Katrin góðar vónir til HM

Sunnudagin byrjar HM í rógving, og millum teir mongu luttakararnar, sum skulu verða við, er føroyska Katrin Olsen. Góðar vónir eru til, at hon kann vinna heiðursmerki

Heimsmeistaraskapið í rógving verður hilgð í Eton í Onglandi frá sunnudegnum og eina viku fram. Fleiri enn 1000 róðrarfólk úr 64 londum verða við í stóru kappingini, sum er tann størsta rógvikappingin, ið nakrantíð hevur verið hildin í Onglandi.
Katrin Olsen er við á danska liðnumí kappingini, og Danmark hevur seks bátar við. Í fyrstu syftu skuldu átta bátar taka lut, men skaðar hava havt við sær, at tveir bátar hava verið noyddir at geva avboð.
Katrin Olsen rør umborð á dupultfýraranum í lættvekt, og hon hevur tríggjar danska liðfelagar umborð. Vónirnar eru góðar til, at júst hesin báturin kann vinna heiðursmerki í sterku kappingini.
Ítróttarstjórin hjá danska róðrarsambandinum roknar við, at tríggir bátar hava møguleikan at vinna heiðursmerki  ein teirra er báturin hjá Katrin og teimum.
- Hesar tríggjar manningar hava róð sera støðugt og hava veruliga fingið ferð í bátarnar, so tað verður eitt stórt vónbrot, um tær ikki vinna heiðursmerki, sigur Lars Christensen.
Higartil í ár hava Katrin og tær bert kappast í tí tyngra klassanum, og har hava úrslitini verið sera góð. Tí eru Katrin Olsen, Kirk Jepsen, Sine Christiansen og Juliane Elander væl fyri at kappast í tí lættara klassanum nú. Sagt verður, at kvinnurnar eru sera væl fyri til HM, og alt annað enn eitt heiðursmerki í HM verður eitt stórt vónbrot.
Fyrsti kappingardagurin í HM í rógving verður sunnudagin, og síðani verður hildið fram við kappingum alla næstu vikuna.