Kristið lívssýni

Tað er trupult at gera eina stutta viðmerking til 1000 ára haldið, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur

? Tað er trupult uppá stutta tíð at geva svar uppá hesar spurningar. Í sambandi við 1000 ára hald kirkjunnar, arbeiða fleiri lærd fólk við líknandi spurningum. Tí er hetta bara eitt fyribils svar.


1. Føroyar gjørdust og eru enn kristnar.

Fyrst vil eg nevna, at tað er eitt grunnleggjandi virði í sær sjálvum, at Føroyar vórðu kristnar og eru tað enn. Virði liggur í tí, at føroyingar hava eitt kristið lívssýni. Við tað meini eg, at Gud, tann Gud, sum Jesus nevndi himmalska faðir sín, er veruleiki í lívinum hjá flestu føroyingum. Teir síggja lív sítt í ljósinum av tí trúgv, at Gud er veruleiki.


2. Skapar onnur týdningarmikil virði

Ein tílíkur grundholdningur skapar so onnur týdningarmikil virði. T.d. eitt nátúrligt og vakið eyga fyri medmenniskjum. Tað lata fólk koma til sjóndar i umsorgan og hjálpsemi í gerandisdegnum á ymiskan hátt. Hetta er onkursvegna inngrógvið soleiðis, at ein trongstova hjá onkrum, heima ella í stóru verð, verður eitt slag av kalli at rætta eina hjálpandi hond. Tað er ikki vist, at tey grundgeva hjálpsemi við tí, at tey trúgva á Gud. Men eg hugsi, at kristintrúgvin hevur lagt tað virði niður í tey, at tey eiga at vera hjálpsom, tá ið ein trongstøða vísir tekin til, at tørvur er á eini hjálpandi hond.


3. Gevur samleika sum menniskjur.

Eit triðja virði er, at kristintrúgvin er týdningarmikil í tí, sum gevur okkum samleika, identitet, sum menniskju. Samleiki okkara er samansettur av nógvum ymiskum viðurskiftum í samfelagi og gerandisdegi (familia, evnir, moralur, útbúgving, arbeiði, søga, politikkur, tjóðskaparkensla o.s.fr.).

Kristintrúgvin hevur eisini fingið okkum at síggja viðurskiftini við Gud sum avgerandi, tá ið vit hugsa um, hvørji vit eru. Tað kemur til sjóndar og til orða á ymiskan hátt. T.d. tey kirkjuligu ritualini í sambandi við týdningarmiklar hendingar og broytingar ú gerandisdegnum (føðingar, dópur, vígsla, andlát, vandaferð, bjarging úr vanda, vanlukka).

Orð sum: Jesus fylgi tær!, at leggja seg í Guds hond, signa seg, biðja faðirvár o.a. - alt tað er tekin um, at kristindómurin hevur givið okkum karmar og samanhang, sum hjálpa okkum at síggja, hvørji vit veruliga eru í viðurskiftinum við Gud - samstundis sum vit eru samfelagsborgarar.