Leikurin »Sár á Sál« á Tjóðpalli Føroya

Í gjár var leikurin »Sár á Sál«, sum Kristina S. Hansen hevur skrivað, frumframførdur á Tjóðpalli Føroya.

Leikurin er sprottin úr syrgiligi hendingini, tá ið synir Kristinu, Niklas og Teitur og vinmaður teirra Martin lótu lív í eldsbruna tann 7. mars 2006.

Kristina er útbúgvin sjónleikari og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi innan teatur- og dramapedagogikk, við serligari áherðslu á sjónleik.

Sum sjónleikari skalt tú tulka kenslur, í gleði og í sorg.

Tjóðpallur Føroya skrivar soleiðis um leikin:

» – Í sínari sorgarprosess hevur Kristina kanska verið serliga viðkvom um,?hvussu umhvørvið hevur samskift við hana eftir hendingina, og hevur hon merkt ein ávísan ótta fyri at samskifta beinleiðis við hana, eins og hon hevur eina kenslu av, at samskifti gongur fyri seg uttan um hana og ikki við hana.

Hetta er uttan iva nakað, sum øll, ið eru fyri ógvusligum hendingum eisini kenna, uttan kanska at duga at seta orð og kenslur á tað.

Júst við síni útbúgving hevur Kristina møguleika at miðla júst hendan?trupulleikan, við at geva kenslunum orð og form.?Sum leikstjóri og høvundur er tað hon, ið talar og veit, hvat univers ferðast verður í.?Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.?Við øðrum orðum, er leikurin, uttan at verða sentimentalur, sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu finna amboð at samskifta við.?Leikurin leggur upp til kjak og kann tí eisini verða eitt gott íkast til øll, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið.

Leikritið verður eisini givið út í bók, sum dramayrking, og verður møguligt at ogna sær hana í samband við sýningarnar.

Sár á Sál er sjálvstøðug leikverkætlan, ið millum annað er fíggjað av stuðli frá Mentamálaráðunum av peningi, ið er settur av til yrkisleiklist, ið liggur uttan fyri virksemi hjá Tjóðpalli Føroya. Vit eru tó so heppin at hava fingið innivist, og vælvild, har til hetta serstaka leikverk.«

Rithøvundur og leikstjóri: Kristina S. Hansen

Leikarar: Annika Johannessen, Sofía Nolsøe

Pallmynd: Hansina Iversen