Minningarorð um Unn Winstrøm

Fødd 18. august 1966 - Deyð 19. apríl 2011

Sorgarboð, at Unn ikki longur er millum okkum. Við djúpari samkenslu leita tankarnir til familjuna. Til mann og børn, sum hava sitið hjá teirra elskaðu konu og mammu hennara seinastu stund her á fold. Til mammuna og pápan, sum vildu latið alt, hevði onkadótturin blivið frísk og røsk og kunnað upplivað síni egnu børn vaksa til.
Á ungum árum leitaði Unn út í heim, og hon man hava upplivað tað, sum fáum verður unt. Hon var víða og upplivdi at búleikast og ferðast í mongum fremmandum londum. Kortini valdi hon ein yrkadag við teimum næru virðunum heima – at fjálga um húskið – mannin, Michael og børnini, Christoffer og Isabella.
Vinkonur frá barna- og ungdómsárunum í Føroyum hevði Unn allatíðina - og góð vinkona var hon. Flokkurin hittist dúgliga. Fyrstu árini eftir Hoydalstíðina í bindiklubba í Keypmannahavn, og síðani í árligum floksveitslum í Føroyum. Var Unn í nánd, møtti hon altíð upp.
Vit í flokkinum minnast aftur á tíðina í Hoydølum, har Unn altíð møtti við einum stórum, lívsjáttandi brosi. Vit minnast aftur á fagra summardagin í 1986, tá mamman og pápin stákaðust í blómandi urtagarðinum í Jónas Broncksgøtu, meðan vit sum nýklaktar pisur nutu blíðskapin og stuttleikaðu okkum í hugnaliga umhvørvinum.
Seinasta heilsanin frá Unn, móttikin nakrar dagar undan jólum, liggur enn á telduni. Hon ynskir okkum øllum í flokkinum og okkara familjum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Takk fyri Unn!
At lívið kann slókna mitt á lívsleiðini, tað vita vit, men vit skilja tað ikki - og kanska er best soleiðis. Eftir eru minnini um Unn – so ljós og bjørt.
At børnini bæði skuldu missa mammu sína á gáttini til vaksna lívið er so sárt. Tó eiga tey góð minni um eina nærverandi mammu, sum hevur lagt teimum gott í beinið. Okkara tankar eru hjá foreldrum, beiggja, manni og børnum hjá Unn, sum hava mist tað dýrabarasta, tey áttu. Vit taka aftur í vøkru orðini hjá Michael: Unn var sjáldsom, eingin var sum hon. Hon er nú í einum betri staði, sum sømir seg henni. Hon var ein eingil á jørð, nú er hon ein eingil í okkara hjørtum.
----------
Flokkurin í Hoydølum