Um bygdamenning, økismenning og oljuvinnu

Í eini viðtalu við formannin í Útoyggjanevndini í eini morgunrás herfyri byrjaði Hilmar Jan við eini hugleiðing um bygdamenning og økismenning.

 

Niels Midjord



Í eini viðtalu við formannin í Útoyggjanevndini í eini morgunrás herfyri byrjaði Hilmar Jan við eini hugleiðing um bygdamenning og økismenning. Hann helt, at nú hoyrdist ikki so nógv til orðið bygdamenning longur, og tað var kanska líka gott, tí har vóru ikki tey stóru úrslitini at síggja, og tað lá líkasum í luftini, at hann var bangin fyri, at økismenningin fór at fáa somu lagnu. Lítið er at ivast í, at eru vit ikki høvdið framman fyri menningini og stýra henni, so fær Hilmar Jan rætt í sínum spádómum.

Onki kom tó ikki burtur úr bygdamenningarhugsjónini. Ein liður í hesi stremban var at útbyggja samferðslunetið, so koyrandi var til allar bygdir, har til bar at gera veg. Í mong ár fór Landsverkfrøðingurin við helminginum av fíggjarlógini, og nú er komið so langt áleiðis, at til ber at síggja burtur frá teimum einstøku bygdunum og tosa um økismenning í staðin.

Hetta hvur m.a. broytt fortreytirnar fyri kommunupolitikki almikið, sjálvt um kanska ikki allir kommunupolitikarar hava varnast tað enn. Meðan tað fyrr var høvuðsmálið hjá kommunupolitikarum at fáa arbeiðspláss til bygdina, er hetta ikki nóg mikið longur. Tey, sum nú seta búgv, munnu fyrst og fremst spyrja, hvussu útlitini eru fyri at húskið kann trívast á tí staði, tey hava valt at búseta seg í: Um trygt er at búgva har, um ampar eru av vinnuni ella av ferðsluni á staðnum, um tey ekkaleys kunnu lova børnunum út at spæla, um ansingar- og útbúgvingarmøguleikar, um frítíðar- og felagsvirksemi, um útboðið av handlum osfr. Í hesum sambandi vigar tað minni, um tú kanst fáa arbeiði á staðnum, bara arbeiði er at fáa í økinum, tí tú fert kortini til arbeiðis í bili, og um tú koyrir 20 minuttir meira ella minni hevur ongan týdning.

Tað skerst ikki burtur, at tess størri búsetingin er, tess størri og fjølbroyttari og meira professionelt verður útboðið, og tess meira lokkandi kann tað tykjast at búseta seg har; men tað er eisini ein andsøgn í hesum. Ætlar tú t.d. at finna siðbundna heimliga mentan, so skalt tú ikki fara til stórbýirnar at leita, tí teir eru allir líka.

Hevði einaferð ein danskan gestalærara, sum lýsti føroysku mentanina við orðinum »usamtidighed«. Samstundis sum vit liva í telduøldini við øllum nútímans hentleikum og rákum, so røkta vit seyðin, røkja bjørgini, fara á flot, kvøða osfr. á nakað sama hátt, sum vit hava gjørt í øldir. Hetta, helt hann, gav føroysku mentanini eitt kjølfesti og eitt fjølbroytni og eina kraft, sum hann ikki hevði sæð aðra staðni. Tað er kanska nakað av hesum, sum arkitektarnir aftan fyri bygdamenningina í síni tíð hildu vera vert at varðveita. Harafturat kemur, at tær smærru bygdirnar eru betur førar fyri at standa ímóti eini kreppu, millum annað tí innløgumøguleikarnir eru betri har. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna eini viðurskifti afturat, sum skulu standa fyri egna rokning.

Hjá okkum verður lívið hjá tí einstaka skipað og lagt til rættis av ansingar- og útbúgvingarstovnum frá vøgguni og langt upp í vaksnan aldur. Hetta er neyðugt, soleiðis sum samfelagið nú sær út, men tað er ikki vist, at hetta er tað besta fyri børnini, og ikki er tað hetta, sum ger tey best før fyri sjálvstøðugt og við persónligum kjølfesti at møta teimum alsamt skiftandi krøvunum, sum tekniska menningin setir. Nógv betri og meira mennandi fyri sjálvsmenskuna hevði tað verið, um umhvørvið har børnini vuksu upp, var so trygt, at tey sjálv í størri mun fríð og ekkaleys kundu farið út og gjørt sínar egnu royndir og nýtt sítt egna hugflog, uttan at vaksin blandaðu seg uppí. Eitt sovorðið umhvørvi er lættari at fáa fram á bygd, og tí eri eg ivaleysur í, at bygdarbørn alt annað líka eru betur brynjað til at møta tíðarinnar innbjóðing-um, enn býarbørn eru tað.

Fáur man ivast í, eftir tað sum longu er skrivað, at undirritaði hellir til økismenning heldur enn til miðsavnan. Spurningurin er so, hvussu økismenningin kann fremjast í verki. Ein møguleiki er at syndra almennar stovnar og spjaða teir út um landið; men hetta er kanska ikki so heppið, tí í flestu førum man tað ganga út yvir dygdina og effektivitetin. Ein annar møguleiki er at býta tey ymisku virkisøkini upp, so at miðstaðarøkið í høvuðsheitum tekur sær av miðfyrisitingini og teirri hægri útbúgving og gransking og menning, sum hoyrir henni til, eitt annað økið tekur sær í høvuðsheitum av fiskivinnuni og teirri hægri útbúgving og gransking og menning, sum hoyrir henni til, og eitt triðja øki tekur sær av oljuvinnuni og teirri hægri útbúgving og gransking og menning, sum hoyrir henni til. Á henda hátt hevði tað borið til at spjatt atdráttarmegina frá teimum ymisku vinnugreinunum og gjørt tað møguligt, at tær kundu liva síð um síð, soleiðis at føroyska samfelagið, tá ið oljuævintýrið var av, kundi hildið áfram toluliga snikkaleyst.

Sum nú er, er tað miðstaðarøkið, sum hevur ta størstu atdráttarmegina. Tað er har, tey flestu av teimum, sum kreppan í 90-unum rak av landinum og sum nú eru heimafturkomin, velja at seta búgv. Um nú oljuvinnan verður løgd í sama øki, er vandi fyri at atdráttarmegin at miðstaðarøkinum verður so sterk, at hon kollrennur øll hini økini og allar hinar vinnugreinarnar við. Her verða teir stóru pengarnir at vinna, og her verða eisini teir bestu og mest fjøltáttaðu møguleikarnir fyri at brúka pengarnar. Tað er tí væl hugsandi, um oljuvinnan verður løgd í miðstaðarøkinum, sama um tað verður í Havn ella í Runavík, at allir føroyingar, tá ið oljuævintýrið er av, fara at búgva í einum og sama býi við ongari siðbundnari heimligari mentan, og har arbeiðsloysi og mistreysti ræður. Í mínum hugaheimi verður hetta byrjanin til endan.

Møguliga havi eg misskilt okkurt, men avgerðin um hvar í landinum oljuvinnan skal leggjast, er eitt politiskt stórmál, um nakað er tað. Vit hava valt politikararnar til at stýra landinum og at seta út í kortið, hvussu landið skal síggja út í framtíðini. At lata oljuvinnuna sjálva avgera hetta er at skáka sær undan ábyrgd, og tað kann fáa óbótaligar fylgjur fyri samfelagið.