1. FNU heitir á avvarðandi myndugleikar
at steðga Eiði-3 verkætlanini
Undir heitinum »Eiði-3 verkætlanin má steðgast« sendi FNU (Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag) í nov. 1996 eitt álit til løgtingið, landsstýrið, umboðsnevnd SEV?s og SEV stýrið, har víst varð á, at tað var umhvørvisliga, tøkniliga og búskaparliga skeivt at fremja ætlanina, tí:
a.
Tað hevði als ongan skund at økja um framleiðsluna, tí nýtslan (tá) var á somu legu sum fyri 11 árum síðani. (Nýtslan er í dag áframt sum fyri 11 árum síðani ? tvs. sum í 1987/88).
b.
Eiði-3 verkætlanin er ein umhvørvisliga sera vandamikil og náttúruoyðandi ætlan.
d.
Eiði-3 ætlanin er tøkniliga og búskaparliga skeiv, tí tað finnast í allar mátar skilabetri útbyggingarmøguleikar í útnyrðingspartinum av Eysturoynni, ið geva 2-3 ferðir so nógva orku sum Eiði-3 fyri uml. sama kostnað, og har tey skaðiligu árinini av útbyggingini á náttúru og umhvørvi eru minimal. (Framsetingin her var m.a. grundað á seinastu avfallsmátingarnar (1994) í økinum, frá dagførdum eindarprísum frá m.a. byrgingini í Villingardali, frá framdu Eiði-1 útbyggingini og frá kanningum á staðnum).
2. SEV velur ta um-
hvørvisvandamiklu
og dýrastu loysnina
Eiði-3 verkætlanin er mett at geva uml. 11 mill. kWh fyri uml. 111 mill. kr. (uttan byggilánsrentur) ? tvs. kr. 10,- pr útbygdan kWh/ár.
FNU-verkætlanin er mett at geva 30 mill. kWh fyri uml. 129 mill. kr. (uttan byggilánsrentur) ? tvs. kr. 4,30 pr útbygdan kWh/ár.
Vindmyllur vildu sambært álitið komið uppá í mesta lagi kr. 3,- pr útbygdan kwh/ár. Tá var roknað við at ein 1.000 Kw mylla framleiddi uml. 2,5?3 mill. kWh pr ár og kostaði ? høgt mett ? uppsett og íbundið háspenningskervið o.u. 7 mill. kr. Hetta merkir at 4 vindmyllur á 1.000 kW fyri tilsamans o.u. 28 mill. kr. høvdu givið líka nógva orku sum øll Eiði-3 verkætlanin (ið sum nevnt er kostnaðarmett til 111 mill. kr., men sum helst tá avtornar neyvan fer undir 150 mill. kr.).
Eg skal venda aftur til loysnina við vindmyllum.
3. »Rættið f...... lítla-
fingur ? og hann
tekur alla hondina!
Sum kunnugt hevur SEV í hyggju at útbyggja alla vatnorkuna í útsynningspartinum av Eysturoynni ? tvs. partin millum Funningsfjørð/Skálafjørð og Sundini. Vatnið úr øllum áunum oman fyri uml. 150 m hæddarleguna skal flytast gjøgnum tunlar ? uml. 40 km tilsamans!!! ? til Eiðisvatn og harfrá til eitt kraftverk (»Eiðisverkið«) við sjóvarmálan niðan fyri vatnið.
Verkætlanin er býtt í 4 partar: Eiði-1 (14,7 GWh), Eiði -2 (18,6 GWh), Eiði-3 (11GWh) og Eiði-4 (9,3GWh). Her fevna Eiði-1 og Eiði-2 um áirnar, ið renna í Sundini, meðan Eiði-3 og Eiði-4 fevna um tær, ið renna í Funningsfjørð og Skálafjørð. Eiði-1 gongur suður til og við avfallsøkið til Trogará og Eiði-3 til og við avfallsøkið til Berkhellá.
Onkur vil kanska undrast yvir, hví SEV nú alment upplýsir, at Eiði-1 gevur 21-22 GWh, meðan tað í útbyggingarloyvinum bert er talan um 14,7 GWh. Orsøkin er heilt einfalt hon, at SEV heimildarleyst hevur víðkað Eiði-1 til eisini at fevna um uml. 1/4?1/3 av Eiði-2!
