliðið, og tað hjálpir sjálvandi í kappingini.

Leygardagin hevði Fleyr a vitjan av TB a, men talan gjørdist ongantíð um nakran serligan spenning, tí til tað vóru fleyrkvinnurnar alt ov góðar.

Tær settu seg á dystin frá byrjan og loyvdu ongantíð TB at koma framat.

Tað skal eisini sigast beinanvegin, at Fleyr hevur fingið munandi styrk síðan Súsanna McBirnie kom aftur á liðið. Saman við Rúnu Hentze og Onnu Dalsgaard er Súsanna ein gomul rotta í fakinum og tað hevur liðið havt stóran fyrmun av eftir at Súsanna byrjaði aftur.

Hon er sterk í álopinum og dugir væl at berjast á baklinjuni.

Spælið var rættiliga einstáttað í fyrsta setti hóast munurin á liðunum ikki var tann stóri. Fleyr var allatíðina frammanfyri og tað endaði eisini við, at tær vunnu settið 15-11.


Hildu fram

Fleyr koyrdi á í sama sporið í øðrum setti. Tær hildu fram við at trýsta TB í álopinum og tær hildu fram við at trýsta tær í servunum. Hetta var meir enn TB kláraði at standa ímóti, og tí taptu tær eisini annað sett.

Men tað var ikki meiri enn so tá tað til stykkis kom. Venjarin hjá Fleyr gjørdi nakrar útskiftingar sum annað sett leið, tí hann kendi á sær, at nú var støðan trygg.

Hesar útskiftingar vístu seg tó at órógva meir enn gott var í fyrsta umfari, tí tær høvdu við sær, at TB kom afturíaftur í øðrum setti. Tær nærkaðust Fleyr so mikið at venjarin fór aftur til upprunauppstillingina og tað var nóg mikið til at koyra settið heim.

Fleyr vann annað sett 15-13.


Einki eftir

Støðan var nú 2-0 og TB hevði so gott sum givið skarvin yvir. Líka mikið hvat tær gjørdu, so var Fleyr tað betri og kundi alla tíðina seta ferð á spælið.

Byrjanin á triðja setti var tí tann sama sum í øðrum, har tað var Fleyr, sum setti dagskránna.

Tær fóru langt framum og enn einaferð royndi venjarin við eini útskifting fyri at allir leikararnir skuldu kunna halda seg í gongd. Og enn einaferð var støðan tann sama. TB fór aftur at nærkast so mikið, at Fleyr gjørdi enn eina útskifting, sum hevði við sær at spælið gjørdist støðugari.

Hetta var nóg mikið til at vinna triðja sett 15-11 og harvið dystin 3-0.