Nógv hevur verið at hoyrt og sæð um tann sonevnda Pokémon seinastu tíðina. Børn í øllum aldri flokkjast um hesar verur, ið líkjast lítlum ódjórum. Men hóast hetta, er almikil gravgangur eftir teimum. Ongantíð áður hevur ein vøra selt so nógv. Bara í USA eru yvir 4. mió. telduspøl seld. Og sambært New York Times hevur Nintendo brúkt yvir 20. mió. dollarar, at marknaðarføra Pikachu og hinar Pokémonarnar við.
Tað munnu vera fleiri, ið undrast á gravgangin eftir hesum verunum. Hvat er so spennandi við Pokémon, sum Bøllar, Yoyo, Turtles, Barbie og Actionmen ikki hava? Eg dugi ikki nágreiniliga at svara hasum spurninginum, men okkurt bendir á, at »yvirnáttúrligar« kreftir eru orsøkin. Eg fari at loyva mær at seta »yvirnáttúrligar« í gásareygu, tí at meira er millum himmal og jørð, enn vit vita um.
Spælið snýr seg um, at tað finnast 151 sløg av Pokémon. Tað ræður um at fáa allar hesar 151 figurarnar, um tað so er í kortum ella figurum. Tú ert ein Pokémon-venjari í spælinum, sum skal gera tínar Pokémonar sterkari og sterkari, so at teir vinna á hinum, og teir mennast alla tíðina.
Í teimum kristiligu miðlunum hevur leingi verið illgruni um sambandið millum Pokémon og eysturlendskar átrúnaðar, okkulta samsvarið við »Dungeons & Dragoons«, og tey kortini, sum hoyra til, sum børn millum 4 og 14 ár dámar sera væl at skifta sínámillum. Í USA eru hesi kortini bannað í fleiri skúlum. Seinast í Orlando, Florida, har børnini seldu matpakkar og stjólu skúlataskur fyri at skifta um kort, ella hóttu við harðskapi, tí at kortini høvdu ringa ávirkan á tey.
Sambært amerikanska tíðarritinum »Charisma« er tað vanlig uppfatan, at Pokémon kortini ávirka børnini sum illir andar. Tey elva til klandur, havisjúku og asosialan atburð, í staðin fyri at fremja sosialan atburð og fríar ræsur at nýta hugflogið. Eisini hevur filmurin um Pokémon, »The First Movie« verið orsøkin til fleiri epilepsitilburðir hjá børnum.
Tað er talan um trý element, jørð, sjógv og luft ? hetta er tann japanska trúarlæran.
Eisini kundu Pokémon-verurnar undirbygt menningarlæru Darwins. So tað kundi væl borið á, at talan er um átrúnaðarligan íblástur.
Hvat er alt hetta fyri nakað, kunnu vit spyrja okkum sjálvi. Summi siga, at tað bert er eitt »trend« sum man fara at ganga út um stutta tíð. Onnur vilja vera við, at talan er um átrúnaðarligan íblástur. Hesir hugburðir nýtist okkum ikki at leita leingi eftir, tí vit finna teir nevniliga eisini her hjá okkum. Føroysku handlarnir eru heldur ikki samdir hesum viðvíkjandi. BR í Havn hevur tikið vøruna av hillini, vegna átrúnaðarliga illgrunan, meðan Griffilin í SMS ikki heldur tað vera neyðugt at taka vøruna av hillini, nú sølan gongur sum heitt breyð.
Eg eri sjálv ikki heilt greið um støðuna. Men eg meti tað vera sera týdningarmikið, at hava eyguni opin hesum viðvíkjandi. Tí at tey andaligu tingini eru ikki at spæla við. Men eg eri sannførd um, at eru vit persónliga kristin, so kunnu hvørki Pokémon, ella nakar illur andi taka ræðið á okkum. So mín áheitan er: Verið ansin, tí at meira er millum himmal og jørð, enn vit vita um.