»Eiðisverkið« varð sett í rakstur 28. apr. 1987. Tá var bert tann norðari tunnilin í nýtslu. Syðri tunnilin varð liðugur »til jólar 1988 og tikin í nýtslu eftir ársskiftið« (sambært skriv 30.07.97 frá SEV til Yvirfriðingarnevndina).
23.02.88 hevði SEV søkt Friðingarnevndina fyri Eysturoynna um at fáa loyvi at víðka tunnilsboringina suður til Skálá. Umsóknin varð ikki gingin á møti, og SEV kærdi (12.07.88) avgerðina til Yvirfriðingarnevndina, sum í skrivi dagfest 23.01.89 gevur SEV umsøkta loyvi. Nær ? ella um ? landsstýrið gav SEV loyvi at víðka útbyggingina suður til Skálá er ókent. Loyvið frá Sunda kommunu er dagfest 10.07.89.
Tá komið var suður til loyvismarkið fyri Eiði-1 (nov./des. 1987?) helt SEV áfram við tunnilsboringini suðureftir inn í Eiði-2 økið heilt fram móti Skarðsá/Skálá og, sum skilst uttan loyvi frá nevndu avvarðandi myndugleikum. Í nevnda skrivi til Yvirfriðingarnevndina »umber« SEV seg við, at í Eiði-2 økinum vóru skaktirnar í tunnlinum »boraðar soleiðis at umleið 1?2 m vóru eftir áðrenn komið var upp í áirnar. Tá loyvið frá Yvirfriðingarnevndini, dagfest 23. januar 1989, var móttikið, vóru áarinntøk og skaktir gjørd liðug« ... »Talan hevur sostatt ikki verið um at bygt nakað í lendinum, ella tikið vatn úr áunum uttan loyvi frá Friðingarnevndini«. Yvirfriðingarnevndin er eyðsýnt samd við SEV, tí í brævi til FNU dagfest 20.08.97 vísir nevndin (v/ J. Schultz-Hansen, dómara) til brævið frá SEV og viðmerkir samstundis, at »at der ikke forud for tilladelsen af 23. januar 1989 er foretaget arbejder, som krævede tilladelse fra naturfredningsmyndighederne«.
Nú var tað ikki uml. 4 km »luft« men grót, ið SEV heimildarleyst tók út úr Eiði-2 økinum. Hetta kravdi at í hvussu so er o.u. 30.000 m3 av gróti skuldu út »í lendið« onkustaðni, so tá SEV og Yvirfriðingarnevndin vilja vera við, at eingin broyting varð framd í lendinum, er hetta beinleiðis ósatt. ? Og hvør skuldi goldið tær o.u. 15/20 mió. krónurnar, ið henda tunnilin kostaði, um Yvirfriðingarnevndin ella onkur annar av teimum avvarðandi myndugleikunum høvdu sagt »nei« til sjálvtekt SEVs?
FNU hevði í umrødda áliti til løgtingið v.fl. (sjá pkt. 1) víst til hesa sjálvtekt SEVs og nevndi tí eisini vandan fyri at tað sama fór at henda við Eiði-3 verkætlanini: At tá tunnilin var komin suður til og við avfallsøkið til Barkhellá (loyvismarkið), kom SEV óivað at halda fram inn í Eiði-4 økið, so bæði Vesturdalsá og Fjarðará vórðu mest sum turrlagdar. Harvið vildi eisini tann lívfrøðiliga viðbrekni Skálafjørðurin lætt komið í vanda fyri somu vanlagnu sum Funningsfjørður. Annars átti ein so sjáldasama vakur dalur sum hann millum Funningsbotn og Skálabotn at verið friðaður fyri langari tíð síðani.
Sum umboð fyri FNU í »Krosskast«-sendingini (19.03.97) um Eiði-3 verkætlanina, var ætlanin mín m.a. júst at vísa á nevndu sjálvtekt SEVs, tá Eiði-1 varð útbygt, og í tí sambandi nevna vandan fyri at tað sama helst fór at endurtaka seg við Eiði-3 verkætlanini. SEV-stjórin varð kunnaður um hetta beint áðrenn sendingina, men sýtti fyri at luttaka, um eg nevndi hesi viðurskifti. Tílíkar »illgitingar« kundi hann ikki góðtaka, tí SEV hevði als ongar ætlanir at fara suður um loyvda markið. Men tað má hann so hava havt álíkavæl, tí 3. nov. 1998 sigur hann við Dimmalætting: »Samstundis heldur vatnorkuútbyggingin fram til Vesturdalsá og søkt verður um neyðug loyvi. Hetta er ein íløga uppá 14,6 milliónir krónur«.*)
Eg kenni meg sannførdan um, at høvdu avvarðandi lokalu myndugleikar, tá teir góvu loyvi til Eiði-3, vita, at ætlanijn var eisini at taka Vesturdalsá, ja, so hevði einasti útvegur hjá SEV at framt ætlanini verið ognartøka. ? Og tað hevði verið ein dýr og drúgv loysn fyri SEV!
