Í seinastuni hevur 44 ára gamli Frithleif Olsen úr Rituvík fyri tað mesta verið settur í samband við formansvalið í Fótbóltssambandinum. Men eftir at aðalfundurin hjá Føroya Sparikassa valdi hann til nýggjan nevndarformann, hevur rituvíkingurin tikið seg burtur úr glímingini við Óla Holm um formanssessin í FSF.
Frithleif Olsen starvast til dagligt sum stjóri í fyritøkuni FJM í Runavík.
Fleiri nýggja andlit eru annars at síggja í nýggju nevndini hjá Føroya Sparikassa eftir aðalfundin síðsta fríggjadag.
Olga Kallsberg og Signa Dimon stóðu báðar fyri vali, og hvørgin teirra ynskti at stilla upp aftur. Í teirra stað vórðu valdir Odd Bjellvåg og Petur Hammer, ið báðir hava havt sæti í umboðsráði Sparikassans.
Starvsfólkaumboðini í nevndini fyri Føroya Sparikassa stóðu eisini fyri vali. Tórmund Joensen og Rakul Dam vórðu afturvald, meðan Bjartur Nolsøe og Gert Langgaard eru nývaldir.
Mánadagin skipaði nevndin seg so við Frithleif Olsen sum formanni og Tórmund Joensen sum næstformanni. Frithleif Olsen avloysir Petur Zachariasen, sum valdi at fara úr nevndini. Petur Zachariasen hevur verið formaður síðan 1994 og nevndarlimur síðan 1990. Hann var við í leiðsluni í 1994, tá gamla sparikassalógin frá 1937 varð avloyst av banka- og sparikassalógini, ið loyvir Sparikassanum at virka sum banki.
Petur Zachariasen segði við Útvarpið á middegi týsdagin, at nevndin í Føroya Sparikassa ynskti ein nýggjan formann, og tí valdi hann at trekkja seg. Annars hevði hann ikki hug at gera aðrar viðmerkingar til málið.