Tá Anders Fogh Rasmussen í síðsta mánað gjørdi av at skriva út nýval til Fólkatingið, bendu allar veljarakanningar á, at hann hevði tikið avgerðina í teirri røttu løtuni, tí kanningarnar góvu stjórnarsamgonguni tryggan meiriluta.
Men í seinastuni er munurin tódnaður. Eitt er, at Vinstriflokkurin hjá forsætisráðharranum hevur mist atkvøður, og at Sosialdemokratarnir hava fingið atkvøður. Eitt annað er, at stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, hevur mist ein part av sínari undirtøku, samstundis sum Radikali Vinstriflokkurin, sum er fastur stuðul hjá Sosialdemokratunum, hevur fingið nógvar atkvøður afturat og sær út til at fáa eit sera gott val í dag.
At spenningur kom í valstríðið nú upp undir endan sást týðiliga sunnukvøldið, tá tað seinasta formansorðaskiftið var í sjónvarpinum. Har royndi Anders Fogh Rasmussen at siga sínum veljarum, hvusu umráðandi tað er, at teir fara á val, samstundis sum hann vísti á, at ein atkvøða til Radkala Vinstraflokkin er ein atkvøða til Sosialdemokratarnar. Eisini í gjár ávaraði Vinstriflokkurin fólk ímóti at velja Radikala Vinstraflokkin.
Í gjár vísti ein veljarakanning, at stjórnarsamgongan fór at fáa 93 tinglimir og andstøðan 82, men Lars Bille, valgranskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, segði í gjár, at valið í dag er ikki avgjørt. Hann vísti á, at 18 prosent av veljarunum høvdu ikki tikið støðu í gjár, og at á valinum í 1998 broyttu næstan ein hálv millión veljarar støðu teir báðar seinastu dagarnar undan valinum. Tí er einki avgjørt enn, segði hann.