Rás2 helt leygarkvøld í Klaksvík

Leygarkvøldið sendi Rás2 nýggja live-sending úr Klaksvík. Á skránni var millum annað livandi tónleikur, list og samrøður

 Leygarkvøldið sendi Rás2 nýggja live-sending úr Klaksvík. Sent var úr bygninginum hjá Eik, sum liggur mitt í býnum, og fólk vóru boðin at verða hjástødd, meðan sendingin varð send.

Í sendingini vóru samrøður, livandi tónleikur, og ein listarframsýning var eisini í hølunum undir sendingini.

Livar Nysted, sum nógv kenna sum ævintýrara á sjónum, hevur í nógv eisini verið listarmaður, og hann sýndi fram málningar.

- Eg havi teknað alt tað, eg kann minnast, og tá eg bleiv eldri, so fór eg at mála eisini. Rógvingin hinvegin kom nógv seinni. Haldi, at eg var blivin eini 30 ár, tá eg byrjaði at rógva. Og eg haldi ikki, at tað sæst so væl aftur í listini hjá mær, at eg havi róð ein langan tein um eitt hav, segði Livar Nysted.

Hann segði, at hann fyrireikar seg til nýggja havrógving tíðliga í komandi ári. Talan er um kapprógving í Suðuratlantshavninum.


Jógvan úr Íslandi

Í sambandi við sendingina var Jógvan Hansen kom heim úr Íslandi. Hann spældi nakrar sangir í sendingini saman við íslendska tónleikaranum Vignir Snær Vigfússon. Prátað var eisini við Jógvan Hansen um lívið sum poppsangari í Íslandi, og Jógvan greiddi frá onkrum stuttligum hendingum, sum honum hevði verið fyri sum tónleikari.

Jógvan greiddi frá, at ein tann pínligasta framførslan, hann hevði havt, var í íslendskum sjónvarpi, hann spældi saman við Eivør Pálsdóttir. Hann skuldi spæla violin til sangin Súrligar nætur í Keypmannahavn, og tríggjar minuttir áðrenn hann skuldi spæla, brotnaði brúgvin á violini. Hetta gjørdi, at tað var vónleyst at fáa violinina at stemma ordiliga, og tað hoyrdist aftur á spælinum hjá Jógvani í sjónvarpssendingini.


Sjálvboðið arbeiði er gevandi

Kristoffur Ragnarsson, sum seinastu 10 árini hevur verið formaður í hondbóltsfelagnum Stjørnuni, greiddi frá, hvussu tað er at standa á odda fyri einum ítróttarfelag.

- Tað kann verða ógvuliga strævið við hvørt, men tað er eisini sera gevandi at verða við í einum felagsskapi, segði Kristoffur Ragnarsson.

Ungi tónleikarin Danny Baldursson spældi tveir sangir live í sendingini, og kvøldið endaði við, at óvæntaðir gestir komu á gátt. Tað vóru donsku tónleikararnir Sussi & Leo, sum spældu í Føroyum um vikuskiftið.