- Tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skrivað um Jóannes Patursson

Sambandsflokkurin hevur altíð verið tann skikkiligi flokkurin. Tað sigur Anja Andreassen, sum hevur skrivað bókina Sambandsflokkurin 100 ár, ið verður givin út fríggjadagin. Hon heldur, at higartil eru tað mest tey sjálvstýrissinnaðu, ið hava skrivað søguna, og tí hevur hon valt, at bókin mest skal snúgva seg um, hvat sambandsfólk hava sagt og skrivað ta seinastu øldina

SØGUSKRIVING


 
 
Fríggjadagin verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at bókin Sambandsflokkurin 100 ár verður løgd fram. Anja Andreassen, sum hevur cand. phil.-prógv í søgu, hevur skrivað bókina. Í síni serritgerð skrivaði hon um søguna hjá Sambandsflokkinum, og hon dylur ikki fyri, at okkurt av tilfarinum í bókini er úr ritgerðini.
Hon leggur tó dent á, at sjálv er hon ikki limur í nøkrum politiskum flokki, og tað ætlar hon sær heldur ikki at verða.
Anja Andreassen greiðir frá, at søgan um Sambandsflokkin  er eitt evni, sum ikki er so nógv umrøtt í føroyskari søguskriving, og tí var tað kanska eitt sindur tilvildarligt, at júst hetta varð evnið, tá hon skuldi skriva serritgerð sum søgulesandi.
- Eg og maður mín sótu og prátaðu eitt kvøldið, hvat eg skuldi skriva um, sigur Anja Andreassen, og heldur fram, at av tí at so lítið er skrivað um Sambandsflokkin millum ár og dag, helt hon hetta bæði vera øðrvísi og kanska eisini eitt sindur provokerandi, av tí at hetta var í hægstu fullveldistíð, sum hon tekur til. Hon tók prógv í 2002.
Bókin um Sambandsflokkin er góðar 400 síður við myndum, og Anja Andreassen hevur umframt at hava arbeitt eitt ár burtur av við bókini, verið í gongd við hesa verkætlan í nøkur tilsamans. Í ritstjórnini hava annars sitið Eilif Samuelsen, Pól á Kletti, Jógvan Ingvard Olsen, Egon Hansen og Lena Nolsøe.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki samband men fráhald
 
Spurd, um vit kunnu vænta okkum nakrar nýggjar og kollveltandi síður um Føroya elsta politiska flokk, sigur Anja Andreassen, at tað kunnu vit neyvan.
- Sambandsflokkurin hevur altíð verið tann skikkiligi flokkurin, sigur søgufrøðingurin og leggur afturat, at tað ikki er Sambandsflokkurin, sum er komin við teimum stóru og villu hugskotunum.
- Tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson, men eg vóni, at fólk kunnu lesa okkurt nýtt um flokkin, greiðir hon frá.
Í bók síni Danmark og Føroyar frá 1927 vil søgufrøðingurin Jørgen-Frantz Jacobsen, sum ikki himpraðist við at viðganga, at hann kendi seg heima á sjálvstýrisveinginum, vera við, at ein av høvuðsorsøkunum til, at split og partapolitikkur kom í tjóðskaparrørsluna ikki so nógv var spurningurin um sjálvstýri, men heldur spurningurin um avhald mótvegis rúsdrekka, og at hetta var brúkt í øðrum politiskum spuriningum.
Í 1903 hevði Jóannes Patursson skrivað bókina Færøsk politik, og seinni hevði hann tingast við danska løgmálaráðharran, P.A. Alberti, ið umsat føroysk viðurskifti, har úrslitið var tað sonevnda tilboðið. Hetta snúði seg um yvirtøku av ymsum málsøkjum, og at føroyingar sjálvir skuldu gera av, hvussu ætlaður ríkisstudningur til Føroya skuldi verða brúktur. Málið kom fyri í ólavsøkutingsetuni í 1906, men ein meiriluti valdi at fella uppskotið um tilboðið við fylgjandi uppskoti:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tinget finder, at en Gennemførelse af den i det høje Ministeriums Skrivelse ommeldte Ordning ikke er gavnlig for Færøerne, og de færøske Vælgere have gennem det i Aar stedfundne Valg til Folketing og Lagting klart tilkendegivet, at de ikke ønsker denne Ordning.
Anja Andreassen heldur, at Jørgen-Frantz Jacobsen kann hava rætt í síni meting í, at brennivínsspurningurin spældi ein ávísan leiklut í flokkabýtinum í 1906.
- Ja. kanska meira enn fólk geva sær far um, sigur søgufrøðingurin, og sipar til, at Jóannes Patursson ikki var ímóti hesum, og hesum gjørdu mótstøðumenn hansara sær dælt av. M.a. kundi ein í Dimmalætting í januar og februar 1906 lesa, at valið í føroyskum politikki var millum Ædruelighedspartiet og Brændevinspartiet.
Tað endaði við, at Føroya Framburðsfelag fór í tvíningar, og sambandsmaðurin Oliver Effersøe varð valdur á Fólkating og vann á Jóannesi Patursson. Síðan hava mótstøðumenn Oliver Effersøes ongantíð gloymt honum fyri at hava sagt, at Vi Færinger føles os fuldstændig som danske og ønske at bevare dansk Sprog paa øerne for vore Efterkommere.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skilja ikki argumentini í dag
 
