goymt antin sum feitt ella stívilsi í livrini, vøddunum ella hjartanum. Meira enn 15 ymisk sløg av GGB eru kend í løtuni. Tað slagið, sum vit hava sæð í Føroyum, hevur frámerkið »III A, amyloglukosidasu [...] merkja nakað til sjúkuna í fyrstani, halda vit, at tað er rímiligt at upplýsa bæði starvsfólki innan heilsuverkið og almenningin í Føroyum eitt sindur um hesa sjúkuna. Aftaná at tú hevur etið, verður yvirskotið [...] og at umlaga tað til sukur, tá blóðsukrið lækkar. Í minsta lagi 12 fólk í Føroyum hava GGB III A. Til samanberingar verður mett at umleið 100.000 fólk í allari verðini hava sjúkuna. Hetta kundi bent á,
ella figurum. Tú ert ein Pokémon-venjari í spælinum, sum skal gera tínar Pokémonar sterkari og sterkari, so at teir vinna á hinum, og teir mennast alla tíðina. Í teimum kristiligu miðlunum hevur leingi verið [...] Nógv hevur verið at hoyrt og sæð um tann sonevnda Pokémon seinastu tíðina. Børn í øllum aldri flokkjast um hesar verur, ið líkjast lítlum ódjórum. Men hóast hetta, er almikil gravgangur eftir teimum. Ongantíð [...] Ongantíð áður hevur ein vøra selt so nógv. Bara í USA eru yvir 4. mió. telduspøl seld. Og sambært New York Times hevur Nintendo brúkt yvir 20. mió. dollarar, at marknaðarføra Pikachu og hinar Pokémonarnar
Íslandi hevur tú at kalla ikki havt eitt fullfíggjað lív (her taki eg dýran til), um tú ikki eisini hevur skrivað bøkur ? tað sama ger seg fyri ein part galdandi í Frankaríki ? meðan tað enn í heysinum á mongum [...] men so er í ár, og tískil eru trettan bøkur í uppskoti. Latið okkum snúgva okkum til landið, sum í hondbólti kappast um norðuramerikanska meistarheitið, men í mangar aðrar mátar hoyrir upp í Norðurlond [...] mannagongdin, at bókin verður standandi í uppskoti til næsta ár. Ímeðan hevur ein nýggjur týðari ? tað er Ebba Hentze ? sæð til, at »Í morgin er aftur ein dagur« hevur fingið ein hóskandi danskan búna, og
hundi brand. At politikkur, partapolitikkur, er vavdur inn í øll mál, serliga á Tvøroyri, hevur verið lemjandi í ára tíggjur. Alt verður gjørt upp í stemmur. Hvat fólk velja fjórða hvørt ár, mugu tey um. Tað [...] Tvøroyri var við í oljuhavnakappingini, men tíverri rakk hon ikki á mál. Skilagóðar greinar hava longu verið at sæð (Jákup Joensen, Jacob Vestergaard, Dánjal Bjarkhamar og viðtal hevur verið við Hendrik [...] Suðuroynna var á Drelnesi, sum Tvøroyri hevur tvíhildið um, skuldi vera samferðsluhavn hjá oynni. Eisini mást tú spyrja, um tað felagið sum Tvøroyri valdi at samstarva við hevur gingið heilhjarta inn fyri at fáa
umrøddar í útvarpinum, og tá ið fólk hoyrdu Formula Føroyar mannin í útvarpinum fortelja okkum um, at tú kann snýta enn meira við hesum sokallaðu ?cookies?, kom rættiligt glið á prosenttalið í vekjarak [...] um, hvat mál hevur fingið størst viðgerð í loftmiðlum hesa vikuna. Fullveldismálið sjálvandi. Tað yvirskuggaði øll mál, líka frá Lockerbiesakini, jarðskjálvtanum í Indiu og forsetavalinum í Ísrael. Dagurin [...] Undankapping í Prix Føroyum varð send í SVF mikukvøldið. Tónleikinum bilti einki, men myndirnar vóru vánaligar. Eg veit ikki, um tað var tí, at hølið ikki var egnað til at gera góðar myndir í, ella um tað
