eitt nýtt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið vestan fyri Føroyar. Í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið snarar í ein sunnan. Sólglottar, men eisini [...] Í nátt liggur eitt lágtrýst nærum í stað beint sunnan fyri Ísland og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum av vestri. Væntandi fer eitt, fyri árstíðina rættiliga sterkt, lágtrýst á veg í ein landnyrðing [...] av landsynningi, 13 til 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig. Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein st´ruk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s
at hetta er ein sera hættislig gongd fyri føroyska byggivinnu og fyri føroyska samfelagið. Og hann heldur, at ikki minst er hetta ein hættislig gongd fyri tær almennu verkætlanirnar, sum eru í gerð, ella [...] minni enn ein føroyskur handverkari fær. Formaðurin í Havnar Handverkarafelag sigur, at hetta, at føroyskir handverðarar verða uppsagdir til frama fyri bíligar eysturlendingar, er eitt rák, sum hevur tikið [...] ella eru í umbúna. - Tað er eingin trygd yvirhøvur fyri, at teir, sum koma eystaneftir, og siga seg vera handverkarar, í veruleikanum eisini eru handverkarar, sigur hann. - Sostatt er heldur eingin trygd
ætlanini frá sær. - Ein góð og trygg samferðsla er fyrsta fyritreyt fyri at samfelagið virkar, eisini útoyggjarnar, sigur Útoyggjafelagið. Og felagið staðfestir, at samferðslan liggur tryggast og best í [...] virksemi á útoyggj fer at krevja meira smidleika og størri títtleika, og somu prísir, sum øll onnur í landinum gjalda. Ein privat farleið, fer at viðføra hægri prísir og hetta hevur Mykinesleiðin eisini víst [...] Hetta er ein partur av flutningsskylduni. Hetta er eitt øki, ið má dagførast og bøtast um. Útoyggjarnar eru fámentar og tørva tí øðrvísi skipanir enn á meginøkinum, og einskiljing er ikki ein loysn, sigur
týdning hava jólini fyri teg? - Jólini eru ein hugnalig høgtíð. Tú vitjar fólk, tú annars ikki slítir gáttina hjá. Ein kurv við góðgæti stóð í túninum og ein síða av heimaroyktum laksi í gongini. Hetta [...] jólaaftan. Hetta gera vit, so bíðitíðin ikki gerst alt ov long. Fróði Ejdesgaard, sum er skipari á línubátinum Fiskivarða, sigur, at ein vitjan í kirkjugarðinum er eisini á skránni á jólum. - Konan er donsk, so [...] ovninum allan mín uppvøkstur. Og tá varð eisini jólaevangeliið lisið. Fróði Ejdesgaard vísir á, at ár liggur mamma hansara á Landssjúkrahúsinum, so har verður eisini vitjað um jólini. - Og hvør veit, um vit
Klaksvík: Seinnapartin í morgin kann EIK flyta virksemið sítt í ein nýggjan og snotuligan bygning í miðbýnum í Klaksvík. Talan er um ein stóran deildarbygning í tveimum hæddum, har virksemið hjá EIK fer [...] fíggjarliga í Klaksvík, metir Hilmar Sam Lamhauge tað ikki vera skeivt at byggja ein slíkan bygning beint nú. - Bygningurin liggur sera væl fyri – miðskeiðis í býnum, beint við standmyndina og er eitt satt prýði [...] Klaksvík. Tey hava valt at gera nógv burtur úr hesum bygninginum, sum eisini skal vísa fólki í økinum á, at EIK framvegis fer at verða ein týðandi partur av menningini í økinum – eisini nú, ið fíggjarkreppa
skulu hava tað á hesum øki. Ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark skal ikki ávirka trygdina á almannaøkinum. Tað skal Javnaðarflokkurin vera ein trygd fyri. Setið tí ein sterkan Javnaðarflokk á Fólkating [...] at gera. Sum nú er fáa vit oman fyri 800 mió í heildarveiting, og hesin peningur er týdningarmikil fyri okkum. Men Heimastýrislógin er ikki nakar garantur fyri heildarveitingina: Hetta er ein árlig veiting [...] Tíverri fall málið í fjør, men nú liggur tað aftur í rættarnevndini, og vónandi fer okkurt at spyrjast burturúr hesa ferð, nú allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava sæð at neyugt er við broytingum
og tænastustøði. Tað kann tykjast trupult at skipa fyri ein so stórum festivali í Føroyum, tí tað finst onki fyridømi her á landi. Vit byggja jú ein heilan festivalbý á hvørjum ári. Tað setir hørð krøv til [...] betri enn nakrantíð, og at tiltakið sum heild var betri, størri, og ógvusligari enn undanfarin ár. - Men vit vilja alla tíðina gera tað betur. Tað eru nøkur ting, sum vit ætla at fáa greiði á, millum annað [...] Festivalurin 2006 verður ikki verri enn í ár. Heldur tvørturímóti. Vit hava forvant fólk, og tað liggur ein stór ábyrgd á okkara herðum at liva upp til krøvini og vónirnar hjá fólki, sigur Jón Tyril. --
Á keiøkinum stóðu nógvar stórar maskinur og akfør. Teir, sum høvdu staðið fyri arbeiðinum, greiddu okkum frá, hvat er gjørt. Á keiøkinum er ein nýggj kloakkskipan gjørd. Allar kloakkirnar í bygdini eru [...] varð avheintað á gomlurætt av einum skjóttgangandi báti. Veðrið var av tí allar besta. Hestoyggin er ein sera vøkur oyggj, og hon var avbera vøkur í góðveðrinum í gjár. Tá ið vit løgdu at við gamla bátahyl [...] reinsiverk á keiini. Tað var týdningarmikið at hava kloakkirnar samlaðar sentralt í bygdini. Reinsiverkið liggur undir jørðini. Tá ið alt arbeiði er gjørt undir jørðini, kann tað verða torført at síggja, hvussu
Abbasstjórnina sum ein javnsettan samráðingar- og samstarvspart. Hetta merkir, at haldast má fram við politisku samráðingunum uttan mun til, hvussu nógv harðskapurin enn økist. Fyrr ella seinni fer ein meiriluti [...] framtíðini hjá báðum tjóðum. Men ein politisk loysn er í sjálvum sær ikki nóg mikið. Báðar tjóðir noyðast at læra at virða hvørja aðra. Herfyri var sending í SvF, sum avdúkaði tað sínamillum hatur og agg [...] hjá teimum víðgongdu er at provokera ávikavist Abbas og Sharon til at taka til harðskap hvørja ferð ein politisk loysn er komin í ljósmála. Tíverri hevur hetta eydnast teimum víðgongdu hvørjar ferð, og hetta
at hava alt inni. Vardi Verkstaðurin hevur tríggjar deildir, ein ger plattar, ein fæst við seyming, veving og annað, meðan tann seinasta er ein ítrivspartur, har tey millum annað arbeiða við at klippa og [...] hølið á Brekku ger. - Men tað skal ein eykajáttan til fyri at fíggja tað, so vit fáa at síggja, hvussu verður við tí, sigur leiðarin á Verkstaðnum. Betri umstøður - Sum er, verður tørvurin als ikki nøktaður [...] møguleika til at stilla út í vindeygað, so at fólk kunnu síggja, hvat tey selja. - Tað eru nógv fólk, sum ikki vita av, at vit selja hvønn dag. Tey halda, at tað bert er til høgtíðir, greiðir Jóna frá. Nýggja