Alex er norðmaður, hálvur russari, men hevur tey seinastu árini búð í Havn, har hann starvast sum trygdarstjóri í Oljumálaráðnum.
Alex er útbúgvin verkfrøðingur. Heilt frá ungum árum, tá norska oljuævintýrið enn var í síni byrjan, hevur hann starvast innan hetta yrki. Eftir nøkur ár í Oljudirektoratinum í Stavanger arbeiddi hann nógv ár í privatu oljuvinnuni, har hann eitt langt skeið var stjóri á stóra norska oljupallinum, Valhall.
Tá landsstýrið fór undir fyrireikingarnar til veruligar oljuleitingar í Føroyum, varð Alex í 1995 settur i starv á Oljufyrisitingini, ið tá var, við ábyrgd av øllum trygdarviðurskiftum. Og sigast má, at hann hevur verið ein sannur fongur hjá føroysku oljuumsitingini. Ikki einans í sjálvum arbeiðinum hevur hann bygt varðar og sett síni greiðu spor. Hann hevur við hepnari hond eisini verið ein høvuðskraft aftan fyri arbeiðið at fáa oljufeløgini at taka trygdar- og umhvørvisspurningar við frá fyrsta degi í teirra fyrireikingum at leita eftir olju á okkara leiðum. Í tí heimliga oljuvinnuumhvørvinum hevur hann somuleiðis verið við til eitt nú stovnsetingina av Oljutinginum, eins og hann hevur verið við í nógvum øðrum mennandi tiltøkum.
Alex hevur eisini verið ein týðandi katalysatorur í sambandi við samskipan av eini føroyskari tilbúgving. Og nógv annað kundi verið nevnt um henda sjarmerandi og hugnaliga norska víkingan. Tað er ein sannroynd, at norðmenn hava dugað væl at bygt upp og ment eina oljuvinnu uppá teirra egnu treytir. Hjá okkum føroyingum - at fáa ein slíkan norðmann higar at leggja okkum lag á og tryggja, at vit bera okkum eins skilagott at sum norðmenn og at vit haraftrat royna at sleppa undan at gera teirra mistøk - er tað einki minni enn eitt ?fund?, fyri at brúka eina rámandi mynd úr oljumálinum.
Í umleið sjey ár hevur hesin fryntligi og altíð blíði tó eitt sindur harðmælti norðmaðurin verið ein partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Hann sæst og hann hoyrist, har hann er og fer. Og í kjalarvørrinum á honum liggur eisini altíð okkurt gott eftir, vitan og royndir, sum í síðsta enda skulu gagna øllum føroyingum, nú vit vóna og halda, at vit stevna móti at gerast ein oljuframleiðandi tjóð. Hjartaliga tillukku Alex. Við vón eina góða framtíð fyri teg og tína familju og nógv ár aftrat her á klettunum úti í Norðuratlantshavi. Gævið tær verður unt at vera her, tá fyrsti oljudropin kemur upp úr undirgrundini.
Vinir