Spurd, um tað ber til at siga, at argumentini hjá Sambandsflokkinum vóru av meira av mentanarligum slagi ta fyrstu tíðina, og meira av búskaparlsigum slagi í dag, sigur Anja Andreassen, at pengar eisini spældu ein leiklut í grundgevingunum hjá politikarum floksins tey fyrstu árini. Sambandið við Danmark var mett sum ein fyritreyt fyri menning av tí føroyska samfelagnum. Í sambandi við tey mentanarligu argumentini, so hildu sambandsmenn tey fyrstu árini, at tað føroyska málið var ikki nóg sterkt.
- So til ber at siga, at teir brúktu bæði búskaparlig og mentanarlig argument, sigur Anja Andreassen. - Føroyskt varð nevniliga mett sum 2. floksmál. Nú virkar tað meira sum eitt púra ørt argument, men ongar lærubøkur vóru á føroyskum tá, og fá høvdu møguleika at fara á skúla, greiðir Anja Andreassen frá.
- Okkum nýtist ikki at skilja argumentini hjá teimum tá, men kunnu konstatera, sigur Anja Andreassen um munin millum tíðina fyri 100 árum síðani og í dag, og sipar m.a. til støðu floksins í málspurninginum.
- Argumentini hjá teimum kunnu ikki brúkast í dag, og tað er tí at samfelagið er so nógv broytt.
Spurd, um sambandsmenn ikki høvdu tær stóru hugsjónirnar sigur høvundurin:
- Upp á ein máta vóru sambandsmenn meira realistiskir, meðan hinir sjálvstýrismenninir vóru droymararnir, men teir verið líka poltitiskt tilvitaðir, sigur Anja Andreassen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tey sjálvstýrissinnaðu skrivað søguna
 
Hon hevur í bók síni valt at gera meira burtur úr tíðarskeiðnum fyri seinna heimskríggj, tí hesa tíðina heldur hon vera meira spennandi. Fyri kríggið fylti spurningurin um loysing ella samband meira, og eftir kríggið kom vinnulívspolitikkur at spæla ein størri leiklut í føroyskum politikki, sigur Anja Andreassen, ið hevur valt ikki at skriva so nógv um fólkaatkvøðuna í 1946 og heimastýrislógina frá 1948, tí hetta hava so nógv onnur skrivað um, heldur hon.
- Hetta er ein populerur partur av føroyskari søguskriving, sigur Anja Andreassen, sum er ein av teimum, ið metir, at fólk á sjálvstýrisveinginum í føroyskum politikki í ein stóran mun hava verið við til at skriva føroyska søgu. M.a. nevnir hon Hans Jacob Debes, sála, sum hon metir hevur gjørt eitt stórt arbeiði, men hann duldi ikki fyri, at hansara samhugi lá hjá sjálvstýrisveinginum, og tað er okey, men tað skal man bara vita, sum Anja Andreassen málber seg.
- Tað er ikki skrivað so lítið um hetta tíðarskeiðið, men alt er skrivað út frá vinklinum hjá teimum sjálvstýrissinnaðu, heldur Anja Andreassen, ið metir, at sambandsmenn higartil í føroyskari søguskriving eru lýstir sum teir afturhaldssinnaðu, og lítið er skrivað um, hvat teir vildu. Men sambært høvundanum vóru teir tjóðskaparmenn. T.d. var Andrass Samuelsen limur í Føringafelag, sigur Anja Andreassen, og sigur, at hon heldur ikki, at teir valdu eina aðra leið,, sum onkur hevur róð framundir, men at teir hildu á við sínum, men ræddust Jóannes Patursson, ið ikki var so moderatur í sínum politisku hugsjónum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bókin skal lýsa sambandsfólk
 
Um sjálva bókina sigur Anja Andreassen, at hon hevur valt at skriva hana soleiðis, at tað eru sambandsfólk og teirra hugsjónir, sum koma fram, og sjálv væntar hon, at hetta kann blíva eitt av kritikkpunktunum, sum bókin fer at fáa.
Men Anja Andreassen sigur, at hon hevur valt ikki at samanlíka sambandsfólk við aðrar politiskar flokkar ella at samanlíkna Føroyar við onnur hjálond. Hon hevur heldur ikki valt at gera nakrar analysur sum so, um hvat var rætt og skeivt, og tí nertir bókin ikki so nógv við, hvat eitt nú Jóannes Patursson helt um einstøk mál, ella hvørji argument mótstøðufólk hjá sambandsfólki bóru fram um ymisk mál gjøgnum tíðirnar. Tí er bókin meira eitt heiðursrit enn ein vísindalig bók, heldur Anja Andreassen.
Bókin er tó sum nevnt skrivað av einum søgufrøðingi og tí eru metodurnar, ið slíkir plaga at brúka, eisini nýttar í hesi bók.
Tað hevur tó ikki verið so lætt at funnið keldur frá tíðini fyri kríggið, tí ongar gerðabøkur eru frá hesi tíðini. Hildið verður, at tær munnu hava ligið inni í húsunum hjá Dimmalætting, sum brendu í 40unum. Hinvegin var Dimmalætting málgagnið hjá Sambandsflokkinum, og tí ber til at lesa ein stóran part av tí, ið sambandsmenn skrivaðu hesa tíðina, í Dimmalætting, sum tí er høvuðskeldan til ta nýggju bókina.
Í eini samrøðu við Danmarks Radio stutt eftir kríggið sigur Andrass Samuelsen, at flokkurin varð stovnaður á ólavsøku í 1906. Stevnuskráin hjá flokkinum varð prentað í Dimmalætting 18. august 1906, og tí hevur fyrireikingararbeiðið sjálvandi verið gjørt áðrenn hon varð prentað í Dimmalætting
18. august er tí valdur sum útgávudagur til bókina Sambandsflokkurin 100 ár.
Tá Sambandsflokkurin fylti 90 fyri 10 árum síðani læt flokkurin prenta heiðursritið Sambandsflokkurin upphav og virki, sum Pól á Kletti savnaði og legði til rættis.