Hetta er skilaleyst oyðsl við almennum pengum. So bersøgin eru tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag um avgerðina hjá samgonguni at gera eitt alment tunlasjakk undir Landsverki, sum nú skal gera tunnil til fleiri smábygdir.
Tann fyrsti tunnilin, tunlasjakkið fer undir, er tunnilin til Dals, og fyrireikingarnar til hann eru byrjaðar.
Arbeiðsgevararnir hava funnist hvassliga at hesi ætlanini, og nú Arbeiðsgevarafelagið hevur havt aðalfund, verða atfinningarnar endurtiknar.
– Hetta er skilaleyst oyðsl av almennum peningi og als ikki í samsvari við skilagóðan vinnupolitikk, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at jú meira av entreprenørvirksemimum hjá Landsverki verður útveitt, jú fleiri fyritøkur hava møguleikan at sleppa fram at. Og tað fer so aftur at stuðla upp undir, at nýggjar fyritøkur verða settar á stovn.
– Hetta er gott bæði fyri kappingina og fyri kostnaðin á tí arbeiði, sum verður bjóðað út, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Í hesum sambandi hugsa tey um arbeiðið at halda vegir og tunlar og at gera neyðugar ábøtur, umframt um asfaltering og kavarudding, og harafturat hugsa tey eisini grótbrot og at selja skerv og asfalt.
Løgtingið hevur gjørt av, at tunlasjakkið skuld fáa níggju milliónir krónur at arbeiða fyri í ár.
Men nú staðfestir Arbeiðsgevarafelagið, at Løgtingið hevur longu ásannað, at tað røkkur ikki langt og tískil verður um at hækka játtanina.
– Sostatt fekk tað sum Føroya Handverksmeistarafelag spáddi, tí felagið vísti beinanvgin á, at skal nakað fáast burtur úr yvirhøvur, er neyðugt við hægri játtan.
– Vil politiski myndugleikin hava tunlar til smáplássini, kunnu teir gerast munandi bíligari og skjótari, verða teir bjóðaðir út alment, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at hetta er bara eitt óheppið dømi av mongum um at almennir stovnar koma inn á øki, sum vanliga verða mett at liggja best í privatu vinnuni. Ætlanin at Strandferðslan skal sigla til Skotlands, er eitt annað dømi.
– Tunlasjakkið og uttanlandssigling eru vanligar rakstraruppgávur, sum privata klárar bæði betri og effektivari.
Eitt dømi afturat er bústaðarpolitikkurin, sum tekur virkishugin frá privatu byggivinnuni.
– Heldur enn bara at geva Bústøðum fyrimunir, og seta strong krøv til privatar útleigarar, hevði tað verið verið betri at lagt soleiðis til rættis, at privat virki halda seg til at byggja bústaðir fyri at fáa ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað.
– Tað almenna kann ikki einsamalt nøkta tørvin á fjøltáttaðum bústøðum í Føroyum, siga Arbeiðsgevararnir.