4. K. Weihe: 4 vind-
myllur á 5 mió. kr.
geva somu orku sum
alt Eiði-3 (111 mió. kr.)
Nei, tú lesur ikki skeivt, hóast sjálv orðingin hjá SEV-stjóranum er eitt sindur øðrvísi. Eg sipi her til eitt viðtal um vindmyllur við K. Weihe í Sosialinum 21. jan. Her sigur hann, at SEV hevur keypt eina 730 kW vindmyllu, ið uppsett kostar uml. 5 mió. kr. Hon er 5 ferðir so stór sum tann, ið stendur oman fyri Nes í Eysturoynni, og sum vit vita gevur uml. 600.000 kWh um árið. Rokna vit nú við á leið somu vind-viðurskifti fyri nýggju mylluna, kunnu vit rokna við at hon kemur at framleiða uml. 3 mió. kWh árliga ? tvs. 4 myllur av sama slagi koma at geva o.u. 12 mió. kWh. Eiði-3 (upprunaætlanin) gevur sum kunnugt 11 mió kWh. Í krónum svarar hetta til: 20 mió kr. mótvegis 111 mió kr. Ein munur uppá slakar 100 mió kr.
Tað nýggja í hesum er ikki tørvandi vitan um orku frá vindmyllum ? fjølmiðlarnir hava seinastu mongu árini lutvíst verið á tremur við uppskotum/tilboðum um at seta upp vindmyllur víða hvar kring landið, og danskir serfrøðingar (teir teljast millum teir fremstu í heiminum á økinum) skíra Føroyar sum eitt »eldorado« fyri vindmyllur. Nei, tað nýggja er at SEV-stjórin ? heilt vist uttan at vilja tað ? viðgongur, at her og nú hevði rætta loysnin verið vindmyllur!
Í nevndu samrøðu við Sosialin reypar SEV-stjórin í byrjanini óført yvir nýggju vindmylluna, men so skilir hann helst, at hann hevur sagt ov nógv, og byrjar at tala um tekningar av »fundamentinum«, ið ikki eru liðugar enn og um trupulleikarnar at finna »góð vindstøð« í Føroyum ? ja, tað er næstan so, at tað er ikki pláss fyri fleiri størri vindmyllum í landinum. Hann endar tó við at siga »um onnur støð, ið møguliga kunnu brúkast, finn-ast aðrastaðni í landinum, so koma hesi einaferð í tíðini eisini upp á tal«.
Gaman í at tú í Danmark, har undirgrundin yvirhøvur er leirur og sandur, er noyddur at stoypa stór og sterk fundamentir til myllurnar, men hjá okkum hevur Várharra longu skipað fyri heimsins bestu »myllu-fundamentum«, tá hann fyri hundraðtúsundir av árum síðani skapti kilometurtjúkku basaltundirgrund okkara. Men hetta veit helst ikki høvuðsráðgevi SEVs, ið situr onkustaðni í Danmark og teknar vindmyllu-fundamentir til Føroyar - - -
Og hvat skal ein svara til »trupulleikarnar« við at finna rætta vindin í Føroyum?
5. Umboðsnevnd SEVs
og avleiðingar
Sama hvat sum seinastu 15-20 árini hevur verið sagt um fyrimunir við vindmyllum í Føroyum, so hevur SEV kveistrað allar tílíkar framsetingar til viks. Helst hevur dulda orsøkin verið sáttmálin við Højgaard & Schultz (H & S), men hin vegin er tað undir øllum umstøðum púra greitt, at tað fyri nógv hin størsta partin av umboðsnevndarlimunum hevur verið og eru orð SEV-stjórans, ið altíð hava vigað mest.
Tað sama kann sigast um útbygging av vatnorkuni í Eysturoynni. Her eru umhvørvisvinarligir orkuoptimalar og nógv bíligari »Agenda 21»-loysnir vrakaðar til fyrimuns fyri dýrar H & S-verkætlanir, ið geva 50% minni orku, og har afturat turrleggja helmingin av áunum í Eysturoynni.
