Lýsingaskelti, sum stendur í rundkoyringini í Kollafjarðardali, sleppur at standa í friði.
Tað hevur Føroya Rættur nú gjørt av.
Fútin hevði annars ákært Fjarðahús, sum eigur skeltið, fyri brot á náttúrufriðingarlógina og kravt, at skeltið verður tikið niður.
Fútin kravdi eisini, at verður skeltið ikki niðurtikið eftir eina hóskandi freist, skal Fjarðahús hava tvingsilsbøtur, til skeltið er burtur.
Skeltið hevur staðið uppi í eini fýra ella fimm ár og tað var rætiliga skjótt, at røringur kom í og at myndugleikar av ymsum slagi fóru at gera vart við seg.
Tað endaði við at friðingarmyndugleikarnir komu upp í og tá varð málið latið fútanum, tí mett var, at tað var brot á náttúrufriðingarlógina at seta skeltið upp har.
Sostatt ákærdi fútin Fjarðahús fyri at bróta náttúrufriðingarlógina.
Og nú er málið so viðgjørt í rættinum, men úrslitið var, at fútin fekk ikki viðhald í síni ákæru.
Tvørtur ímóti fekk Fjarðahús viðhald í, at skeltið skal hava loyvi at standa.
Tætt bygt ella ikki
Tann stóri spurningurin í hesum sambandi er, um rundkoyringin, har skeltið stendur, er at rokna sum tætt bygt øki ella ikki.
Í Føroyum er tað nevniliga ikki loyvt at hava útilýsingar á gøtum, vegum og plássum burtur frá tætt bygdum øki.
Ákærin helt ikki, at nakar ivi kundi vera um, at rundkoyringin í Kollafjarðadali lá uttanfyri tætt bygt øki.
Hann førdi fram, at er hetta skelti lógligt, fara skelti at skjóta upp sum hundalond runt umkring, tí verður rundkoyringin í Kollafjarðardali talt upp í tætt bygt øki, er tað tætt bygt allastaðni.
Tí vildi hann hava skeltið burtur.
Hetta er fyrsta mál av hesum slagnum í Føroyum og fútin helt, at ein bót upp á 3000 krónur var hóskandi, men so skuldi tey á Fjarðahúsi eisini betala 3000 krónur í bót um mánaðin, til skeltið er tikið burtur.
Ongin munur
Verjin hjá Fjarðahúsi var alt annað enn samdur.
Hann dróg fram eina ørgrynnu av dømum um lýsingaskelti, sum eftir hansara tykki, standa í minst líka bygdum ella óbygdum øki, sum hetta skelti. Hann nevndi eisini fleiri dømi um skelti ymsastaðni í Havnini.
Verjin vísti eisini á, at lógin gjørdi ikki mun á leysum lýsingaskeltum og lýsingum, sum vóru málaðar á húsaveggir.
Í hesum sambandi sipaði hann til stóru lýsingina fyri Jolly Cola, sum hevur staðið málað á endaveggin á kappróðrarneystinum í Hósvík í minst 16 ár, uttan at nakar hevur talað at.
Og hann helt, at hetta drálið eigur at koma lýsaranum til góðar.
Fríkendur
Dómarin tók undir við verjanum og sotatt vóru tey í Fjarðahúsi fríkend.
Í hesum sambandi leggur dómarin dent á, at skeltið stendur innangarðs, har tað ikki krevst loyvi frá friðingarmyndugleikunum at byggja.
Hann meinti eisini, at rundkoyringin er eitt framhald av Kollafjarðar bygd, sum sjálvandi má roknast sum fjølbygd øki.
Fyri at styðja uppundir hesa, nevnir dómarin eisini, at, at hús standa ymsastaðni rundan um rundkoyringina og samstundis er gongubreytin løgd ígjøgnum gongubreytina og einar 100 metrar longur inn í dalin.
Dómarin leggur afturat, at í hesum føri hevur tað ongan týdning, at húsini kring rundkoyringina eru yvir 100 metrar burtur og at rundkoyringin er í øki, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.
Nú skal so Fútin gera av um málið skal skjótast inn fyri landsrættin.