Neistin móti oddinum

Vinna teir bláu heimadystin móti KÍF leygardagin, fara teir upp um Kyndil í oddastríðnum

Hondbóltur

Eftir at teir mest sum alt árið hava stríðst fyri at hanga í oddinum, hevur Neistin nú møguleikan at toga seg fram um grannarnar úr Kyndli. Partvíst syrgdu teir sjálvir fyri hesum við sigri á StÍF seinasta sunnudag, og partvíst fingu teir so hjálp frá júst strandingunum, tá hesir mikukvøldið vunnu á Kyndli.
Leygardagin tekur Neistin móti KÍF, og á pappírinum er her eingin ivi um, at tað er bláa havnarfelagið, sum er favoritturin. KÍF hevur tó fleiri ferðir havt hug at arga fremru liðini, og er lagið hitt rætta, so er einki at ivast í, at teir kunnu geva Neistanum ein sera skarpan gang.
Tað telir tó skeiva vegin hjá KÍF, at teir hesaferð mugu vera tveir leikarar fyriuttan. Bæði Petur Martin Poulsen og Kristian Madsen fingu beinleiðis reytt í dystinum móti VÍF seinsta vikuskifti, og tí eru teir ikki við í hópinum leygardagin.

VÍF kann eisini
Sunnudagin verður so dystur í Hoyvíkarhøllini, har VÍF kemur á vitjan.
Vestmenningar tykjast langt um leingi at hava funnið rætta stevið, og vinna teir aftur hesaferð, er talan um triðja sigurin á rað. Samstundis kunnu teir lyfta seg somikið langt upp, at tað bert eru tvey stig upp til oddin, og við eftirverandi dystum móti bæði Neistanum (heima) og Kyndli (úti) kann hondbóltsfepurin í bygdini brádliga gerast væl hægri, enn hann hevur verið líka síðani fyrra hálvleik av seinasta dystinum móti StÍF fyri knøppum ári síðani.