Tað SEV-stjórin í veruleikanum sigur í Sosialinum 21.01.99 er sum nevnt, at 4 vindmyllur fyri tils. 20 mió kr. geva somu orku sum alt Eiði-3, ið er/var kostnaðarmett til 111 mió kr. Tvs. ein munur uppá slakar 100 mió kr.
So altráður stjórin var eftir at greiða frá um nýggju mylluna, hugsaði hann ikki um fylgjurnar av upplýsingunum: At hann her í veruleikanum heldur bæði løgting, landsstýri og ikki minst sína egnu umboðsnevnd fyri tað turra spott! Tí hvør vil fremja eina íløgu (Eiði-3), sum kostar 5 ferðir so nógv sum ein onnur (4 vindmyllur), tá úrslitið (framleidda elorkan) er tað sama fyri báðar?
Spurningurin átti ikki at verið settur, tí svarið er sjálvsagt. Men júst tí at ein stórur meiriluti av umboðsnevndini (hægsti myndugleiki SEVs) altíð hevur darlað trúfast í hølum stjórans/H&S? ? sama hvat sgat og ávarað hevur verið ímóti útbyggingini av óheftum serfrøðingum bæði her heima og uttanlands ? júst tí er tað eitt krav at umboðsnevndin nú »svarar« spurninginum, so avleiðingarnar fyri stýri og stjóra ikki eru til at misskilja.
Nevnda »umbering« (sjá pkt. 4): At tað finnast so fá »góð vindstøð« í Føroyum, er sjálvandi tað reina volapykk.
100 mió kr. standa uppá spæl ? ein munandi partur av upphæddini kann enn bjargast, men tað hevur skund, og tá má eisini Yvirfriðingarnevndin siga »nei« til umsókn SEVs at bora víðari inn í Eiði-4 og turrleggja Vesturdalsá og Fjarðará.
6. Grøna, gula og bláa
álitið: 10% av Føroyum
reg. avfallsøki.
86 km tunnlar
20 ár eru liðin síðani almennu Føroyar fingu at vita um stóru verkætlanina hjá SEV/H&S: Útbygging av vatnorkuni í Vágoy, Streymoy og Eysturoy. Álitið í málinum (dagfest 5. febr. 1979) ? eisini rópt »Grøna álitið« ? var grundað á eini mettanvøkstur í elnýtsluni uppá í meðal 6% árliga næstu 12 árini, og var ætlanin at arbeiðini skuldu byrja ? fyrst í Vágoynni ? longu á sumri 1979. So varð ikki, tí óheftar kanningar av málinum (m.a. »Berdal-álitið«) sýndu tøkniligar og umhvørvisligar veikleikar, ið ikki kundu góðtakast. Ein endurskoðað ætlan ? »Gula álitið« 20.07.1981 ? fekk somu lagnu, meðan 3. ætl-anin (»Bláa álitið«, 25.03.82) at enda varð góðkent av landsstýrinum 05.07.82 ? tó so, nú skuldi ikki byrjast við Vágoynni, men við Eysturoynni, og her varð loyvi sum kunnu bert givið fyri økini Eiði-1 og Eiði-3.
Áhugavert er at sammeta lyklatølini (samanlagt fyri Vágoy, Streymoy og Eysturoy) frá 1. og seinastu verkætlan SEV/H&S?. Tað er hóast alt ikki meira enn 3 ár millum tær.
???????????????????????????????????????????????????????????????????????
Lykatøl SEV/H&SÆtlanin 05.02.79Ætlanin 25.03.82
???????????????????????????????????????????????????????????????????????
Kostnaður tilsamans306 mió kr.716 mió kr.
????????????????????????????????????????????
Framleiðsla pr. ár91,3 mió kr. kWh121,9 mió kWh
????????????????????????????????????????????
Brunnar49,6 mió m383,3 mió m3
????????????????????????????????????????????
Reg. avfallsøki122 km2143 km2
????????????????????????????????????????????
Tunnilslongdca. 68,5 kmca. 86 km
????????????????????????????????????????????
Anleggsvegirca. 34 kmca. 34 km
???????????????????????????????????????????????????????????????????????
