So kom tann dagur, sum vit í eina tíð høvdu væntað fór at koma. Hesa seinastu tíðina vart tú ógvuliga sjúk og vit vistu, at nú var ikki nógv eftir av tínari tíð. Hóast alt er tað svárt at viðurkenna, at omma er burtur.
Um eg hugsi aftur í tíðina, so hevur omma næstan verið ein »eyka mamma« fyri meg. Mamma og babba arbeiddu bæði úti og omma vildi, at vit skuldu vera hjá henni. Eg fór oman á Trøðna hvønn morgun og plagdi at sita inni hjá ommu og abba fyrrapartin. Tá ið børnini komu úr skúlanum, fór eg út at spæla. Um tað regnaði ella vit spældu í ánni, so plagdu vit at koma rennvát inn og fingu turr klæði og onkuntíð vóru eisini bollar og kakao á borðinum. Eg minnist so týðuliga, at omma og abbi royndi at læra meg klokkuna og tað eydnaðist. Men omma royndi eisini atl æra meg at binda og brodera, men tað hevði eg ikki tol til.
Tá ið barnaskúlin var liðugur og farið var til Oyrarbakka var eg glað, tí at nú slapp eg at húsast einsamøll hjá okkum, men hóast alt, so fór eg hvønn dag, tá ið komið var aftur úr skúlanum, inn at fáa mær døgurða og tað hoyrdi við, eisini nú eg ikki búgvi í Hósvík longur, at eg kom næstan ongantíð til Hósvíkar uttan at hava verið inni hjá ommu og abba. Omma royndi altíð at vera ein stuðul hjá okkum ommubørnunum og tá ið eg og Kitty spældu til næmingakonsert í skúlanum vóru ikki nógv fólk, men omma var altíð við. Omma vísti altíð áhuga í tí vit gjørdu og dugdi væl at lurta eftir, um nakað var á vási.
Ein dagin eg koyrdi fram við húsunum niðri á trøðni, legði eg til merkis, uttan at gera tað við vilja, at eg altíð hyggi í køksvindeygað at leita eftir einum kroppi, sum stendur aftan fyri gardinurnar og antin vaskar upp ella matgerð. Hesin kroppur er nú vorðin ein skuggi og eg komi altíð at minnast hann sum ein týdningarmiklan part í lívi mínum og tá ið eg eri kedd ella leingist illa eftir at hava ommu í mínum lívi, so seti eg filmin Barbara á og hugsi um hvat omma hevði rátt mær til, ella hvat hon hevði gjørt. Omma hevur altíð verið ein hollur stuðul í familjuni og hevur altíð verið til reiðar at hjálpa. Hetta sást eisini ta síðstu vikuna, hon hevði eftir av lívi sínum. Øll hennara kæru vóru um hana og tað vóru mong, sum stukku inn á gólvið at vitja.
At siga heiminum farvæl,
um fátt sum fult er áratal,
er líka tungt at fata.
Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um ommu mína Kitty Mørkøre.
Eyðgerð