Í skrivinum til Føroya Løgting, leggur MBF-rørslubólkurin upp til, at tingmenn taka umstøðurnar hjá brekaðum í Føroyum upp til umrøðu. Skrivið, ið rættuliga gjølla nemur við umstøðurnar hjá brekaðum, gevur [...] forsvarligasta loysnin funnin, verður sagt í skrivinum til Føroya Løgting. Í skrivinum verða m.a hesir spurningar settir: Um Føroya Løgting og og Føroya Landstýrið hava tikið hædd fyri á komandi fíggjarlógum [...] liggja, tá farið verður til songar. Vit og skil Í skrivinum verður mint á, at lammað fólk hava eins gott vit og skil, sum øll onnur. Tey eru ikki annað »ættarslag« av fólki. Mett verður, at ein sonevnd
samtykti at seta 395 milliónir krónur av til at byggja ein skúla í Marknagili, sum skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Marknagilsdepilin [...] vita, at politiskur illivilji er orsøkin til, at vit ongan veg eru komin. Eg skilji væl, at stýrið á tekniska skúla, sum í áratíggjur hevur verið hildið til tað turra spott, letur við seg koma. At lokal [...] og nú eitt persónligt flopp av einum ungum Fólkafloksmanni - nú eru við til at gera enda á byggingini, skal ongin ivi vera um. Til býráðsvalið í Havn í farna mánaði hevði Framsókn málið um Marknagilsdepilin
geva Bústøðum fyrimunir, og seta strong krøv til privatar útleigarar, hevði tað verið verið betri at lagt soleiðis til rættis, at privat virki halda seg til at byggja bústaðir fyri at fáa ein fjøltáttaðan [...] almennum pengum. So bersøgin eru tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag um avgerðina hjá samgonguni at gera eitt alment tunlasjakk undir Landsverki, sum nú skal gera tunnil til fleiri smábygdir. Tann fyrsti tunnilin [...] tunnilin, tunlasjakkið fer undir, er tunnilin til Dals, og fyrireikingarnar til hann eru byrjaðar. Arbeiðsgevararnir hava funnist hvassliga at hesi ætlanini, og nú Arbeiðsgevarafelagið hevur havt aðalfund
av el-entreprisuni til Norðoyatunnilin var gjørd við eini prekvalifisering. Hetta merkir, sigur hann, øll sluppu at bjóða seg fram. Síðani vórðu fimm fyritøkur valdar burtur úr til at geva tilboð. - Hetta [...] tí so skulu ikki fleiri virkir gera tilboðsarbeiði til onga nyttu. Eg haldi, at henda útbjóðingin er ein tann besta, sum vit higartil hava verið við til. Útbjóðingartilfarið er nevniliga soleiðis háttað [...] arbeiðini, sum tað almenna stendur fyri. Í hesum sambandi nevndi hann eisini nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík. - Tað, sum eg meinti við í samrøðuni, var, at høvuðsentreprisan var útlendsk. El-arbeiðið
Danmark. Hetta tilmælið hava føroyingar nú tikið til eftirtektar. Landsstýrið hevur slept kravinum um javnbjóðis ríkisborgararætt og vísir á, at tað ber til at fáa nøktandi rættindi innan norðurlendsku karmarnar [...] in um skiftistíðina. Tað er til hetta punktið, at landsstýrið hevur eitt nýtt samráðingarútspæl. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á útspælinum, og tí ber ikki til at siga, hvat stendur í tí. [...] vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part. ? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum
hjá bólkinum var í fýra pørtum, 1) at finna fram til egnað felag/ stovn at gera kanningina, 2) saman við hesum at nágreina uppgávuna og finna fram til tíðar-og peningatørv, 3) at fylgja við, meðan kanningin [...] Starvsstovan), Jan Sørensen (Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, Kaldbak, fram til febr. 2003) og Eyðfinn Magnussen (Fróðskaparsetur Føroya, síðan mars 2003). Bólkurin hevði sín fyrsta fund í februar 2001, har [...] - Orsøkin til, at viðurskiftini uppi í sjónum (rák og plankton) vórðu kannað við modellum heldur enn við beinleiðis mátingum, er, at hesi viðurskifti eru ógvuliga skiftandi frá eini tíð til aðra. Skiftandi
lagið, Føroya Reiðarafelag, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Fiskimannafelagið og landsstýrið, kom so við tilráðing til landsstýrið og ein samd nevnd mælir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum til at taka [...] STCW-F-1995. 200.000 krónur Mett verður at broytingarnar í lógunum koma at kosta einar 200.000 krónur til útvegan av edv-útgerð í samband við útgávu av sjóvinnubrøvum í nýggjum sniði og til skráseting av øllum [...] vaktarhald á skipum. Talan var um at broyta verandi konvensjón, ella sáttmála, til handilsskip og at gera nýggjan tilsvarandi sáttmála til fiskiskip. IMO felagsskapurin hevði í mong ár verið undir trýsti frá mongum
hjá B36 at loysa málverjaspurningin. Jens Marttin Knudsen, sum vardi málið seinasta sunnudag, kom til Føroya við hinum landsliðsspælarunum hóskvøldið, men hann og hinir landsliðsspælararnir, sum spæla í Íslandi [...] Rene Torgarð, er framvegis skaddur. Um annar málverji er á veg til felagið, vil Kristian á Neystabø, formaður í B36, ikki gera viðmerkingar til í løtuni. B68 og B36 vóru í sama bólki í steypakappingini, og [...] móti gestum av Sandoynni. Í fjør endaði dysturin við javnleiki, men stendur tað til vágbingar, sum hava allar mans tøkar til dystin, so verða øll stigini verandi har suðuri hesuferð. Sandoyingar hava tó
Lýsingaskelti, sum stendur í rundkoyringini í Kollafjarðardali, sleppur at standa í friði. Tað hevur Føroya Rættur nú gjørt av. Fútin hevði annars ákært Fjarðahús, sum eigur skeltið, fyri brot á náttúrufr [...] at verður skeltið ikki niðurtikið eftir eina hóskandi freist, skal Fjarðahús hava tvingsilsbøtur, til skeltið er burtur. Skeltið hevur staðið uppi í eini fýra ella fimm ár og tað var rætiliga skjótt, at [...] við seg. Tað endaði við at friðingarmyndugleikarnir komu upp í og tá varð málið latið fútanum, tí mett var, at tað var brot á náttúrufriðingarlógina at seta skeltið upp har. Sostatt ákærdi fútin Fjarðahús
kappingarárið. Millum annað hevur verið borið fram, at danin varð skaddur, tá ið hann kom aftur til Føroya í vetur, men hetta avsannar Martin Christensen. - Eg veit, at HB hevur nýtt tríggjar grundgevingar [...] blíva klárur. Støðugt hevur hann gingið til viðgerð hjá fysioterapeuti, men tað hevur tó ikki eydnast honum at koma ordiliga fyri seg í ár. Ein av orsøkunum til trupulleikan við at koma fyri seg eftir [...] krevjandi kropsligt. Ætlanin var eisini, at hann skuldi halda fram har uppi, men stutt undan fráferðini til Føroya í vetur, fekk Martin at vita, at hann ístaðin skuldi arbeiða sum timburmaður, ið hann eisini hevur