Skelkaður av viðferðini

Danin Martin Christensen hevði eitt framúr kappingarár í HB í fjør. Í ár hevur ikki gingið eftir vild, og fyri tveimum vikum síðani bleiv Martin púra óvæntað uppsagdur av HB, og nú er danska Spillerforeningen komin upp í málið.

Tað er einki dulsmál, at ein tann mest týðandi leikarin á gull-liðnum hjá HB í fjør, var danski miðvallarin Martin Christensen. Í ár hevur Martin ikki leikt serliga nógv á besta liðnum hjá havnarfelagnum, tí at hann hevur verið so nógv darvaður av skaða. Hetta førdi við sær, at HB fyri tveimum vikum síðani segði sáttmálan við danska miðvallaran upp, og hetta kom ógvuliga óvart á danska miðvallaran, sum kennir seg snýttan av havnarfelagnum.

Havi yvirhildið sáttmálan
Í sambandi við uppsøgnina hevur leiðslan í HB lagt dent á, at Martin Christensen ikki hevur yvirhildið tær avtalur, ið blivu gjørdar í sambandi við, at sáttmáli bleiv undirskrivaður fyri hetta kappingarárið. Millum annað hevur verið borið fram, at danin varð skaddur, tá ið hann kom aftur til Føroya í vetur, men hetta avsannar Martin Christensen. - Eg veit, at HB hevur nýtt tríggjar grundgevingar fyri uppsøgnini, men eg havi skrivlig prógv fyri, at ongar av hesum grundgevingum halda, sigur hann.
Sjálvur var Martin Christensen ógvuliga ovfarin, tá ið hann bleiv kallaður á fund við leiðsluna í HB fyri tveimum vikum síðani, har hann fekk at vita, at hann sambært leiðsluni í HB ikki hevði yvirhildið sáttmálan, og tí bleiv hann uppsagdur. Sambært Martin Christensen hevði lítið og einki samskifti verið millum seg og leiðsluna í HB í drúgva tíð frammanundan, og tí kom tað ógvuliga óvart á hann, at samstarvið skuldi enda so bráddliga. - Eg hevði mett, at um leiðslan í HB ikki var nøgd við meg, so hevði tað verið náttúrligt at sett seg niður og tosað um tingini, soleiðis at vit møguligani kundu fingið tað í rættlag, sigur Martin Christensen, sum nú hevur fingið donsku Spillerforeningen upp í málið.

Fakfelagið er ikki í iva
Spillerforeningen, sum er fakfelagið hjá Martin Christensen, er ikki í iva um, at danin ikki uttan víðari kann sigast upp. Felagið hevur sent HB eitt skriv, har teirra sjónarmið verða lýst, og sambært Martin Christensen hevur felagið gjørt greitt, at sáttmálin hjá honum kann ikki sigast úr gildi uttan so, at báðir partar eru samdir um tað. Felagið vil verða við, at málið er púra upplagt, og at HB noyðist at uppfylla tær treytir, sum eru settar í sáttmálanum.
Komandi mánadag eru tey bæði, Martin Christensen og unnustan Sabine Frølund, uppsøgd úr húsi sínum, sum HB hevur útvegað teimum í sambandi við sáttmálan, men eisini hetta skal, sambært donsku Spillerforeningen, verða heimildarleyst. Frá umboðum fyri danska fakfelagið hava tey bæði fingið at vita, at tey kunnu fara á gistingarhús at búgva upp á rokning hjá HB, so leingi sum Martin er sáttmálabundin at felagnum, og tað er hann fram til 4. oktobur í ár, tí tað stendur tilskilað í sáttmálanum, at havnarfelagið útvegar dananum og unnustuni íbúð í sáttmálatíðuni. Danska fakfelagið sigur sambært dananum eisini, at hóast Martin Christensen hevur rætt til løn fyri alt sáttmálatíðarskeiðið, so hevur hann samstundis krav upp á sítt spæliloyvi beinan vegin, tá ið HB hevur sagt sáttmálan upp.
Martin Christensen sigur eisini, at tað mest vanliga í slíkum førum, har eitt felag vil sleppa sær av við ein leikara, er, at felagið og leikarin gera eina semju, sum báðir partar kunnu liva við, men hetta er so ikki hent í hesum føri. - Mær hevði dámt nógv best, at HB segði við meg, at teir ikki vóru nøgdir við meg og mítt avrik, og at teir fegnir vildu sleppa av við meg. So høvdu vit sett okkum niður og møguligani gjørt eina semju, og tað hevði samstundis merkt, at vit framvegis høvdu verið væl. Sum støðan er nú, eri eg ógvuliga beiskur inn á HB, og tað harmar meg almikið, at okkara samstarv skal enda so, tí eg havi havt nógvar góðar upplivingar í felagnum, sigur Martin Christensen.

Hevur fleiri tilboð
Enn hevur Martin Christensen ikki gjørt av, hvar leiðin nú gongur, men hann sigur seg hava fleiri tilboð, bæði úr Føroyum og úr Danmark. Tó sigur unnustan Sabine, at hon helst vil aftur til Danmarkar, tí upplivingin í sambandi við uppsøgnina av Martin hevur verið rættuliga ódámlig, og hon vil tí fegin sleppa burtur at fáa luft, sum hon málber seg.
Danski miðvallarin ásannar, at hann hevur verið nógv darvaður av skaða, men hann sigur seg eisini hava gjørt nógv, millum annað fingið fleiri sproytir, fyri at blíva klárur. Støðugt hevur hann gingið til viðgerð hjá fysioterapeuti, men tað hevur tó ikki eydnast honum at koma ordiliga fyri seg í ár.
Ein av orsøkunum til trupulleikan við at koma fyri seg eftir skaða sigur Martin Christensen verða krevjandi arbeiði. Hann sigur, at í fjør arbeiddi hann í Litaval á Hjalla, og tað var frálíkt, tí tað var ikki so krevjandi kropsligt. Ætlanin var eisini, at hann skuldi halda fram har uppi, men stutt undan fráferðini til Føroya í vetur, fekk Martin at vita, at hann ístaðin skuldi arbeiða sum timburmaður, ið hann eisini hevur útbúgving sum. Tað hevur tó víst seg, at timburarbeiði, sum Martin annars er sera glaður fyri, krevur nógv av kroppinum, og tað forðar skaðanum at grøðast sum skjótast, sigur Martin Christensen, ið eisini hevði sama trupulleika við arbeiði og skaða, tá ið hann spældi í Danmark.
Tey bæði, Martin og Sabine, siga, at síðstu vikurnar hava verið ein ógvuliga trupul tíð, men Martin sigur samstundis, at tað hevur hjálpt nógv at havt tveir góðar mans at tosa við. Hann nevnir í hesum sambandi, at arbeiðsgevari hansara, Sámal Erik Hentze frá Húsavarðatænastuni, og hjálparvenjarin hjá HB, Oddbjørn Joensen, hava verið honum kærir.

Uppsøgnin galdandi
Vit settu okkum eisini í samband við leiðsluna í HB, men har vildu teir ikki gera tær stóru við merkingarnar til málið. Steinfinn Mittelstein, stjóri í Havnar Fótbóltur, sigur tó, at eftir teirra tykki hevur Martin brotið sáttmálan, og tí er uppsøgnin galdandi. Teir harmast sjálvsagt um gongdina, men vísa annars á, at sakførari felagsins arbeiðir við málinum víðari.