Skilatos av borgarstjóranum

Poul Michelsen, Framsókn
-----

Vit, sum í nógv ár hava stríðst fyri at fáa tekniska skúlanum við Velbastaðvegin og Studentaskúlanum í Hoydølum nøktandi hølisviðurskifti vita, at politiskur illivilji er orsøkin til, at vit ongan veg eru komin.
Eg skilji væl, at stýrið á tekniska skúla, sum í áratíggjur hevur verið hildið til tað turra spott, letur við seg koma.
At lokal ahugamál uttan fyri Havnina og nú eitt persónligt flopp av einum ungum Fólkafloksmanni - nú eru við til at gera enda á byggingini, skal ongin ivi vera um.
Til býráðsvalið í Havn í farna mánaði hevði Framsókn málið um Marknagilsdepilin sum eitt av høvuðsmálinum hjá høvuðstaðnum at loysa. Hetta í teirri sannføring, at løgtingið og landsstýrið hvørki eigur vilja ella áhuga at byggja nakran skúla í Havn – so einfalt er hetta bara!
Soleiðis skrivaði Framsókn til býráðsvalið:

Skúladepilin í Marknagili skal byggjast nú!
Í 40 ár hava Tekniski Skúli og Føroya Studentaskúli bíðað eftir nøktandi hølisumstøðum í høvuðsstaðnum. Einki er hent, tí hetta málið hevur havt millum lítla og onga politiska undirtøku í løgtinginum.
Eftir løgtingsvalið í 2008 viðurkendu landsmyndugleikarnir kortini, at nú mátti okkurt gerast. Løgtingið samtykti at seta 395 milliónir krónur av til at byggja ein skúla í Marknagili, sum skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn.
Marknagilsdepilin skuldi standa liðugur í 2014, men síðani er ætlanin skotin út ikki minni enn tvær ferðir. Nú er eisini staðfest, at depilin verður nógv dýrari enn mett, og ivi er sáddur um, hvørt myndugleikarnir hava valt røttu byggiloysnina ella ikki.
Í løtuni sita landsins myndugleikar og leita eftir fleiri tíggutals milliónum í sparingum í verkætlanini. At tað skal bera til at spara so nógv uttan at kripla ætlanina, er lítið sannlíkt. Tað er líka ósannlíkt, at løgtingið fer at játta Marknagilsdeplinum tað, sum restar í.
Marknagilsdepilin, sum hevur so stóran týdning fyri útbúgving og lestur í høvuðsstaðnum, er tí í stórum vanda fyri at steðga upp. Hetta má ikki henda, og tí eigur Tórshavnar kommuna at fara inn í verkætlanina og átaka sær byggibúningar- og byrjunarkostnaðin. Einar 40 milliónir krónur kunnu gera stóran mun.
Fyri Tórshavnar kommunu er hetta ein hin besta íløgan, ið hugsast kann. Marknagilsdepilin kann gera sítt til, at færri ungfólk flyta av landinum, ella at tey flyta seinni og tískil eru burturi í styttri tíð.

Vit tingfólk, sum sita í politiska fylgibólkinum, sum er valdur at fylgja við byggiætlanini av Marknagilsdeplinum, hava í longri tíð biðið landsstýrismannin um fund fyri at fáa at vita, hvar málið stendur. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fundin.
Hinvegin havi eg fyri nakað síðan biðið Bjørn Kalsø um at seta seg í samband við Tórshavnar Býráð og biða um samráðingar um, hvussu høvuðstaðurin kann koma byggingini til hjálpar.
Nú borgarstjórin alment hevur boðað frá, at høvuðstaðurin sær tað sum eina uppgávu, at Marknagilsdepilin verður veruleiki, ræður bara um at fáa samband millum partarnar. Um Bjørn Kalsø ikki vil – so fari eg at heita á Heðin Mortensen, borgarstjóra um at gera hetta – heldur í dag enn í morgin.
Góða eydnu!