Bíggjar- og gásadalsfólk fara til valborðið í dag at siga sína hugsan um kommunusamanleggingina, lagt er upp til millum Bíggja Sóknar og Sørvágs Kommunur.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá borgarstjóranum í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvani Páll Joensen. Men fólk, Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey vænta eina javna atkvøðugreiðslu.
Tað er eitthvørt, sum bendir á, siga tey, at tað veðru javnt millum parttarnar, sum eru fyri og í móti samanlegging. Tey vænta ongan greiðan meiriluta. Hvørgan veg, siga tey.
Eitt mál, sum ivaleyst fer at hava stóran týdning fyri avgerðina, fólk taka, er barnaansingin. Tað er ungt fólk, sum býr í Bø, og børnini eru fleiri í tali. Bygdin er ein bygd við framtíðini fyri sær, sum tey siga her úti. Umleið 70 fólk búgva í Bø, og av teimum eru ikki færri enn 23 í skúlaaldri og yngri, so í so máta stendur væl til, siga bíggjarfólk. Í hinari bygdini í kommununi, Gásadali, er støðan øðrvísi. Har eru bara tilkomin og eldri fólk.
Eitt annað mál, sum eisini fer at vera í huganum á teimum, sum fara at greiða atkvøðu, er skattaprosentið. Skattaprosentið í Bíggja Sóknar Kommunu er lægri enn í Sørvági, so tað er møguligt, at tað fer at ávirka onkran, siga fólk, Sosilaurin hevur tosað við undan atkvøðugreiðsluni.
Talan er um vegleiðandi fólkaatkvøðu, sum hildin verður í skúlanum í Bø. Umleið 90 fólk hava atkvøðurætt í kommununi.