føddur tann 21.desember í 1940 í Baltimore, Maryland. Hann var av sisilianskum og grikskum ættum. Livdi hann, so fylti hann 60 beint fyri jól í fjør. Men hann doyði í heimi sínum í Laurel Canyon uttan fyri [...] konsertum í New York í november og millum jól og nýggjár 1976. Tvær tær bestu í mínum Zappa-savni. Á »Roxy« plátunum, sum eg keypti í Keflavík á veg til hús av útróðri eitt tvassut og kalt vetrarkvøld í 1975 [...] at seta seg væl í tann besta stólin og enn eina ferð lurta eftir teimum báðum showunum, jazz-rokk plátunum »Roxy & Elsewhere«, tvær plátur við upptøkum frá konsertum í Roxy í Hollywood í 1973, og »Zappa
meira enn nakar annar var tann dysturin, sum vit ikki hava ráð at tapa í ár. Soleiðis er tó ofta, tá tú ert stórur favorittur. Tá tú so kemur til ein slíkan dyst, ganga øll bara og snakka um at vinna, og [...] tað vera uppiborið, at tað í dag var StÍF, sum gjørdist vinnari dystinum. - Soleiðis sum vit spældu í dag, so haldi eg, at teir høvdu sigurin uppibornan. Teir spæla sera væl í álopinum, og tað vigar upp [...] dent á, at vit hava altso einki vunnið, fyrr enn dysturin er liðugt leiktur, men í dag riggaði tað bara ikki hjá okkum. Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni av dystinum, fáa vit ongantíð rættiligt glið á
fyrsta partin í Reykjavík og í Keypmannahavn gjørdi hann seg lidnan. Tað er sum yvirlæknan, Marner Simonsen, nútíðin kennir mannin, og hóast hann nú er farin, so er tað stutt síðan, tú sást hann í bilinum [...] vera við í lívinum. Hóast hann frá barnaárum hevði verið lamin, barnalammilsi, var hann djarvur og ágrýtin sum nakar. Tók lut í so mongum og hansara áhugamál rukku eitt breitt strekki. Fáur hevur sum hann [...] lækni, 79 ára gamal. Hann var føddur í Havn 13. september 1921, foreldur hansara vóru Lena, F. Nygaard úr Elduvík og Erik Simonsen úr Havn. Marner var skjótur í øllum, stóri áhugi hansara fyri samfelags
nógv hugskot haðani, og nógv av tí kann brúkast í Føroyum. Í dag vilja fólk hava natúrligar urtagarðar, sum hóska inn í landslagið. Hart tilfar Sergreinin í útbúgvingini hjá Rúnu er annlegsarbeiði, tað vil [...] er skúlagongd í Danmark. Hálvt ár áðrenn Rúna fór undir útbúgvingina, arbeiddi hon hjá býargartnaranum í Havn, til fyritøkan Hjálpirót varð góðkend sum lærupláss. ? Tað mest hugtakandi í hesum yrkinum [...] Minni parturin er plantur og planturøkt. ? Í annlegsarbeiði byggir tú ein urtagarð upp frá grundini við at gera gott undirlendi. Hetta hugtekur meg mest, tí tað tú byggir verður verandi. Áðrenn eg fór undir
osfr. Í hesum sambandi vigar tað minni, um tú kanst fáa arbeiði á staðnum, bara arbeiði er at fáa í økinum, tí tú fert kortini til arbeiðis í bili, og um tú koyrir 20 minuttir meira ella minni hevur ongan [...] væl hugsandi, um oljuvinnan verður løgd í miðstaðarøkinum, sama um tað verður í Havn ella í Runavík, at allir føroyingar, tá ið oljuævintýrið er av, fara at búgva í einum og sama býi við ongari siðbundnari [...] Niels Midjord Í eini viðtalu við formannin í Útoyggjanevndini í eini morgunrás herfyri byrjaði Hilmar Jan við eini hugleiðing um bygdamenning og økismenning. Hann helt, at nú hoyrdist ikki so nógv til