Røða løgmans greiðir fyrst og fremst frá tí, sum samgongan hevur staðið fyri hesu seinastu árini. Hon tekur ikki bara samanum árið, sum fór, men heldur alt skeiðið hjá Anfinni Kallsberg sum løgmaður, heldur Kári P. Højgaard. ? Tað var ein realistisk røða, ið vísti veruleikan sum hann er, nevniliga at hóast stóran framburð síðstu árini eru nøkur skýggj at hóma á luftini.
? Tað er týdningarmikið, at føroyingar vita, hvussu landið liggur, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins. Trupulleikar eru í pørtum av fiskiflotanum, rækjuvinnan er illa sperd av lágum prísum, og eg eri glaður fyri at løgmaður kom inn á hesi viðurskifti. Røðan segði sum er, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin. Men hóast røðan var realistisk, so var hon eisini til tíðir kensluborin. Løgmaður nam við mentunarliga arvin hjá okkum við at endurgeva nakrar av mætu yrkjarum okkara, hann røddi um ítróttarlig og tónlistarlig avrik hjá føroyingum í 2003, og hetta er nakað, sum talar til kenslurnar hjá fólki.
Kári P. Højgaard helt eisini, at røðan bar brá av at val stendur fyri durunum. ? At løgmaður nevnir møguleikan fyri undirsjóartunlum til Sandoynna og Suðuroynna avspeglar, at val er í nánd. Men Kári ásannar at stórur aktivitetur hevur verið á samferðsluøkinum seinastu tíðina. ? Tað verður í ár, at nýggi Smyril kemur, og at nýggj samferðsluhavn verður gjørd á Drelnesi. Kári P. Højgaard fegnaðist eins og fleiri av hinum formonnunum yvir, at løgmaður nevndi tey brekaðu í samfelagnum í røðuni.
? Av viðurskiftum uttanlanda nevnir løgmaður hendingar, sum hava skakað heimin, bæði góðar og ringar. Hendingin í summar í Svøríki, tá ið svenski uttanríkisráðharrin varð dripin, og handtøkuna av Saddam Hussein í Irak, og tað er júst tílíkt, sum løgmansrøðan eigur at snúgva seg um, heldur Kári P. Højgaard.
? Løgmaður ger í røðuni upp við tað gamla, og tað merkist líkasum, at vit standa á gáttini til nakað nýtt. Eitt nýtt ár, og ein nýggjan politiskan veruleika eftir 20. januar. Samanumtikið er røðan konstruktiv, kensluborin men samstundis realistisk, og ikki merkt av háfloygdum flosklum. Um vit lyfta byrðarnar í felag, er vón fyri framman, sigur Kári P. Højgaard at enda.