Árinskanning
Í loyvinum frá Yvirfriðingarnevndini til SEV at gera nýtslu av einum parti av áarvatninum á Funningsfirði í sambandi við Eiði 3 verkætlanina, álegði Yvirfriðingarnevndin í 1983 elfelagnum at skipa fyri lívfrøðiligum kanningum á Funningsfirði.
18 ár eftir, at SEV fekk álagt at skipa fyri hesum kanningum, setti felagið í 2001 ein arbeiðsbólk at standa fyri hesum arbeiði.
Í fýra pørtum
Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var í fýra pørtum, 1) at finna fram til egnað felag/ stovn at gera kanningina, 2) saman við hesum at nágreina uppgávuna og finna fram til tíðar-og peningatørv, 3) at fylgja við, meðan kanningin verður gjørd og meta um ávegis úrslit og 4) at viðgera og meta um endaligu úrslitini, áðrenn frágreiðingin verður latin SEV.
Í arbeiðsbólkin vórðu vald; Henning Jacobsen (SEV), Signar P. Heinesen (Landsverk, seinni sp/f Data Quality), Eilif Gaard (Fiskirannsóknarstovan), Maria Gunnleivsdóttir Hansen (Heilsufrøðiliga Starvsstovan), Jan Sørensen (Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, Kaldbak, fram til febr. 2003) og Eyðfinn Magnussen (Fróðskaparsetur Føroya, síðan mars 2003).
Bólkurin hevði sín fyrsta fund í februar 2001, har avgjørt varð at býta kanningina sundur í fýra partar: 1) modellering av streymgongdini í fjørðinum, 2) modellering av plankton og gróðri, 3) kanningar av djóralívinum og botnviðurskiftum og 4) kanning av sjóvarmálanum.
Avgjørt varð, at bólkurin síðan skal taka saman um og gera eina heildarlýsing av fjørðinum við denti á møgulig árin av Eiði 3 verkætlanini.
Modell heldur enn
beinleiðis mátingar
- Orsøkin til, at viðurskiftini uppi í sjónum (rák og plankton) vórðu kannað við modellum heldur enn við beinleiðis mátingum, er, at hesi viðurskifti eru ógvuliga skiftandi frá eini tíð til aðra. Skiftandi veður ávirkar nógv yvir stutta tíð, og tí skulu sera nógvar mátingar til, bæði fyri og eftir inntrivi fyri at kunna ávísa møguligar broytingar av minkaða áarvatninum.
Bólkurin vísir á, at telduútrokningar við modellum er eitt amboð, sum er vorðið alt meira vanligt seinastu árini.
- Við modellum ber til at eftirgera skipanina og at síggja, hvussu broytingar í einstøku "parametrunum" ávirka fjørðin. Hesin arbeiðsháttur er nú so framkomin, at við rímiligum neyvleika ber til at meta um ávirkan frá einstøku parametrunum. Tó er neyvleikin í stóran mun tengdur at, hvussu góðir upplýsingar eru til taks.
Lagt verður aftrat, at lívið á botni og fram við sjóvarmálanum hinvegin ikki broytist líka nógv yvir stutta tíð.
- Tí varð mett, at beinleiðis kanningar vóru betra loysnin í hesum føri, sigur bólkurin.
Framhald í ár
Arbeiðsbólkurin gjørdi av at 1) lata Dansk Hydraulisk Institut gera modelroyndir av sjónum og plankton, at 2) lata Havlívfrøðiligu Royndarstøðina í Kaldbak gera botnkanningar og at 3) lata Føroya Náttúrugripasavn gera sjóvarmálskanningarnar.
- Vit hava savnað inn tað tilfar, ið frammanundan var tøkt at lata Dansk Hydraulisk Institut til modellarbeiðið. Talan er eitt nú um metereologisk hagtøl, avfalsøki og vatnnøgdir, eldri hydrografiskar, evnafrøðiligar og lívfrøðiligar mátingar í sjónum. Í einstøkum førum eru nýggjar mátingar gjørdar eftir at vatnið varð tikið.
Lagt verður aftrat, at í ávísum førum hevði verið ynskiligt við fleiri hagtølum, serliga yvir tøðevni og plantuæti.
Kanningarnar av botninum á Funningsfirði og fram við sjóvarmálanum eru gjørdar trý fylgjandi ár í 2001, 2002 og 2003.
- Fyri enn betur at síggja møgulig árin yvir nøkur ár, verða hesar kanningar eisini gjørdar í ár, sigur arbeiðsbólkurin, sum SEV setti at gera lívfrøðiligar árinskanningar av Funningsfirði.