Í viðmerkingunum til nýggja manningaruppskotið verður greitt frá, at í juli 1995 var ein stjórnarráðstevna hildin í altjóða havfelagsskapinum IMO (International Maritime Organisation) í London um sjóvinnu-, sjóvinnuútbúgvingar og vaktarhald á skipum. Talan var um at broyta verandi konvensjón, ella sáttmála, til handilsskip og at gera nýggjan tilsvarandi sáttmála til fiskiskip.
IMO felagsskapurin hevði í mong ár verið undir trýsti frá mongum pørtum fyri ikki at gera eitt nóg gott arbeiði fyri at betra um trygdina á sjónum, nú serliga aftaná tær stóru skipsvanlukkurnar um okkara leiðir tey seinnu árini.
Sáttmálin endurskoðast
? Fleiri teknisk krøv til skip vórðu tó samtykt í 80-unum og fram í 90-ini, men krøvini til tann manniskjaliga partin høvdu ikki í sama mun fylgt við menningini á økinum. Ein altjóða sáttmáli innan hetta øki var tó gjørdur í 1978 (STCW-78), men var eftir hondini vorðin so útvatnaður og veikur, at neyðugt var við munandi broytingum, sigur Anfinn Kallsberg.
Í 1993 samstykti so IMO at fara undir at endurskoða handilsskipasáttmálan og í sama viðfangi varð samtykt, at ein tilsvarandi sáttmáli eisini skuldi gerast til fiskiskip.
Nevndin
Og sum ein fylgja av, at Føroyar hava staðfest handilsskipasáttmálan (í 1990) og sum ein fyrireiking til staðfesting av fiskiskipasáttmálanum, setti landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum í januar 1997 ein arbeiðsbólk, við tí endamáli at koma við uppskotum til neyðugar broytingar í manningar-, sjóvinnu-, sjómans- og mynstringarlógini.
Nevndin, sum var samansett av umboðum fyri Sjóvinnufyrisitingina, sum hevði formannin, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið, Føroya Reiðarafelag, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Fiskimannafelagið og landsstýrið, kom so við tilráðing til landsstýrið og ein samd nevnd mælir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum til at taka undir við tí nýggja altjóða fiskiskipasáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald í fiskiskipum, STCW-F-1995.
200.000 krónur
Mett verður at broytingarnar í lógunum koma at kosta einar 200.000 krónur til útvegan av edv-útgerð í samband við útgávu av sjóvinnubrøvum í nýggjum sniði og til skráseting av øllum sjóvinnubrøvum og prógvum. Hetta er tó treytað av, at tað framvegis verður møguligt at útvega føroysk sjóvinnubrøv við STCW- og STCW-F-skráseting.
Sambært lógaruppskotinum skal sjóvinnumyndugleikin eisini árita útlendsk sjóvinnubrøv, fyri at teir kunnu fáa rættindi til at starvast umborð á føroyskum skipum, men í dag eru bert fáir útlendingar við føroyskum skipum og kann hetta tí gerast við verandi umstiting, verður upplýst í viðmerkingunum til uppskotið um nýggja manningarlóg, sum Anfinn Kallsberg legði fyri tingið í gjár. Uppskotið verður helst beint í Vinnunevndina til viðgerðar.