møguleika at royna, hvussu pengarnir kunnu sendast út at arbeiða, hevur Føroya Sparikassi stovna ein íløguklubba fyri kvinnur. Enn hevur klubbin ikki fingið navn, og á heimasíðuni www.sparikassin.fo er [...] navnakapping, har øll kunnu vera við. Vinningurin er 10 partabrøv í Sparikassanum. Seinastu mánaðirnar hevur Sparikassin skipað fyri einari røð av temafundum, og fundurin um kvinnur og pengar var hin nýggjasti
sambandi við, at bókin Sambandsflokkurin 100 ár verður løgd fram. Anja Andreassen, sum hevur cand. phil.-prógv í søgu, hevur skrivað bókina. Í síni serritgerð skrivaði hon um søguna hjá Sambandsflokkinum, og [...] Hon tók prógv í 2002. Bókin um Sambandsflokkin er góðar 400 síður við myndum, og Anja Andreassen hevur umframt at hava arbeitt eitt ár burtur av við bókini, verið í gongd við hesa verkætlan í nøkur tilsamans
kappingini, sum er tann størsta rógvikappingin, ið nakrantíð hevur verið hildin í Onglandi. Katrin Olsen er við á danska liðnumí kappingini, og Danmark hevur seks bátar við. Í fyrstu syftu skuldu átta bátar taka [...] bátar hava verið noyddir at geva avboð. Katrin Olsen rør umborð á dupultfýraranum í lættvekt, og hon hevur tríggjar danska liðfelagar umborð. Vónirnar eru góðar til, at júst hesin báturin kann vinna heiðursmerki
Gunnleivur Dalsgarð, formaður, f.v. Starvsmannafelagið hevur sent Jóannesi Eidesgaard, løgmanni soljóðandi bræv: Í okt. 2003 gjørdi Starvsmannafelagið nýggjan tvey ára sáttmála við Figgjarmálaráðið, sum [...] maður, púra greitt, at landsstýrið ikki ætlar at halda seg til sáttmálan, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt við sama landsstýrið, og staðfestir, at játtanirnar til avtalaðu lønarbatarnar til landsins [...] landsins stovnar ikki kemur uppá tal og at hetta er ein politisk avgerð, sum samlaða landsstýrið hevur tikið. Fyri ordans skuld skulu vit eisini gera vart við, at talan er ikki bert um okkara sáttmálaøki, men
Í seinastuni hevur 44 ára gamli Frithleif Olsen úr Rituvík fyri tað mesta verið settur í samband við formansvalið í Fótbóltssambandinum. Men eftir at aðalfundurin hjá Føroya Sparikassa valdi hann til nýggjan [...] nýggjan nevndarformann, hevur rituvíkingurin tikið seg burtur úr glímingini við Óla Holm um formanssessin í FSF. Frithleif Olsen starvast til dagligt sum stjóri í fyritøkuni FJM í Runavík. Fleiri nýggja [...] ni. Frithleif Olsen avloysir Petur Zachariasen, sum valdi at fara úr nevndini. Petur Zachariasen hevur verið formaður síðan 1994 og nevndarlimur síðan 1990. Hann var við í leiðsluni í 1994, tá gamla s
Sóknar og Sørvágs Kommunur. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá borgarstjóranum í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvani Páll Joensen. Men fólk, Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey vænta eina [...] Kommunu er lægri enn í Sørvági, so tað er møguligt, at tað fer at ávirka onkran, siga fólk, Sosilaurin hevur tosað við undan atkvøðugreiðsluni. Talan er um vegleiðandi fólkaatkvøðu, sum hildin verður í skúlanum
Javnaðarflokkinum hevur sett ein skirvligan fyrispurning til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, um framtíðar yvirskipaða orkupolitikkin í Føroyum. Tingmaðurin vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri [...] SEV framleiðir framvegis størsta partin av elorkuni burtur úr dálkandi dieselolju og vatnorku, ið hevur stór árin á lokala umhvørvið. Bert ein lítil partur verður framleitt úr vindorku, og einki úr øðrum
Hondbóltur Eftir at teir mest sum alt árið hava stríðst fyri at hanga í oddinum, hevur Neistin nú møguleikan at toga seg fram um grannarnar úr Kyndli. Partvíst syrgdu teir sjálvir fyri hesum við sigri [...] KÍF, og á pappírinum er her eingin ivi um, at tað er bláa havnarfelagið, sum er favoritturin. KÍF hevur tó fleiri ferðir havt hug at arga fremru liðini, og er lagið hitt rætta, so er einki at ivast í, at [...] Neistanum (heima) og Kyndli (úti) kann hondbóltsfepurin í bygdini brádliga gerast væl hægri, enn hann hevur verið líka síðani fyrra hálvleik av seinasta dystinum móti StÍF fyri knøppum ári síðani.
ivast í, at fólkatingsvalið eisini verður eitt barometur fyri, hvussu politikkur Sjálvstýrisfloksins hevur nátt út til veljaran. Vit vita, at nógvir sjálvstýrisveljarar eru ógvuliga ivasamir, um teir skulu [...] flokkinum. Vit hava brúk fyri at fáa eitt gott val at staðfesta, at aldudalurin flokkurin eitt tíðarskeið hevur verið í, er farin. Trúgv kann flyta fjøll og okkara uppgáva er at greiða veljarunum frá, at Sjálv [...] fram á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, at umboða tjóð okkara á Fólkatingið, har bert Hermansen hevur roynt hetta áður.
n hjá forsætisráðharranum hevur mist atkvøður, og at Sosialdemokratarnir hava fingið atkvøður. Eitt annað er, at stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, hevur mist ein part av sínari undirtøku [...] undirtøku, samstundis sum Radikali Vinstriflokkurin, sum er fastur stuðul hjá Sosialdemokratunum, hevur fingið nógvar atkvøður afturat og sær út til at fáa eit sera gott val í dag. At spenningur kom í valstríðið