?Tað er víst, tað er víst...?

SVF er farið at jagstra hyggjarar enn einaferð. Hendan óhugnaliga lýsingin av, hvussu tað verður bukað og bankað á dyrnar hjá kriminellum føroyingum, sum ikki hava goldið sjónvarpsgjald, fær meg at hugsa um amerikanskar krimifilmar, og tað er jú eisini meiningin.

 

Eitt, sum eg hugsi hvørja ferð er, um tey munnu hava fingið hitt tiltikna loyvið, áðrenn tey fara á húsarannsók. Eg ímyndi mær Bergljót ella John Sigurd fara vaðandi inn í stovurnar í svartaskóm at leita eftir sjónvarpstólum, ja kanska er neyðugt hjá teimum at fínkemba sovikømurini eisini, tí nú siga tey fyri mær, at børn hava egið sjónvarp, har tey sova. So her verður ivaleyst hjá teimum at gera.

Undankapping í Prix Føroyum varð send í SVF mikukvøldið. Tónleikinum bilti einki, men myndirnar vóru vánaligar. Eg veit ikki, um tað var tí, at hølið ikki var egnað til at gera góðar myndir í, ella um tað eru sparitíðir, vanliga duga fólkini í sjónvarpinum væl at upptaka myndir. Eg haldi eisini, at her manglar hugflog. Tá ið ferðin nú gekk til Suðuroyar, so kundi verið hóskandi at farið varð nakað fyrr og gjørt eitt sindur burtur úr ungdómslívi í Suðuroy.

Samanumtikið er lítið og einki á skránni í sjónvarpinum, so her gerst ivaleyst einki annað enn at hótta fólk at gjalda sjónvarpsgjald, tí at sannføra fólk um at tey mugu gjalda fyri innihaldið batar ikki.

Oddvør Johansen, rithøvundur, var í ?Morgunrásini? hósmorgunin. Hon er lítillátin, men tó ikki bangin fyri at siga sína hugsan, bæði í skrift og talu. Jákup Magnussen fekk eina fornuftiga samrøðu í lag við Oddvør. Hon greiddi frá, hvussu tað kendist at blíva viðurkend sum rithøvundur, men var greið yvir, at ikki øll halda alt vera gott, tí sum traðarmaðurin segði við hana: ?Tú skuldi hildið teg til orgulspælið, tí at skriva dugir tú ikki.?

Oddvør væntaði ikki at verða kosin besti norðurlendski rithøvundur, og hon fekk rætt, tað gjørdist Jan Kjærstad ístaðin. Tey, sum vistu hvør var innstillaður, vóru ikki bilsin: innan bókmentaheimin, sum í øllum øðrum heimum, ræður ein ávís ?trend?, og í løtuni er tað ?trendy? at hava Jan Kjærstad standandi á bókahillini.

Annars er at siga um ?Morgunrásina? í Útvarpi Føroya, at hon kann vera sera áhugaverd, men eg haldi, at útvarpsleiðslan átti at givið Hilmari Jan so frægt í løn, at hann hevði ráð til annan faklitteratur enn ?En halv humørtime.? Hasar skemtisøgurnar, sum allar uttan undantak ganga frá nalvanum og niðureftir, eru so plattar, at tað rennur mær kalt niður eftir rygginum. ?Call me oldfashioned?, men álvaratos Hilmar Jan, útvarpið er ikki ein egningarskúrur.

Eitt annað hjartasuff er um lýsingar av tí, ið er á skránni. ?Morgunrásina? má tú hava frá allatíðina fyri møguliga at hoyra okkurt av áhuga, haraftrat havi eg tvær ferðir hoyrt, at Edvard Nyholm Debes heldur, at tað skal vera ein loynidómur, hvør ið luttekur í sendingini ?Útspæl?. Eg skilji ikki reiðiliga, hví hann verður spurdur, tá ið hann einki vil siga.

Tað er eingin ivi um, hvat mál hevur fingið størst viðgerð í loftmiðlum hesa vikuna. Fullveldismálið sjálvandi. Tað yvirskuggaði øll mál, líka frá Lockerbiesakini, jarðskjálvtanum í Indiu og forsetavalinum í Ísrael.

Dagurin, tá ið Landstýrið kunngjørdi innihaldið í fólkaatkvøðuni upprann, og vit runnu sum frethestar millum útvarp og sjónvarp fyri at fáa alt við. Vónsvikin vóru vit heldur ikki, onkur blaðmaður var so uppøstur, at hann fór at agitera, Eidesgaard gekk amokk og segði endiliga, hvat hann meinti, meðan Edmund segði tað, sum hann altíð hevur sagt. Sinnini vóru so á gosi, at gomul fyribrigdi sum barrikadur vóru havdar á lofti, sum ein møguleiki fyri mótstøðu.

Í døgunum, sum komu, sluppu nógv fram at mikrofonini at siga sína hugsan, ja sjálvt Jákup Magnussen slapp at royna seg sum politiskur reportari.

Veljarakanningar á alnótini vórðu nógv umrøddar í útvarpinum, og tá ið fólk hoyrdu Formula Føroyar mannin í útvarpinum fortelja okkum um, at tú kann snýta enn meira við hesum sokallaðu ?cookies?, kom rættiligt glið á prosenttalið í vekjarakanningunum.

Týsdagin brast bumban. Vit hava leingi bíðað eftir Poul Nyrup Godot, og á middegi fortaldi hann so enn einaferð um sína virðing fyri Føroya fólki. Nú er Grundtvig ikki abbi Pól, men álíkavæl. Eg hevði nú væntað at okkurt var smittað av.

Í ?Breddanum? týskvøldið brustu Eidesgaard og Kallsberg saman. Eina løtu mintu teir meg um hina vælkendu leikmyndina í ?Verðins vánaligastu vertir?, her var tó ikki sami humor, hóast báðir smíltust speiskliga. Hóskandi hevði verið at enda sendingina við okkara vælkenda tjóðsangi: ?Danmark er et deeejligt land.?