Støðið undir ætlanini var sum nevnt ein mettur elorkuvøkstur uppá í meðal 6% árliga næstu 12 árini ? tvs. ein vøkstur frá ca. 150 mió kWh (1979) til ca. 320 mió kWh (1991). Í einari greinarøð »Nakrir grønir viðmerkingar« í bløðunum í mai/sept. 1982 vísti eg á, at ein tílíkur vøkstur í elnýtsluni var fullkomuliga órealistiskur, tí hann vildi aftur kravt ein vøkstur innan vinnulívið, ið vit als ikki megnaðu. Mín metan her var ein meðalvøkstur í sama tíðarskeiðið uppá kanska góð 2%, tvs. ein vøkstur frá 150 mió kWh (1979) til ca. 195 mió kWh (1991). Samlaða elframleiðslan í 1991 var ca. 200 mió kWh, og uttan júst Eiði-1 útbyggingina seinast í 80?unum hevði eg helst rakt heilt beint ? men tað kundu eisini øll, ið høvdu fylgt við tøkniligu menningini innan bjálving, ljós, innfrysting osfr. síðani miðskeiðis í 70?unum.
Annars síggja vit, at vórðu ætlanir H&S/SEVs fylgdar, so var í dag 10% av landinum regulerað avfallsøki, og Vágoy, Streym-oy og Eysturoy vórðu gjøgnumgataðar av tunlum ? 86 km tilsamans!
Til alla lukku tóku vága-fólk sær um reiggj og fingu friðað Fjallavatn.
7. Samanumtikið
Hesir viðmerkingar eru fyri mong helst alt ov drúgvir, og nógv eru óivað tey sum siga: »Hví ikki gloyma tað sum er farið og heldur frøast yvir, at nú verða vit leys av H&S-sáttmálanum? Her meini eg, at vit koma ikki uttan um hendingarnar árini 1978/-81, skulu vit í heila tikið skilja ta hørðu mót-støðu, ið útbyggingarætlanirnar hjá H&S/SEV fingu tá, og sum hevur staðið við síðani.
Árini 1978/-81 vil eg skíra sum tey, tá tilvitska okkara um náttúru og umhvørvi av álvara vaknaði ? kanska fremst av ætlanunum at turrleggja meginpartin av áunum í Vágoynni og Eysturoyni og samstundis gera avbera vøkru vøtini Fjallavatn og Eiðisvatn til vatngoymslubrunnar. Men eisini ætlan IRF?s um sama mundi, at byggja eina ruskbrennistøð fyri alt landið beint við Toftavatn gjørdi sítt til at vekja kenslurnar.
Stovnan av FNU Grækarismessudag 1980 var eisini eitt beinleiðis úrslit av hesari »tilvitskuvaknan« fyri skapanarverkinum ? ella lat meg heldur siga »endurvaknan«, tí hevur ikki øll okkara mentan og siðalag júst sínar røtur í djúpari virðing fyri skapanarverkinum?
Tað var ikki neyðin, sum í 1982 vildi tvinga okkum at gjøgnumgata oyggjarnar við tilsamans uml. 90 km tunnlum (18 ferðir undir Vestmannasund) og týna fagrastu fjallavøtn okkara.
Tað var heldur ikki tí ? sum víst hevur verið á ? at tað ikki finnast aðrar bæði ódýrari, skilabetri og fram um alt: umhvørvisvinarligar loysnir fyri útbygging av vatnorkuni.
Undir øllum umstøðum er tað tí fullkomiliga skilaleyst nú at geva SEV loyvi at bora víðari inn í Eiði-4 økið fyri 14,6 mió kr. og vinna o.u. 3 GHw, men harvið turrleggja Vesturdalsá og Fjarðará, tá SEV-stjórin sjálvur váttar, at ein 750 kW vindmylla fyri 5 mió kr. ger somu nyttu.
Men fram um alt stendur tað nú til umboðsnevnd SEVs at syrgja fyri, at neyðuga og sjálvsagda av-leiðingin fyri stýri og stjóra av tí, her er greitt frá um, verður tikin beinanvegin.
Tormóður Dahl
*) í sama viðtali við Dimmalætting reypar SEV-stjórin óført av at elprísurin til ídnaðin er lækkaður úr kr. 1,25 pr kilowattíma í 1991 til í dag kr. 0,60, men »gloymir« at upplýsa, at lækkingin skyldast fyrst og fremst høga elprísin, ið vanligi abonnenturin má rinda, og harnæst at landsstýrið subsidierar elprísin til ídnaðin við stórari milliónaupphædd árliga ? tvs. yvir skattin hjá borgarunum.
Tormóður Dahl










